Heðin Mortensen, ÍSF-forseti:

Ítrótturin viðkemur okkum øllum

Nú enn eitt ársskifti er fyri framman, kunnu vit við gleði og góðum minnum hyggja aftur á eitt farið ítróttarár við nógvum og spennandi avbjóðingum, ið føroyskur ítróttur enn eina ferð loysti til fulnar.

Havandi í huga, hvussu umfatandi partur ítrótturin er av føroyska gerandisdegnum, eru afturlítandi hugleiðingar í okkara ítróttarheimi nakað, ið meira ella minni viðkemur okkum øllum somlum.
Um vit ikki sjálv íðka ítrótt ella eru uppi í ítrótti onkunstaðni, kenna vit øll onkran, sum ger tað. Og tað er ikki tað pláss í landinum, ið ikki eisini hýsir ítrótti so ella so, og tí er ítrótturin so viðkomandi sum ongantíð fyrr.
Upp á seg er Ítróttasamband Føroya kanska tað størsta í øllum heiminum, tí fáar munnu tær tjóðir vera, sum hava eitt so virkið fólk, at triðihvør er íðkandi ítróttarfólk. Men soleiðis er tað hjá okkum, og tað kunnu vit bara fegnast um.

Pláss er fyri øllum
Sjón fyri søgn fingu vit fyrr í mánaðinum, tá nærum 3.000 fólk vóru við í fylginum, sum fyri fyrstu ferð fór gjøgnum Vágatunnilin. Gamaní vóru tey flestu til gongu, men áhugin og uppmøtingin siga frá einum fólki, ið ikki ræðist fyri at røra seg ella at taka eitt tak.
At vit bæði kundu finna eitt ára gomul og 88 ára gomul í rúgvuni, undirstrikar eisini ta breidd, hesin áhugi hevur. Eingin er ov ungur og eingin ov gamal, og pláss er fyri øllum, ið hava hug at vera við. Slíkt er hugaligt!
Samstundis var júst henda gongan, ið helt leiðina undir Vestmannasund í so stórum tali, ein góður forsmakkur upp á ta undirtøku, fólkaheilsuárið 2004 vónandi fer at fáa. Tað verður Ítróttasamband Føroya, ið saman við mentanar- og trivnaðarmálaráðnum fer at skipa fyri.
Enn er eitt ár, áðrenn skjøtil verður settur á hetta serliga ár, men fyri tað er ongantíð ov tíðliga at fyrireika seg – fyri ikki at tosa um at gleða seg. Tí hetta er nakað, vit við stórum spenningi og dyggum vónum síggja fram ímóti.

Skal umboða øll líka nógv
Nú legði eg kanska til brots við framtíðini, heldur enn at hyggja eitt sindur aftur í fortíðina. Men tað skal eg so gera nú í staðin, tí 2002 royndist eisini sum eitt gott ár hjá føroyskum ítrótti – bæði burturi og heima.
Settur at umboða allan ítrótt í Føroyum, og ikki bara tær “stóru” ítróttargreinarnar, fari eg ikki at samanbera avrik á ymsum økjum ella at spæla greinar upp móti hvørjari aðrari. Men tað vil altíð vera so, at sumt skarar meira framúr enn annað.
Tó hava vit ídnar fjølmiðlar her á landi, ið sum heild gera nakað fyri at lýsa tað, ið hendir gjøgnum árið á ítróttarøkinum, so ei heldur nýtist mær at fara niður í smálutir, tá metast skal um avrikini í farna árinum.
Kann tó ikki lata vera við at nevna tríggjar varðar av ymiskum slagi, sum á ymiskan hátt blivu lagaðir hetta ítróttarárið. Hetta eru ið hvussu er tríggjar hendingar, ið renna fyrst fram fyri meg, tá eg skal gera mær eina mynd av tí, ið hent er í 2002.

Bragdið í Hannover
Fyrst og fremst verður tað fótbóltslandsdysturin móti týsku varaheimsmeistarunum í Hannover. Umframt at okkara menn til fulnar vístu hugburð og avrik, ið gevur teimum fullan rætt at dystast sjálvt móti teimum bestu í altjóða høpi, prógvaðu teir eisini tað virði, føroyskur ítróttur hevur fyri landið annars.
Her hugsi eg um ta ovurhonds stóru umrøðu, ið Føroyar fingu kring allan knøttin. Fyrst varð nógv sagt og skrivað undan dystinum, men ikki minst aftaná, tá tepri týski sigurin hvarv í skugganum av djarva og framúr neyva avrikinum hjá fótbóltslandsliðnum.
Øll heimsins eygu vendu sær enn eina ferð móti okkum á ein slíkan hátt, at ítrótturin veruliga gjørdist nakað, ið var okkum øllum viðkomandi. Og so tori eg als ikki at hugsa tankan, hvat hevði hent, sluppu Føroyar frá týska fótbóltsstórveldinum við einum javnleiki, ið var á gáttini…

Heidi strálaði í Monaco
Eisini mundi tað nerta við hjartarøturnar hjá mongum okkara, tá svimjigentan av Eiði, Heidi Andreasen, var ein millum mangar stórar stjørnur í ríka fúrstadøminum Monaco tíðliga í summar.
At røkka henda heiður, at verða roknað millum fremstu ítróttarfólk í heiminum, var helst oman fyri allar dreymar hennara, men sámuliga og smílandi bar hon seg fram sum eitt verðinsfólk millum verðinsfólk og stjørnur, hóast hon ikki vann.
Laureus World Sports Awards var ein av altjóða stórhendingunum í hesum árinum, sum føroyskur ítróttur átti sín lut í, tá Heidi Andreasen var millum tey fimm innstillaðu at fáa heiðurin “Besta ítróttarfólk við breki”.

Áralag í serflokki
Kappróður er okkar tjóðarítróttur fram um aðrar, og tað hevur sínar góðu og sjálvsøgdu orsøkir. Men tað er ikki bara í okkara egna kappróðri, at vit skara framúr og megna at gera okkum galdandi.
Tá kappast var um meistaraheitini í donskum kappróðri, vóru tríggjar føroyskar kvinnur við millum tær fremstu, og ikki kann sigast annað, enn at Katrin Olsen, Sigrid Svartá og Katrin Rubek Nielsen vóru góð umboð fyri tær dygdir, føroyskur ítróttur kann framala í okkara unga fólki.
Tær eru lesandi niðri, og har hevur tað hepnast teimum at sloppið upp í part millum fremstu rógvarar í Danmark. Og so vóru tær enntá misnøgdar eftir eitt silvurmerki og eitt fjórðapláss í kappingunum hesa ferð!

Kundi verið so nógv
Sjálvandi kundi nógv annað verið tikið fram í einari bæði fram- og afturlítandi grein, sum hesari, men eftir at hava nortið við nøkur av okkara ymsu og ólíku, men framúr góðu avrikum uttan fyri landoddarnar, skulu tey heldur ikki gloymast, sum heima í Føroyum leggja nógv fyri í bæði venjing og kapping.
Havi onkuntíð fyrr verið inni á tí risastóra samfelagsliga týdningi, ið alt tað stóra og sjálvbodna arbeiðið innan føroyskan ítrótt hevur. Og eg nevni tað gleðiliga enn eina ferð, tí hesin innsatsur, ið fevnur um bæði børn og ung, foreldur og onnur, kann snøgt sagt ikki virðismetast í krónum og oyrum.
Allan sólarringin er ítróttur á skránni, og sanniliga megna okkara egnu kappingar at skapa spenning og intensitet, ið einki stendur aftan fyri tað, vit kunnu uppliva nakra aðrastaðni. Kanska er tað heldur øvugt, at okkara lítla samfelag knýtir okkum øll tættari saman, so ítrótturin tí eisini í allar mátar verður enn meira viðkomandi, enn hann annars hevði verið tað.
At samfelagið kanska ikki altíð dugir at virðismeta hetta, kunnu vit ikki lata okkum forða av, tí tað er ikki júst fyri virðing og løn, at alt arbeiðið verður gjørt, men tí okkum dámar tað væl og vit hava stóran stuttleika av tí.

Dopingeftirlitið komið
Eins og í øllum londum rundan um okkum, verða nú eisini dopingroyndir gjørdar í Føroyum. Tær fyrstu vóru í september mánaði, tá tíggju ítróttarfólk vórðu kannað, seks eftir kapping og fýra undir venjing.
Talan var um tveir svimjarar, tríggjar súkklarar, tríggjar fótbóltsleikarar og tveir hondbóltsleikarar, og vóru allar hesar royndir negativar. Tó var ein roynd positiv við astmaevninum terbutalin, sum er lógligt í Føroyum, men tó krevur heilivágsloyvi, um kappast verður uttanlands ella í altjóða kappingum.
Hesar tíggju dopingroyndirnar vóru tær fyrstu, men verða ikki tær síðstu, tí í framtíðini verða javnan tiknar dopingroyndir av føroyskum ítróttarfólkum. Hetta arbeiði verður gjørt í samstarvi við dopingeftirlitisfólk frá Anti Doping Danmark, sum Ítróttasamband Føroya á hesum øki hevur gott samstarv við.

Føroyar í altjóða høpi
Í september mánaði vóru vit vertir fyri tveimum norðurlendskum fundum, sum báðir eydnaðust stak væl. Annar var fundurin í norðurlendsku felagsnevndini, og hin í norðurlendsku olympisku nevndini. Gestirnir vóru væl nøgdir við, hvussu Ítróttasamband fyriskipaði hesar fundir, og vóru umboð úr øllum norðurlondum við.
Arbeiðið at vinna Føroyum olympiska viðurkenning heldur fram, men enn tykist vera eitt petti á mál. Tó var tað hugaligt enn eina ferð at fáa staðfest á fundinum í september, at bæði vit og grønlendingar hava fullan stuðul frá grannum okkara í royndini at fáa hesa viðurkenning.
Ein táttur, ið arbeitt hevur verið við leingi, hevur verið at fingið ein ítróttarráðgeva, og her eru vit nú komin á mál, og Sølvi R. Hansen er settur í starvi. Starvið verður fíggjað við parti av veddingarpeninginum, sum Mentamálaráðið umsitur. At vit nú eisini hava fingið ráðgeva, styrkir avgerandi arbeiði okkara, ið fevnir um 15.000 limir í umleið 120 feløgum kring alt landið.
Við hesum orðum vil eg fegin takka øllum, ið hava tikið eina hond í og onkursvegna hava verið føroyskum ítrótti at frama í farna árinum. Og fyri 2003, tá vit millum annað síggja fram til oyggjaleikir á Guernsey, ynskja vit øll somul, at tað má gerast eitt minst líka gott ár sum hetta!

Fari at ynskja øllum føroyingum burturi og heima eitt Gott Nýggjár og takk fyri tað gamla.

Við heilsan

Heðin Mortensen
ÍSF forseti