+298 312606 - isf@isf.fo

Ítrótturin tryggjar føroyska heilsu og vælveru


So at siga alt frítíðar- og ítróttavirksemi í Føroyum byggir á sjálvbodna arbeiðsmegi

Tað er eitt ómetaliga stórt og virðirmikið arbeiði, drug sum verður lagt í fyri at fáa tey mongu ítróttafeløgini í Føroyum til at virka.

Í løtuni eru 112 ítróttafeløg skrásett undir teimum 16 sersambondunum undir ÍSF – alt frá smáum feløgum, prescription ið íðka sokallaðar “smalar” ítróttagreinar til heilt stór feløg, treat sum t.d. fimleika- og fótbóltsfeløgini, við yvir túsund limum.

– Tað er eitt ófatiliga stórt virði, sum føroyska samfelagið fær burtur úr teimum ósjálvsøknu fólkum, sum taka á seg eina byrðu, ið annars kundi verið samfelagnum til last. Her hugsi eg serliga um ta uppalandi uppgávuna, sum ítróttafeløgini í Føroyum hava.

– Aktivitetirnir, sum verða fyriskipaðir av ítróttafeløgum – og øðrum frítíðarfeløgum – eiga jú ein rættiliga stóran part í mentunarligu menningini hjá okkara uppvaksandi ættarliði, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.

Vit standa fyri sunnu virðunum
Men ítróttur er so mangt annað enn at skipa fyri venjingum, rørslutiltøkum, føroyameistarakappingum og landsdystum. Seinastu árini hevur Ítróttasamband Føroya lagt ein heiður í at spæla ein aktivan leiklut í strembanini at hækka heilsustøði hjá føroyinginum.

“ÍSF stendur fyri sunnu virðunum í ítróttinum. At eiga eina sunna sál í einum sunnum likami er tað allarbesta. Hetta økir um vælferðina, um trivnaðin í gerandisdegnum”.

Soleiðis stendur millum annað lesa í skrivinum, sum varð sent úr ÍSF-húsinum til Mentamálaráðið í sambandi við at løgtingsfíggjarlógin fyri komandi ár skuldi leggjast.

– Vit ynskja at gera vart við tann stóra týdning, sum ítrótturin hevur. Eisini ynskja vit at gera vart við tað arbeiðið, sum ÍSF ger hóast fíggjarligu rammurnar eru rættiliga avmarkandi, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og nevnir aktiva leiklutin hjá felagsskapinum í sambandi við at Heilsumálaráðið hevur útnevnt hesi seinastu árini til kostár og rørsluár.

Ómetalig virði
ÍSF hevur fleiri ferðir fyrr roynt at kasta ljós á tað ovurstóra virði, ið verður skapt gjøgnum teir túsundtals sjálvbodnu arbeiðstímarnir, sum verða lagdir í ítróttin so at siga hvønn tann einasta dag í árinum.

Men í skrivinum til Mentamálaráðið ger ÍSF eisini vart við, at tær fimm milliónir krónurnar, sum ÍSF seinastu árini hevur fingið á fíggjarlógini, ikki røkkur serliga langt sum afturbering fyri tað kontanta íkastið, sum ítrótturin gevur samfelagnum.

Víst verður millum annað á, at fleiri av ítróttafeløgunum hava løntar venjarar, sum sjálvandi rinda skatt til bæði kommunu- og landskassar. Hartil kemur ein munandi upphædd í ferðaavgjaldi til landskassan, við tað at mett verður at í minsta lagi 3.000 av ferðafólkunum, sum flúgva um flogvøllin koma ella fara í ørindum, sum eru beinleiðis knýtt at ítróttavirksemi.

Meirvirðisgjaldið er eisini ein tyngjandi útreiðsla fyri tey flestu ítróttafeløg, sum hava útreiðslur til eitt nú olju, streym, útgerð, vinningar til bingo, eydnuhjól og lutaseðlar, lýsingar, ítróttaklæðir og útgerð.

Fleiri feløg eru eisini, sum rinda leigu til almennar kassar fyri brúk av hølum og ítróttahallum.

Íløga í vælveru og heilsu
Røðin av fíggjartungum útreiðslum hjá feløgunum er long, og tí heldur Ítróttasamband Føroya, at tá hugsað verður um ta jaligu ávirkan, sum ítrótturin og ítróttafeløgini hava á hundraðtals føroyingar, so kundi tað verið ein tanki hjá politikarunum at frítaka ella endurrinda ítróttinum fyri eitt nú meirvirðisútreiðslurnar.

– Tað hevur týdning fyri okkum at fáa politikarar og myndugleika at broyta hugburð, so at játtanirnar til ítrótt ikki verða fataðar sum ein útreiðsla, men heldur sum ein íløga í vælveruna og fólkaheilsuna hjá tí einstaka føroyinginum

– Men eisini ein íløga til ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar Føroyar í altjóða, sigur Petur Elias Petersen.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.