+298 312606 - isf@isf.fo

Ítrótturin og eg – Tórður Mikkelsen

Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Rørsla er neyðug, therapy tí matarlysturin er góður


Toftamaðurin Tórður Mikkelsen er kendur sjónvarpsvertur í ítróttasendingini 3-2 og nýggju sendingini Frætt og fregnað hjá Kringvarpi Føroya. Hevur áður arbeitt sum tíðindamaður í útvarpinum og á Dimmalætting.

“Venjingarstøðan er hampilig. Tvær ferðir um vikuna spæli eg flogbólt, apoplectic við tveimum ymiskum motiónsliðum. Hetta gevur nokkso fitt av motión hóast alt. Tey klóku siga jú, at smá skiftandi intervallir eru betri og gagnligari venjing enn at gera nakað við javnari og somu ferð. Annars svimji eg ein ella tveir morgnar um vikuna. Hesir aktivitetir eru neyðugir. Plagi eisini at renna. Men tá stígur kemur í, er ringt at koma avstað aftur. Soleiðis havi eg tað akkurát í løtuni. Men vónandi komi eg í gongd aftur at renna áðrenn alt jólaátið kemur fyri. Eg plagi at renna millum fimm og sjey kilometrar einar tríggjar ferðir um vikuna”.

“Eg havi altíð verið limur í B68. Tunt er tað blóð, ið ikki er tjúkkri enn vatn. Tað er eingin loyna, at B68 er tað felagið, ið rørir meg í hjartarøturnar. Tað ger einki annað felag. Eg sympatiseri altíð við teimum smærru feløgunum”.

“Tá eg vaks upp á Toftum, sparkaðu vit nógv, men tað var í skúlagarðinum og á ferjuleguni. Av tí at vøllurin á Toftum ikki kom fyrr enn eg var vaksin, var eg ikki í organiseraðum fótbólti í barnaárunum. Eitt av mínum stóru áhugamálum sum smádrongur var seyðurin. Var dagliga í haganum við tveimum beiggjum, sum vóru grannar hjá okkum. Teir røktaðu hagapartin á Mýrunum – tað er hagin omanfyri Runavík, framvið Toftavatni og yvir til Rituvíkar”.

“Ítróttur og rørsla hava sjálvsagt alstóran týdning bæði fyri tann einstaka og samfelagið. Vit hava jú hvør í sínum lagi ábyrgdina fyri, at venjingarstøðan er so góð sum til ber. Ikki minst tá man í arbeiðnum situr nógv frammanfyri telduni, er tað neyðugt at gera nakað sjálvur. Tí haldi eg, at rørsluárið er kærkomið. Man verður dagliga mintur á hvussu umráðandi tað er at gera nakað sjálvur. Ikki minst í mínum føri er tað umráðandi, tí matarlysturin er sera góður. Eg klári ikki at avskriva smørið á bollan og føroyska róman tá hann hóskar til. Kortini royni eg at minna meg sjálvan á, at tær kaloriurnar, sum rørsla ikki tekur við sær í brenningini, verða sitandi á kroppinum. Fyri meg er tað ein rímiliga góð motivatión”.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.