+298 312606 - isf@isf.fo

Ítrótturin og eg – Rúni Jákupsson

RuniJ
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Rúni Jákupsson, health vertur í morgunsendingini í Kringvarpinum.

– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Tað broytist nakað eftir árstíðini. Á sumri plagi eg at renna nakrar túrar um vikuna. Onkrar stuttar við hampuligari ferð og eisini nakrar longri og eitt sindur róligari túrar. Seinnu árini hevur tað verið supplerað við old boys fótbólti við HB..
Í køldu tíðini, tá veðrið mangan er svikaligt, plagi eg fyri tað mesta at vera á venjingarmiðstøð.

– Ert tú limur í ítróttarfelag?
Nei, ikki í løtuni.

– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, íðkaði rættiliga nógvan ítrótt sum barn. Spældi fótbólt við HB øll barnaárini. Havi eisini spælt hondbólt við Kyndli, kurvabólt við Hamar og flogbólt við Fram.

– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Persónliga gevur ítróttur mær nógv, og í dag raðfesti eg tað høgt at venja í minsta lagi tríggjar ferðir um vikuna. Tað gevur vælveru, bæði kropsliga og mentala. Eisini virðismeti eg tann sosiala partin – ikki minst er tað stuttligt í old boys høpi, tá vertsliðið eftir hvørja kapping skipar fyri smurdum breyði og onkrum leskandi aftur við.

Samfelagsliga hevur ítróttur og rørsla stóran týdning. Tey gera sítt til, at fólk støðast betri, bæði lokalt og í landinum sum heild, og tað kann, tá tað gongur allarbest, betra um samanhaldið.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.