+298 312606 - isf@isf.fo

Ítrótturin og eg – Helena Dam á Neystabø


Ítrótturin & Eg
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Ítróttur hevur eisini týdning fyri at læru, bronchi sale ed hugsavnan og gleði

Helena Dam á Neystabø er landsstýriskvinna við undirvísingar- og mentamálum og harvið eisini ítróttamálum. Hon er útbúgvin cand. mag í donskum og týskum og var á yngri árum rættiliga aktiv á ítróttaøkinum.

“- Eg renni nakrar ferðir um vikuna. Viðhvørt í haganum, ampoule við hvørt á vegunum og ofta á Tórsbreyt. Millum 3 og 6 kilometrar, viagra alt eftir hvussu góða tíð eg havi.
Síðani íðki eg við hvørt eitt sindur í fittneshøli. So svimji eg á sjónum at kalla hvønn dag ein lítlan túr. Tað er heilsubót fyri likam og sál. Mær dámar eisini væl at ganga túrar í náttúruni. Og at arbeiða úti”.

“-Eg eri stuðulslimur í Neistanum. Og havi verið limur í hesum hondbóltfelag síðani eg var ung. Havi eisini verið limur í B36 og spælt fótbólt eitt skifti (tað var í 1984 – tá blivu vit føroyameistarar). Í Neistanum spældu vit eisini flogbólt í nøkur ár. Øll árini, eg las í Danmark, var eg limur í ÍF Føroyum, og spældu vit hondbólt og við hvørt íðkaðu vit ymsan annan ítrótt”.

”- Sum barn gjørdi eg fimleik, og sum smágenta í Danmark íðkaði eg nógvan frælsan ítrótt. Alt í alt hevur mær dámað ógvuliga væl at íðka ymsan ítrótt alt mítt lív. Eisini kappingarítrótt. Men nú er tað bert motión.”

“- Rørsla hevur ómetaliga stóran týdning fyri hin einstaka, fyri trivnað, fyri motivatión, fyri heilsustøðu, og seinast, men ikki minst, fyri førleikan at læra, at hugsavna seg og at kenna gleði.
Tá ið rørsla hevur so stóran týdning fyri øll menniskju, so er tað sjálvsagt, at tað hevur stóran samfelagsligan týdning at fólk flest fara væl um sín kropp.

Tað er ikki neyðugt at íðka ítrótt fyri at kappast við onnur. Men setur man sær fyri at kappast eitt sindur við seg sjálvan, at megna meira í morgin enn í dag – so er tað gott. Tað verður ikki verri um man eisini hugsar um, hvat man etur, og at tað eisini stimbrar kropp og sál.

Nú eg havi orðið, so vóni eg, at allir okkara skúlar duga at síggja virðið í at samskipa frálæru og rørslu í øllum lærugreinum”.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.