+298 312606 - isf@isf.fo

Ítrótturin fyri revsiváttanum

Ítróttasamband Føroya stuðlar ætlanini at savna revsiváttanir fyri fólk, medicine ið skulu útføra uppgávurnar, usa ed at vera m.a. venjarar og leiðarar fyri ungdómin og ikki minst fyri børn, medic   sum  landstýriskvinnan í Innlendismálum, hevur ætlaninr at innføra.

Føroyar eru í løtuni eitt grásonuøkið, tí vit eru einasta landið her um leiðir, ið ikki krevur  slíkar váttanir frá fólkum, ið vera sett at venja og annars passa okkara børnum í frítíðini.

Um  lógin verður sett í gildið í Føroyum, so vilja vit sjálvandi fylgja lógini og krevja inn revsiváttanir frá okkara venjarum og leiðarum, sum hava við børnini at gera.

Føroyskur ítróttur vil sjálvandi tryggja øllum, sum íðka ítrótt, at trygg kor eru kring um, og vil sjálvandi mótvirka, at kynsligur ágangur kann koma fyri, tá børnini eru til venjing ella sum heild eru í ítróttaliga umhvørvinum.

Kynsligur ágangur er avgjørt ikki foreiniligar við ítrótt og virðisgrundarlagi hjá ítróttini.

Fyri okkum, er tað ófrávíkiligt yvirskipað krav, at í føroyskum ítrótti skal tað vera trygt at vera fyri øll, eisini óansæð førleika.

Endamálið við slíkum revsiváttanum er at gera tað ómøguligt hjá persónum, sum eru dømd fyri seksuellar atgerðir, at koma í starv í felagnum, sum venjari ella leiðari, at gera nýggjan ágang ímóti børnum.

Viðmerkjast skal, at hesar váttanir ikki kunnu standa einsamallar, tí øll, ið gera slíkan ágang, vera ikki meldaði og/ella dømd. Men hetta kann virka fyribyrgjandi og gera tað, at tey, sum eru dømd, ikki søkja ella ynskja at gerast venjari ella leiðari hjá børnum innan ítróttina.

Tað snýr seg eisini um nógv um fyribyrging, opinleika, kunning og ymiskar praktiskar fyriskipanir í feløgunum, fyri at fyribyrgja kynsligum ágangi.

Faldari
Til  kunnleika, so hevur Ítróttasamband Føroya, tá skipanin kom í gildi í Danmark, sent  kunningartilfar til feløgini, sum Danska Ítróttasambandið hevur latið gjørt, har vegleiðingar eru um, hvussu man ber seg at, um mistanki er um ella atgerð er framd, og eisini hvussu man sum venjari kann gera fyri at sleppa undan at koma í óhepnar støður, sum kanska kunnu misskiljast.

Faldarin kann annars umbiðjast á skrivstovuni hjá ÍSF, sum sendir hann út, uttan kostnað.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.