+298 312606 - isf@isf.fo

Kaj Leo Johannesen

KajLeo

Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Rørslan tryggjar javnvág


Kaj Leo Johannesen, viagra løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, generic cheap var kendur innan ítróttaheimin áðrenn hann fór upp í politikk. Hann hevur spælt bæði fótbólt og hondbólt á høgum stigi, var eitt skifti fastur í hópinum hjá fótbóltslandsliðnum. Kaj Leo Johannesen er skrásettur fyri 4 altjóða skrásettar A-landsdystir, og fyrr í ár stóð hann í málinum, tá føroyska veteranlandsliðið spældi móti einum íslendskum veteranlandsliði. Sum Løgmaður er Kaj Leo Johannesen verji hjá ítróttinum.

”Eg svimji 1 kilometur hvønn morgun, og spæli innandura fótbólt tríggjar tímar um vikuna. Síðani renni eg onkran langan túr av og á, eitt nú frá Havn til Kirkjubøar, hetta fyri ordiliga at blæsa út.”

”Ja, eg eri limur í HB og Kyndil”

”Ja, havi íðkað síðani eg var 6 ár við HB og 3 ár seinni við Kyndil”

”Ítróttur og rørsla hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg. Eg havi frá barnsbeini lært, at tað er mín ábyrgd at taka mær av mær sjálvum, eisini mínari heilsu. Um eg livi sunt, minki eg um møguleikan at gerast ein byrða fyri heilsuverkið, tí vælferðarsjúkur eru ein tann størsta avbjóðingin í framtíðini. Síðani fái eg meira styrki í tí dagliga arbeiðinum, sum krevur ómetaliga nógv. Eg havi eina lívsáskoðan tá talan er um persónliga javnvág, ið kann lýsast í myndamáli sum er ein tríhyrningur, har síðurnar umboða andaliga styrki, sálarliga styrki, og kropsliga styrki. Um ein av síðunum manglar, eri eg ikki í javnvág.”

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.