+298 312606 - isf@isf.fo

John William Joensen

jwj600x345Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Hesa ferð er gesturin John William Joensen, capsule blaðstjóri á Norðlýsinum

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Eg haldi meg í form við at hjúkla um konu og børn. Eisini er ein vatnfløska frá Føroya Bjór tryggur fylgisneyti!

Ert tú limur í ítróttarfelag??
Havi bara verið limur í KÍ og farið ongantið av skifta felag, so leingi sum eg hava vit og skil.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Havi altíð spælt við KÍ síðani piltaárini og havi eisini staðið nógv á skí sum barn og ungur – tó kavin vitjar ikki longur.

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri samfelagið – men eg haldi tó, at samfelagið í dag hevur størri tørv á at standa saman og geva sær stundir til samveru. At fara út at renna er ikki gott fyri sosialu samveruna – har hevur ein hugnaligur biti saman við familju og vinfólki nógv størri týdning.

Var tað ikki fyri tað ÍSF og tey, sum gera ólønt arbeiði, var einki samfelag! Um vit bara høvdu tað, sum fólk hava fingið løn fyri – so var sera lítið. Trúgvi, at fólkatalið í landinum hevði verið helvtina minni, um vit ikki høvdu fólk sum gera ólønt arbeiði.

Tey 35 árini, eg var aktivur í ítróttarfelagskapi, fekk eg ongantíð eina krónu, men tað besta er, at eg fekk hópin av vinfólkum og ein breiðan og samansettan vinaskara. Eisini hava eg upplivað, hvussu stóran mun gott ungdómsarbeiði ger. Tað mugu og skulu itróttarleiðarar leggja sær í geyma, at ungdómsarbeiði er grundarlagið undir úrvalsítrótt – har hevur tað alstóran týdning at halda hesi bæði atskild!! Eingin má offra ungdómsarbeiðið fyri eina medalju – hetta er mest grundleggjandi málsetningurin undir einum felag, sum vil vaksa og trívast.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.