+298 312606 - isf@isf.fo

Finnur Jensen


Ítrótturin & Eg
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Ítróttur er altavgerandi fyri vælveruna og sjálvsvirðið

Finnur Jensen lesur fjølmiðlavísindi í Århus, ed ed og er stundum at hoyra og síggja í Kringvarpi Føroya. Mest er hann tó kendur sum ein av sangarunum í vælumtókta tónleikabólkinum Páll Finnur Páll.

“- Eg gangi í fitness nakrar ferðir um vikuna, cialis og renni javnan longri túrar. Túrarnir eru tíverri blivnir styttri, ed nú eg aftur eri byrjaður at roykja”.

“- Nei, eg eri ikki limur í ítróttafelag í løtuni. Havi verið limur í HB sum barn og seinni í Ítróttarfelagnum Fram (FC Hoyvík) sum tannáringur, tí vit fingu ókeypis sodavatn eftir venjing. Tað steðgaði tíverri, tá ungdómsarbeiðið hjá Fram datt niðurfyri; men í studentatíðini vendi eg aftur til Fram – var tó mest fastur beinkjaverkari hjá 4. deildarliðnum”.

“- Sum barn spældi eg fótbólt og snoddaði til aðrar ítróttargreinar, bæði hondbólt, flogbólt og svimjing, men tað festi seg ongantíð. Varð eisini tvungin at ganga til fimleik í skúlanum. Tað var forferdiligt. Áðrenn hvønn tíma vórðu vit settir í eina røð eftir hædd – tann minsti fremst, og tann hægsti aftast – at marsjera runt og syngja “Á leikvøllum funnust í forðum” nakrar ferðir. Teir, ið ikki dugdu at standa á hondunum vórðu mobbaðir. Í so fascistiskt til mín smakk”.

“- Fyri meg persónliga er ítróttur og rørsla altavgerandi fyri vælveruna og serliga sjálvsvirðið. Samfelagsliga hevur tað nógv at siga fyri samanhaldið millum ung og ikki minst eitt týdningarmikið standpunkt fyri serliga bygdirnar. Haldi tó ikki, at ítróttur hevur eitt so mentanarligt virði, sum fleiri vilja gera tað til”.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.