+298 312606 - isf@isf.fo

Bjørn Kalsø


Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Ein partur av tí at halda meg í form er komið mest sum av sær sjálvum, generic við tað at eg eri bóndi, here og mær dámar sera væl at fáast við seyð og at ganga í haganum. Nógv annað kropsligt arbeiði fylgir eisini natúrliga við bóndastarvinum.

Tá stundirnar ikki eru so góðar til hagan og arbeiðið á garðinum, free ed orsakað av tíðarkrevjandi politiskum arbeiði, haldi eg meg í form við at renna.

Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg eri limur í ítróttafelag og gongufelag.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Havi íðkað nógvan ítrótt sum barn, men byrjaði ikki av álvara at luttaka í ítróttakappingum fyrr enn um 12 – 13 ára aldur.

Havi annars spælt flogbólt við Mjølni, har tað eydnaðist at vinna fleiri FM-heiti, bæði í yngri- og í fremstu deildini. Flogbólturin var ítróttagreinin, eg gjørdi mest við sum vaksin, men eg havi eisini spælt fótbólt við KÍ og hondbólt við Stjørnuni. Eisini í hesum greinum vunnu vit FM-heiti, men hetta var í yngru deildunum. Kappróðurin havi eg eisini roynt við Fípuni Føgru og fimleikin við Klaksvíkar Fimleikafelag. Mær hevur eisini dámt sera væl at svimja.

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítróttur og rørsla hevur stóran týdning fyri meg, sjálvt um eg ikki longur eri virkin í kappingaítrótti. Mær dámar væl at fylgja við gongdini innan flestu ítróttagreinum og hyggi m.a. eftir fótbólti, flogbólti, hondbólti, kappróðri og fimleiki.

Synirnir fáast við ítrótt, og er tað serliga, tá teir spæla, at eg hyggi, um tað á nakran hátt ber til.
Ítrótturin er við til at eggja fólki til at halda seg í venjing, ein kemur natúrliga í samband við nógv fólk um landið, frítíðin fær innihald, og familjan kann savnast um felags áhugamál.

Samfelagið fær eisini gagn av øllum tí stóra sjálvbodna arbeiði, ið verður lagt í ítróttin av eldsálum, sum ítróttafeløgini ikki høvdu kunnað verið fyri uttan. Tí við ítróttinum verður frítíðin hjá ungdómi nýtt til nakað, ið er mennandi og gevur meining.

Ítrótturin ger eisini fólk tilvitað um at liva sunnari og er uttan iva við til at minka um lógarbrot millum ung. Við hesum vinnur samfelagið nógv.

Samfelagið hevur tí eisini stórt gagn av tí nógva sjálvbodna arbeiðinum í nógvu ítróttafeløgunum kring landið.

Eitt annað, sum hevur sera stóran samfelagsligan týdning er, at ítrótturin og nógv av okkara framúr góðu ítróttafólkum, umboða okkum úti í heimi við góðum úrslitum. Slíkt er við til at styrkja okkara samleika sum tjóð og er samstundis við til at gera Føroyar kendar úti í heimi.

Tað var eisini nemandi at vera í London og síggja Paralympisku Leikirnar í summar. Slík uppliving slær bara enn fastari týdningin, ið ítrótturin hevur!

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.