+298 312606 - isf@isf.fo

Barbara Holm

barbarahHeimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Hesa ferð er gesturin Barbara Holm, allergist miðlafólk

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Í løtuni venji eg eitt program, buy sum eitur Insanity. Tað merkir, at eg venji seks dagar um vikuna. Annars plagi eg at venja nógv í Fitness World, og har er tað alt frá spinning til styrkivenjingar. Haraftrat royni eg at eta sunt. Eg skal viðganga, at eg snýti ofta, og mær dámar væl grillmat o.s.fr., men eg royni hvønn dag at eta minni enn eg forbrenni.

– Ert tú limur í ítróttarfelag?
Nei, tað eri eg ikki.

– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Tá man veksur upp í einari ítróttarbygd, sum Vágur er, so roynir man seg sjálvandi innan tær ítóttargreinar, sum bygdin hevur at bjóða. So eg spældi hondbólt, fótbólt og svam, tá ið eg var yngri, men eg kann erligt viðganga, at ítróttur ikki er mín sterka síða :).

– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Fyri meg er tað blivið rættiliga umráðandi at venja fleiri ferðir um vikuna. Eg havi ikki altíð vant, men síðani eg byrjaði fyri nøkrum árum síðani, eri eg blivin sera glað fyri tað, og onkursvegna “avhengig” av tí. Eg haldi tað er týdningarmikið fyri alt samfelagið at røra seg, og at hugsa um heilsuna. Vit liva í einum samfelag har vælferðarsjúkurnar í veruleikanum eru størsta hóttanin móti okkara heilsu. Vit røra okkum ov lítið og eta ov nógv. Tí haldi eg, at rørsla hevur nógv at siga – óansæð um talan er um at spæla viðurkendan ítrótt, ella um talan er um fitness ella aðrar líknandi venjingar. Og so haldi eg eisini, at tað er sera týdningarmikið at hugsa um hvat ein etur í gerandisdegnum.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.