+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttur – fólkaheilsa, úrvalsítróttur og verkløg

tidargrein
Tíðargrein um nýggjárið 2012-2013

Góðir rørsluvanar, try sum eru lærdir á ungum árum, kunnu fáa avgerandi týdning fyri heilsuna seinni í lívinum.

Nú um ársskiftið er upplagt hjá okkum øllum at steðga á eina løtu og hyggja eitt sindur nærri at ymiskum viðurskiftum í samfelagnum. Sum forseti í Ítróttasambandi Føroya kenni eg tað sum eina skyldu serliga at hugsa um tað, sum rørir seg á ítróttarøkinum.

Niðanfyri fari eg at tríva í trý ymisk viðurskifti, sum hava serligan týdning í løtuni: fólkaheilsa, úrvalsítrótt og ítróttarverkløg.

Fólkaheilsa
Ítróttasamband Føroya átti í síni tíð hugskotið at skipa fyri einum rørsluári, og varð hetta fyriskipað í 2009.

Endamálið við árinum – at varpa ljós á týdningin av rørslu fyri fólkaheilsuna – varð væl og virðiliga rokkið. Afturat fjølbroyttum rørslu- og fólkaheilsutiltøkum við ymiskum fyriskiparum og einum stórum luttakaraskara, varð ein neisti birtur, sum síðani hevur verið væl stimbraður av stóra talinum av fólki, ungum sum gomlum, sum røra seg í skipaðum og óskipaðum ítrótti. Vit fegnast um hetta.

Men ynskiligt er, at enn fleiri koma at kenna vælveruna og heilsuligu ágóðarnar við at vera likamliga virkin. Nógv av teimum, sum íðka motiónsítrótt, hava verið virkin stóran part av lívinum.

Tíanverri hoyra vit javnan um, at okkara børn og ungu hinvegin gerast alt meiri óvirkin. Samstundis sum nógv taka lut í skipaðum ítrótti, eru tað alsamt fleiri, sum fáa lítla rørslu útyvir ítróttatíman í skúlanum.

Eg vil tí heita á landsins myndugleikar at royna at fáa fleiri ítróttatímar inn í skúlagongdina. Øll børn ganga í skúla, og tí hava vit í skúlanum eitt gylt høvi at fáa øll børn í Føroyum til at gerast meiri virkin.

Eitt hóskandi mál kundi verið, at øll børn frá 1.-10. flokk skulu røra seg minst ein tíma um dagin í skúlanum. Áðrenn vit missa endamálið burtur í útrokningum av kostnaðinum av einum slíkum átaki, er vert at minnast til, at ítróttarfeløg kring landið hava útbúnar venjarar, sum dagliga taka sær av at venja børn og ung. Tað kundi tí verið eitt hugskot, at almennu myndugleikarnir samstarvaðu við ítróttarfeløgini um at veita øllum skúlabørnum rørslutilboð í tilknýti til skúlagongdina, t.d. seint seinnapartin.

Tað kundi samstundis verið ynskiligt, at skúlarnir taka táttin uppaftur við landsumfatandi ítróttardøgum, sum afturat sosialu samveruni millum næmingar úr øllum landinum varpa ljós á ítróttin innan skúlagátt.

Í skúlunum hevur tað eisini stóran týdning, at skúlagarðar og uttanumøki eru skipaði, soleiðis at næmingar fáa hug og umstøður fyri rørslu í fríløtunum.

Endamálið við rørslutilboðunum í skúlanum er, at okkara børn og ungu fáa hug til rørslu og likamligt virksemi fyri lívið. Góðir rørsluvanar, sum eru lærdir á ungum árum, kunnu fáa avgerandi týdning fyri heilsuna seinni í lívinum.

Úrvalsítrótt
Komandi summar verða Oyggjaleikir aftur fyriskipaðir – hesuferð á Bermuda. Eini 100 føroysk ítróttafólk fara longu leiðina yvirum hav at luttaka á leikunum. Hesi 100 eru úrvalsítróttafólk innanfyri sínar ítróttagreinir.

Í summar høvdu vit tveir íðkarar við á ávíkavist Olympisku og Paralympisku leikunum. Eisini í øðrum ítróttagreinum taka úrvalsítróttafólk lut í landsdystum og øðrum millumtjóðakappingum kring heim.

Seinnu árini hevur verið arbeitt miðvíst við eini serstakari játtan til úrvalsítrótt. Hetta arbeiði hevur stóran týdning fyri okkara bestu ítróttafólk, men so sanniliga eisini fyri okkara ungu íðkarar, sum finna sær fyrimyndir millum tey vaksnu.

Eitt miðvíst úrvalsarbeiði, ið gevur ungum talentum og úrvalsíðkarum møguleikan at gerast so góð, sum til ber, kann hjálpa okkum at røkka málinum at kappast í fremstu røð í heiminum og enntá at vinna heiðursmerkir í evropeiskum og alheims kappingum.

Samfelagsliga hevur luttøkan hjá okkara úrvalsítróttafólkum í altjóða kappingum eisini ovurhonds týdning. Ítróttur er fremsta brandingin hjá Føroyum. Fótbóltslandsliðið og avrikini hjá Pál Joensen innan svimjing eru livandi dømi um hetta.

Samstundis sum ítróttarfeløg kring landið, sersambondini og ÍSF, kommunur og landsmyndugleikar royna at geva breiða hópinum av føroyingum ítróttartilboð, sum eru skipaði í mun til støðið hjá tí einstaka, hevur tað stóran týdning at skipa fyri tilboðum til úrvalsítróttarfólkini, sum mynda føroyska ítróttarsamleikan í mun til umheimin.

Ítróttaverkløg
Ein týðandi partur av øllum ítróttararbeiði eru tær hallir og teir vallir, sum skulu nýtast til at íðka ítróttin í og á.

Vit hava góðar ítróttaumstøður í føroyum, og tað eru vit takksom fyri. Land og kommunur útbyggja støðugt karmarnar, so lokalu ítróttarfeløgini kunnu skipa fyri virksemi sínum.

Eitt rák, sum gerst alt meiri sjónligt, er, at verkløg verða bygd saman í deplar. Hetta fegnast vit um, eftirsum ítrótturin og lokalsamfeløgini annars fáa størri gagn av verkløgum, ið kunnu hýsa ymiskum fjølbroyttum virksemi og størri tiltøkum.

Ymiskt er, hvussu raðfest verður, og nær ítróttarverkløgini verða gjørd. Afturat natúrligu menningini eru tíðarskeið, tá neyðugt er við einum eyka innsatsi. Fram til Oyggjaleikirnar í 1989 vórðu eyka tøk tikin, m.a. við økinum til frælsan ítrótt á Svangaskarði.

Og nú bjóða vit okkum fram til at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Tað er tí ein hóskandi løta hjá okkum beint nú at hyggja at, hvussu støðan er við ítróttarverkløgum í Føroyum. Hvussu hava vit ment okkum síðani 1989? Hvørji verkløg mangla, ella hava tørv á endurnýggjan?

Tað er greitt, at tørvurin er stórur á einum golfvølli í Føroyum, og eru fyrstu stigini tikin at gera ein vøll á Glyvursnesi.

Ítróttasamband Føroya fer í næstum at taka stig til eina kortlegging av føroysku ítróttarverkløgunum, soleiðis at myndugleikar, ítróttarfeløg og sersambond betur gerast før fyri at meta um tørvin.

Føroyskur ítróttur er í støðugari menning – í luttakaratølum, í breidd, í dygd og í týdningi fyri samfelagið. Ein fortreyt fyri hesi menning er, at vit øll samstarva um ítróttin – úti í okkara lokalsamfeløgum og í landshøpi.

Ítøkiliga er tørvur á, at ítrótturin verður raðfestur í fíggjarætlanunum hjá landi og kommunum, bæði tá tað snýr seg um hallir og vallir, og tá tað kemur til beinleiðis stuðul til sjálvbodna arbeiðið í ítróttarfeløgum, sersambondum og Ítróttasambandinum.

Petur Elias Petersen
Forseti
Ítróttasamband Føroya

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.