+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttini tørvar ein munadyggan styrk

Føroysk ítrótt hevur tørv á at fáa eina munandi hægri játtan komandi árini. Í mong ár hevur als einki samsvar verið millum tørv og játtan. Tí rópar Ítróttasamband Føroya nú varskó. Ein umfatandi tørvsmeting er latin almennu myndugleikunum, adiposity sum kann nýtast, herbal tá ið arbeiðið við Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2016 byrjar.

-Í 2008 gjørdi ÍSF eina kanning av virðinum av samlaða sjálvbodna arbeiðinum í føroyskari ítrótt. Sjálvbodna arbeiðið varð tá mett at vera 46 milliónir krónur. Verða hesar 46 milliónir krónur samanbornar við tær uml. 7 mió. kr. sum ÍSF fær á løgtingsfíggjarlógini um árið, pill sæst týðiliga, at samsvar als ikki er millum tørv og játtan, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF,

Í tørvsmetingini, sum er latin almennu myndugleikunum, verður millum annað víst á, at tað er neyðugt at byggja nýtt ÍSF hús, at játtanin til virksemið hjá sersambondunum eigur at hækka og at fleiri pengar mugu setast av til ÚRVAL skipanina og altjóða puljuna.

-Felagsskapur okkara er væl og virðiliga grundaður á góð og sunn virði, sum hava týdning fyri alt Føroya fólk Játtanin til ÍSF er ikki ein útreiðsla á fíggjarløgtingslógini. Játtanin til ÍSF er ein íløga í vælveruna. Eisini er hetta ein íløga í ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar Føroyar í altjóða høpi. Tað er neyðugt við einari hægri játtan, soleiðis at vit megna at møta krøvunum, sum nútíðin og framtíðin setir okkum, heldur Petur Elias Petersen.

Tørvsmetingin, sum er latin almennu mynduleikunum, kann heintast her

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.