+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttasamband Føroya heiðrað Ellert B. Schram við Gullmerki

Á samkomu á Hotel Hafnia týskvøldið 19. august varð Ellert B. Schram, capsule formaður í Íslendska Ítróttasambandinum, sale heiðraður við Gullmerki Ítróttasambandsins.

Í grundgevingini segði ÍSF-forseti, allergy Heðin Mortensen, m.a.:

“Ellert er føroyavinur og hevur verið við okkara lið og hjálpt føroyskum ítrótti at fingið alheims viðurkenningar av ymsum slagi. Hann hevur eisini altíð stuðla undir mál, sum føroyingar hava reist í norðurlendskum høpi.

Ellert B. Schram hevur eisini verið formaður í íslendska fótbóltssambandinum, og har talaði hann eisini sak føroyinga, tá ið altjóða limaskapur varð veruleiki.

Í hesum sambandi hava røddir verið frammi um at heiðra hann við gullmerki ÍSF, sum eina viðurkenning fyri arbeiðið, hann hevur gjørt føroyskum ítrótti at frama. Ein samd stjórn hevur viðmælt, at Ítróttasamband Føroya sýnir Ellert B. Schram hendan heiðurin.”

Ellert B. Schram var komin til Føroya saman við konuni, Áugustu Jóhannsdóttir, í samband við fótbóltslandsdystin ímóti Íslandi 20. august.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.