+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttasamband Føroya havt aðalfund

Leygardagin 16. mai hevði Ítróttasamband Føroya aðalfund á Hotel Føroyum. Aftrat føstu táttunum við formansfrágreiðing og roknskapi, pills var val av nevndarlimum eisini á skránni. Verandi varaforsetin, drugs Petur Elias Petersen, case skrivarin, Katrin Joensen, og varalimurin, Petur Ove Petersen, vórðu afturvald uttan mótvalevni. Heðin Mortensen fekk handað heiðursskjal í samband við, at aðalfundurin í fjør valdi hann til heiðurslim í Ítróttasambandinum.

Tá sjálvur fundurin var liðugur, var fyrilestur um skipan av ítróttafeløgum og nevndararbeiði við Jan Gudnitz, ráðgeva hjá danska ítróttasambandinum.

Tak formansfrágreiðingina niður her (1,3 mb pdf), ella les tekstin niðanfyri myndirnar.

Tak framløguna hjá Jan Gudnitz niður her (228 kb pdf).

Formansfrágreiðing 2008-2009
-Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 16. mai 2009

Á aðalfundinum hava vit høvi at líta aftur um bak at farna árinum innan føroyska ítróttarheimin. Vit líta samstundis frameftir við bjartari vón um økt virksemi og størri fjøld av ítróttarvirknum føroyingum.

Hóast vit soleiðis mugu steðga á eina løtu, er hetta eitt sindur í andsøgn við sjálvan ítróttin, ið altíð strembar fram móti næsta málinum. Tá vit seta okkum afturá, og fortíðar avrik fylla meira í sinninum enn framtíðar dreymar, er tíð at gevast.

Hetta vildi kanska verið nærlagt í ár, nú Ítróttasamband Føroya fyllir 70 ár. Sum 70 ára gamal er kanska nattúrligt at hyggja aftureftir, men við rákinum í dag við longdari livitíð og betraðari lívsgóðsku, kann roknast við, at nógv góð ár eru eftir.

Tað hóskar tí væl, at 2009 er rørsluár í Føroyum. Á hvønn hátt kundu vit betur hátíðarhildið runda føðingardagin hjá ítróttasambandinum, enn við júst at síggja allar føroyingar røra seg í skipaðum og óskipaðum ítrótti?

Vit vilja tí við hesi frágreiðing ly?sa virksemið farna árið sum klípi í støðuga framburðinum hjá ítróttinum. Vit røkka ongantíð á mál, tí vit seta okkum støðugt ny?ggj mál. Hetta er ítróttur.

Almennur stuðul
Játtanin á fíggjarlógini til ítrótt stóð í stað í nógv ár, men í tíðarskeiðinum 2008-90 hendi tað gleðiliga, at løgtingið valdi at hækka játtanina til ítrótt í tveimum førum. Á fíggjarlógini fyri 2008, ið varð samtykt í mai 2008, vóru 100.000 krónur settar av til Norðurlendska skrivstovu hjá ÍSB, og 100.000 vóru somuleiðis settar av til kvinnufótbólt. Ítróttasambandið fegnaðist um stuðulin, hóast vit vístu almennu myndugleikunum á, at tað var óheppið, at løgtingið markaði játtaðan pening beinleiðis til ávísar ítróttagreinir.

Á fíggjarlógini fyri 2009 vórðu so 600.000 krónur settar av til úrvalsítrótt. Í mun til tær 2 milliónirnar, sum ÍSF hevur fingið í nógv ár, var hetta ein góð hækking. Stuðulin til ítróttaferðir innanoyggja er óbroyttur 3,25 milliónir krónur.

Ítróttasamband Føroya eftirly?sir eini felags játtan til føroyskan ítrótt heldur enn serstakar játtanir til eitt nú ÍSF og ferðing innanoyggja. Hetta hevði bøtt um rásarúmið og lætt um tilrættisleggingina av virkseminum hjá ítróttinum.

Tað er samstundis av alstórum ty?dningi, at Ítróttasamband Føroya eisini í framtíðini fær játtaðan pening til ítrótta- og ungdómsráðgevan. Higartil er hesin peningurin í styttri og longri tíðarskeið játtaður fyribils av Veddingarpeninginum, sum Mentamálaráðið umsitur. Ítróttasamband Føroya ynskir, at skipanin við ráðgevanum kemur í eina fasta legu, antin sum partur av veddingarpeninginum ella á fíggjarlógini.

Ítróttavedding
Stóri parturin av fíggingini av sersambondunum kemur frá stuðlinum frá Ítróttavedding. Tað eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Landsty?ri og Føroya Ungdómsráð, sum eru partaeigarar í Sp/f Ítróttarvedding, og tað eru hesi, ið fáa ágóðan av veddingini soleiðis, at Ítróttasambandið fær 60 prosent, Føroya Ungdómsráð 20 prosent og landssty?rismaðurin við mentamálum 20 prosent.

Fyrsta avtalan, ið Ítróttavedding gjørdi við Danske Spil eftir „entreprenørmodellinum“, var úti á sumri 2008. Og ny?ggj avtala, eftir sama leisti sum undanfarna er undirskrivað. Avtalan er galdandi frá 1. juni 2008 og til 2013. Vit fáa nú útlutaðan pening eftir, hvussu nógvur umsetningur er í Føroyum, frádrigið vinningar og umsiting annars, sum Danske Spil tekur sær av. T. v. s. at nú er talan um nærum føroyskt spæl, men tó hava vit atgongd til stóru vinningarnar hjá Danske Spil, m. a. Lotto, har vinningarnir hvørja viku eru fleiri milliónir. Onkur millióningur man helst vera komin í Føroyum grundað á hetta.

ÍSF fær á leið somu upphædd útlutaða í ár, sum undanfarna ár, umleið 5.4 mió kr, og hetta gleðast vit innan ítróttina um, tí uttan hesa avtalu og hesar pengar, hevði verið torført at skipað fyri tiltøkum innan ítrott.

Norðurlenskur stuðul
Føroyskur ítróttur hevur í nógv ár fingið stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til luttøku hjá ungum í norðurlendskum ítróttakappingum. Føroyar, Ísland og Grønland hava fingið lut í tilsamans 1 millión krónur. Føroyski parturin av hesum hevur verið knappar 300.000 krónur. Hesin stuðulin er nú fallin burtur, við tað at ráðharraráðið hevur valt at gevast við stuðlinum til ítrótt.

Norðurlendsku ítróttasambondini og olympisku nevndirnar undirskrivaðu á norðurlendska felagsfundinum
í fjør eina áheitan á Norðurlendska Ráðharraráðið at skipa fyri, at stuðulin varð tikin upp aftur. Hesin stuðulin er farin beinleiðis til norðurlendska luttøku hjá ungum, ið ikki altíð hava so lætt við at finna vinnuligar stuðlar, og tí harmast Ítróttasambandið almikið, at stuðulin fyribils er avtikin.

Ítróttasamband Føroya hevur heitt á Mentamálaráðið at gera sítt til, at tátturin verður tikin upp aftur, og Mentamálaráðið hevur borið ynskið víðari til Norðurlendska Ráðharraráðið.

Førleikamenning
Á stjórnarfundi 21. august 2008 varð avgerð tikinum at seta pening av til grundleggjandi skeið fyri venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Hóast fleiri ítróttagreinir hava vælskipað skeiðstilboð innan sína egnu ítróttagrein, varð á evnisdegnum á heysti 2007 mett, at tørvur var á førleikamenning av venjarum hjá børnum og ungum.

Síðani eru í fy?ra umførum, á heysti 2008 og vári 2009, hildin skeið við heitinum „Ítróttur fyri børn og ung“. Eisini hevur eitt víðkað skeið verið um ítróttavenjing og ítróttaskaðar. Skeiðini eru partar av venjaraútbúgvingini hjá danska ítróttasambandinum, ið eisini hevur lænt okkum skeiðshaldarar.

Flest allar ítróttagreinir hava tikið lut á skeiðunum, og ummælini hava verið sera jalig. Stjórnin hevur avgjørt at halda fram við skeiðsrøðini.

Í samband við aðalfundin í 2008 varð ein ny?ggjur táttur royndur, har førleikamenning gjørdist partur av sjálvum aðalfundinum hjá ÍSF. Svein Femtehjell úr Noregi helt fyrilestur um „Ítrótt sum menningarstað fyri børn og ung“ og í ár er tað so Jan Gudnitz úr Danmark, ið fer at greiða frá evninum „Felagið sum eitt lið, nevndin sum eitt toymi.“

Úrvalsítrótt
Í kjalarvørrinum á fleiri góðum avrikum hjá føroyskum ítróttarfólki í 2008, eitt nú Pál Joensen í svimjing, Katrin Olsen í róðri og føroyskum fótbólti í evropeiskum kappingum, varð skipað fyri einum evniskvøldi um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini 3. november 2008.

Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason høvdu framløgur, og síðan var kjak millum fundarluttakarar og eitt panel mannað við Kaj Leo Johannesen, løgmanni, Helenu Dam á Neystbø, mentamálaráðharra, Páll Isholm, leiðara av miðnámsskúla við ítróttabreyt, Kristinu Háfoss, umbðandi vinnulívið, Una Arge, fyrrverandi yrkisítróttafólki, Katrin Brisenfeldt, ÍSB-svimjara og leiðara, Hera Ziska, ítróttarprofili, og Sølva Reinert Hansen, ÍSF-forseta. Evniskvøldið varð sent beinleiðis í Útvarpinum, samstundis sum livandi myndir og framløgur og annað tilfar kundu síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Ítróttasamband Føroya fegnast um hetta frambroti í samstarvinum millum ÍSF og Kringvarpið.

Stjórnin viðgjørdi á fundi í november evniskvøldið og úrvalsítrótt sum heild. Hóast jalig fyri eini úrvalsskipan, stóð greitt, at hetta ikki var ein uppgáva, ið verandi fíggjarkarmar hjá ítróttinum megnaðu at rúma.

Í samband við fíggjarlógarviðgerðina hevði starvsnevndin fundir við umboð fyri politisku flokkarnar, har greitt varð frá tí, ið rørdi seg í føroyska ítróttarheiminum. Tá avtornaði valdi løgtingið at seta kr. 600.000 av til úrvalsítrótt á fíggjarlógini fyri 2009.

Í januar vóru kanningar gjørdar av skipanum fyri úrvalsítrótt í Íslandi, Danmark og Svøríki. Á stjórnarfundi í februar varð málið umrøtt av ny?ggjum. Tað er greitt, at tað eru nógvir hættir at skipa eitt arbeiði innan eitt so víðfevnt evni sum úrvalsítrótt. Og tí var kjakið fjølbroytt og lívligt. Starvsnevndin hevði gjørt uppskot, ið fevndi um fy?ra tættir: beinleiðis stuðul til útvald úrvalsítróttafólk, kanningar, skipaði lestrarviðurskifti og eitt ráðgevandi toymi.

Stjórnin tók at enda avgerð um at seta góðan helmingin av peninginum til úrvalsítrótt av til strembanina eftir at gera Pál Joensen til besta svimjara í heiminum. Restin varð sett av til kanningar og upply?sing. Sum liður í hesum seinna vera tvey evniskvøld fyri oyggjaleikaluttakarar nú fram til Oyggjaleikirnar á Álandi.

Stjórnin valdi í fyrsta umfari ikki at fara at leita eftir vinnuligum stuðlum, eftirsum hesir stuðlar ivaleyst mugu finnast millum teir, ið longu stuðla sersambondum og ítróttafeløgum. Við fíggjarligu útlitunum beint nú metti stjórnin tað ikki vera rætt, um ein úrvalsskipan tekur stuðlar frá øðrum pørtum av ítróttinum.

Etikkur og virðir
Í samband við viðgerðina av úrvalsítrótti luttóku Katrin Joensen, skrivari í starvsnevndini, og Ninna R. Ørvarodd av skrivstovuni eisini í einum norðurlendskum seminari um etikk og virðir innan úrvalsítrótt, sum danska ítróttasambandið skipaði fyri. Ljós varð varpað á evnið, ymsu londini høvdu høvi at greiða frá sínum arbeiði á økinum, og tosað varð um, hvussu føgru orðini og góði viljin kundi ny?tast í dagliga arbeiðinum innan ítrótt.

Føroyar í rørslu
Ítróttasamband Føroya heitti á aðalfundinum 2002 á landsins myndugleikar at skipa fyri einum rørsluári, „Føroyar í rørslu“, har samfelagið í síni heild varpar ljós á ty?dningin av at røra seg. Í 2008 valdi Hans Pauli Strøm, landssty?rismaður í heilsumálum, at útnevna 2009 til rørsluár.

Í hesum sambandi skipaðu Heilsumálaráðið, Fólkaheilsuráðið og Ítróttasamband Føroya fyri ráðstevnu um „Føroyar í rørslu“ í Norðurlandahúsinum 11. mars. Tríggir serfrøðingar, Magni Mohr, Ilkka Vuori og Bengt Sevelius løgdu fyri við fyrilestrum um ty?dningin av at røra seg, hvussu politiska skipanin fekst at stuðla undir likamsvirkni og íkasti hjá ítróttarfeløgum til fólkaheilsuna. Síðani vóru styttri innlegg um so fjølbroytt evni sum hvat ítróttafeløgini kunnu gera, gongu- og súkklugøtur, by?arskipan og rørsla, eldri og rørsla, rørsla á arbeiðsplássunum, rørsla hjá børnum og ungum í skúlum og ítróttabarnagarður á Svangaskarði. Í apríl og mai hevur ein bólkur ferðast kring landið fyri at kveikja áhugan fyri luttøku í rørsluárinum.

Ítróttasamband Føroya fyllir 70 ár í ár Í tí sambandinum verður skipað fyri eini rørslunátt fyri ung leygarkvøldið 23. mai. Ætlanin er, at so nógv ítróttarfeløg sum gjørligt skipa fyri, at hallir og vallir kring landið vera opin inntil út á náttina, so ung kunnu koma framvið og royna ymsar ítróttagreinir. Ítróttasamband Føroya hevur set Álv Hansen at samskipa hetta arbeiði.

Annars er at fegnast um, at ítróttarfeløg og onnur feløg og stovnar kring landið hava tikið rørsluárið til sín. Tað gerst alt meiri vanligt at hoyra, at okkurt tiltak verður fyriskipað í samband við at 2009 er rørsluár. Og hetta var júst ynskistøðan, at fólk í ymsum høpum kring landið fáa hugskot og skipa fyri rørslutiltøkum. Einki tiltak er ov lítið og einki ov stórt. Alt er vælkomið.

Leiðbeining innan skatt og mvg
ÍSF hevur gjørt eina leiðbeining, sum gevur feløgum, nevndarlimum, kassameistarum, íðkarum, hjálparfólkum v. m. – ja, teimum, sum í tí dagliga vara av ítróttini, innlit í og svar uppá teir mest ty?ðandi tættirnar innan skatt og meirvirðisgjald, tá um ítróttina umræður. Dentur hevur verið lagdur á at gera leiðbeiningina lætt atgongiliga hjá leikfólki, uttan serligt innlit í skatta-og mvg viðurskifti.

Leiðbeiningin er gjørd í tøttum samstarvi við grannskoðara ÍSF´s, Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT, løggilt grannskoðaravirki, sum hevur veitt hjálp og ráðgeving i sambandi við útgávuna av leiðbeingini. Leiðbeiningin er by?tt upp í 2 partar, har fyrri parturin sny?r seg um skattlig viðurskifti, meðan seinni parturin umrøður meirvirðisgjald. Feløg og sersambond verða kunnað um leiðbeiningina í næstum.

Bygnaður
Seinastu árini hevur tað verið alt meiri vanligt, at kjakast hevur verið um bygnaðin hjá Ítróttasambandi Føroya, t.d. í samband við at feløg, ið íðka ny?ggjar ítróttagreinir, søkja um limaskap í ÍSF, ella undir umrøðu av tali og stødd á sersambondunum. Stjórnin hevur tí á fundi 30. apríl 2009 tikið avgerð um, at farast skal undir at endurskoða bygnaðin í ítróttasambandinum. Miðað verður eftir, at uttanhy?sis ráðgeving í samráð við stjórn ÍSF ger uppskot til ny?ggjan bygnað, so hesin kann verða klárur til næsta aðalfund.

Altjóða samstarv
Tað hevur alstóran ty?dning fyri føroyskan ítrótt, at dentur verður lagdur á altjóða luttøku, bæði í ítróttarkappingum og altjóða samstarvi. Flestu av sersambondunum eru altjóða viðurkend og átaka sær ábyrgd samsvarandi. Stjórnin tók 21. august 2008 avgerð um, at Ítróttasamband Føroya skal stuðla teimum ítróttagreinum fíggjarliga, ið átaka sær at umboða Føroyar í altjóða nevndum innan teirra ítróttagrein.

Oyggjaleikir 2009
Í døgunum 27. juni til 4. juli verður skipað fyri Oyggjaleikum í Álandi. Hesir leikirnir eru teir trettandu í røðini, og Føroyar verða sum altíð væl umboðaðar. Eftir eitt sera gott avrik seinast á Rodos, Føroyar gjørdust samanlagt nummar 3 av teimum 25 luttakandi oyggjasamfeløgunum við 24 gull-, 19 silvur- og 12 bronsuheiðursmerkjum, eru vónirnar til heiðursmerki góðar hesa ferð eisini.

Fyrireikingarnar eru í hæddini. Eini 110 ítróttafólk fara at umboða Føroyar á leikunum innan hesar ítróttagreinir: badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleik, flogbólt, frælsan ítrótt, golf, judo, skjóting og svimjing. Badminton og fimleikur eru við aftur, meðan kappingar í súkkling og triathlon tíanverri ikki verða fyriskipaðar á hesum leikunum. Farið verður við tveimum leiguflogførum til Álands, og gist verður ymsa staðni í og í nánd av Mariehamn, har flestu av okkara ítróttafólkum fara at íðka. Í 2011 vera Oyggjaleikirnir á Isle of Wight og í 2013 á Bermuda.

Oyggjaleikir í Føroyum aftur
Fyri trimum árum síðani settu Føroyar munnligt ynski fram, um at verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2015. Endaliga freistin at lata inn skrivligt boð er í september 2009, og avgerðin verður tikin við atkvøðugreiðslu millum limaoyggjarnar í samband við aðalfundin hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini á sumri 2010.

Ein bólkur mannaður við umboðum fyri Ítróttasambandið, kommunur og land hevur arbeitt við málinum. Ítróttasamband Føroya hevur samstundis gjørt eitt greinandi arbeiði fyri at fáa staðfest, hvat skal til fyri at gerast vertur í 2015, og hvørjari støðu Føroyar eru í í so máta.

Í februar avgjørdi stjórnin hjá ÍSF, at Føroyar ikki skulu lata inn skrivliga umsókn um at gerast vertur fyri Oyggjaleikunum í 2015. Avgerðin varð tikin við støði í fleiri viðurskiftum. Leikirnir í 2013 verða á Bermuda, og verða hesir mettir at verða dy?rir. Sannlíkindini fyri, at oyggjarnar ynskja at ferðast langvegis til Føroyar longu leikirnar aftaná, eru tí lítil. Samstundis hava vit sera avmarkaðar gistingarmøguleikar í mun til luttakararatalið á leikunum, sum tað er vorðið. Vit mangla eisini øki til eitt nú golf, ið er ein sera vælumtøkt ítróttagrein í oyggjaleikahøpi. Viðvíkjandi 2015 eru vit eisini í tí óhepnu støðu, at eitt annað norðurlendskt oyggjasamfelag, Gotland, hevur í hyggju at bjóða uppá leikirnar.

Ætlanin, at skipa fyri oyggjaleikunum aftur, er tó ikki slept. Í heyst fer Ítróttasamband Føroya at taka stig til, at gjørd verður ein miðvís ætlan fyri, hvussu vit fáa leikirnar aftur hendan vegin.

Olympisku leikirnir
Ein natúrligur partur av tilgongdini at vinna Føroyum altjóða limaskapir innan ítrótt í 1970unum og 1980unum var umsóknin at gerast limur í altjóða olympisku nevndini, IOC. Føroyar søktu um limaskap í 1984, men umsóknin varð ikki viðgjørd av IOC. Hóast ávísar royndir at fáa umsóknina viðgjørda, eyðnaðist tað ikki hesi árini.

Føroyar endurny?ggjaðu umsóknina í 2003, men hava fingið sum svar frá IOC, at galdandi lógin hjá IOC bert loyvir londum, ið eru viðurkend av Sameindu Tjóðum, at gerast limir í IOC. Tað er tí ein greið fortreyt fyri føroyskum limaskapi í IOC, at Føroyar fáa ST-limaskap.

Í eini roynd at fáa eitt líkinda samstarv í lag við Olympiska rørsluna luttóku Sølvi Reinert Hansen, forseti, og Petur Elias Petersen, varaforseti, á triðja sinni sum eygleiðarar á aðalfundinum hjá Evropeisku Olympisku Nevndini, EOC, í november 2008. Samskift hevur eisini verið um møguleikan at fáa atgongd til evropeisku smátjóðaleikirnar. Spurningurin er tó, um hesir leikirnir hava so stóran áhuga. Teir eru smærri enn Oyggjaleikirnir og sum heild á einum lægri ítróttarligum støði. Smátjóðaleikirnir verða samstundis fyriskipaðir beint undan Oyggjaleikunum.

ENGSO
Ítróttasamband Føroya hevur seinastu árini havt ein virknan leiklut í evropeiska felagsskapinum fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir, ENGSO. Seinasta árið hava Sølvi Reinert Hansen, forseti, og Annika H. Lindenskov, ítróttaráðgevi, tikið lut í árligu ráðstevnuni hjá felagsskapinum, meðan Petur Elias Petersen, varaforseti, umboðaði Føroyar á aðalfundinum hjá felagsskapinum.

Norðurlendskt samstarv
Ítróttasamband Føroya hevur sum vant tikið lut í Norðurlendska felagsfundinum. Sølvi Reinert Hansen og Ninna R. Ørvarodd umboðaðu Føroyar á fundinum í Vierumaki í Finnlandi í juni 2008. Í ár verður fundurin hildin í Føroyum, og koma tá umboð fyri ítróttasamband og olympiskar nevndir til Føroya at hittast. Millum evnini, ið verða viðgjørd á fundinum, ið verður í september, eru „Ítróttur og fólkaheilsa“ og „Fíggjarkreppan og ítróttur – møguleikar og hóttanir“.

Dopingroyndir
Dopingeftirlitsnevndin gjørdi saman við kanningarfólki frá Anti Doping Danmark 24 dopingroyndir í fjør. Allar høvdu negativt úrslit. 20 menn og 4 kvinnur innan ítróttagreinarnar fótbólt (12), flogbólt (8) og hondbólt (4) vórðu kannaði. Helvtin av royndunum vórðu gjørdar undir venjing og helvtin í samband við kapping.

Annars eru smávegis broytingar gjørdar í dopingreglunum. T.d. er nøgdin av landi, ið verður latin til royndina, hækkað úr 75 cl. til 90 cl. Reglurnar fyri TUE eru eisini broyttar, soleiðis at tær eru linkaðar fyri amatørar og gjørdar strangari fyri professionell. Flestu broytingarnar í reglunum um anti-doping eru fyri professionell ítróttafólk, og eru tí ikki viðkomandi hjá okkum.

Jens Jensen, politistur, Annika Lindenskov, ítróttaráðgevi, og Hjalti Gunnarstein, farmaceutur, eru ny?vald í nevndina, ið hevur ætlanir um at gera meira við upply?singarpartin.

Ungdómsbólkur
Ítróttasamband var í 2003 við á stovnandi aðalfundinum hjá evropeiska ungdómsfelagsskapinum fyri ungar ítróttarleiðarar, ENGSO Youth. Tað hevur síðani verið eitt ynski, at Ítróttasambandið tók stig til at gera ein bólk av ungum ítróttarleiðarum, ið kunnu ráðgeva í samband við mest víðfevna økið innan føroyskan ítrótt, arbeiðið millum børn og ung.

Fundir við feløg
Starvsnevndin hevur í hyggju at fara á ferð kring landið fyri at tosa við limafeløgini í ymsu lokaløkjunum. Endamálið er at fáa at vita, hvat rørir seg úti í feløgunum, og hvørjar avbjóðingar tey hava. Samstundis er ynskiligt at fáa at vita, hvussu feløgini meta, at Ítróttasamband Føroya best kann tæna teirra áhugamálum.

Løgmaður verji
Sum siðvenja hevur verið, fekk løgmaður, Kaj Leo Johannesen, tann 15. oktober 2008 handað gullnál ÍSF í samband við, at hann hevði játtað at gerast verji hjá Ítróttasambandi Føroya. Í samband við handanina í Tinganesi umrøddi starvsnevndin hjá ÍSF og løgmaður millum annað umstøður og fortreytir fyri úrvalsítrótt í Føroyum og luttøku og limaskap hjá Føroyum í altjóða ítróttarfelagsskapum.

Ny?ggjur forseti
Á aðalfundinum fyri einum ári síðani, varð Sølvi Reinert Hansen valdur til ny?ggjan forseta í Ítróttasambandi Føroya. Forsetin seinastu 28 árini, Heðin Mortensen, hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Tvey valevni vóru til forsetasessin, Ansy Høghamar úr Havn og Sølvi Reinert Hansen úr Saltangará. Eftir eina langa tilgongd við fjølbroyttum og gevandi kjaki um ítróttarmál á fundum og í miðlunum, valdi aðalfundurin Sølva Reinert Hansen til ny?ggjan forseta. Í sama viðfangi varð Heðin Mortensen valdur til heiðurslim í Ítróttasambandi Føroya.

Tøkk
Ítróttasamband Føroya takkar føroyska ítróttaheiminum fyri stórt og fjølbroytt arbeiði seinasta árið. Vit takka samstundis fyri gott samstarv við sersambond og feløg. Vit takka somuleiðis almennum og kommunalum myndugleikum, fyritøkum og øðrum stuðlum, ið skapa karmarnar kring virksemið hjá ítróttinum og annars hjálpa okkum á so mangan hátt.

Arbeiðið innan ítróttin er so víðfevnt og tíðarkrevjandi, at tað kann eingin gjalda sær til. Tað eru tí tey sjálvbodnu, ið eiga lívið í ítróttarrørsluni, og tit hava tí eina serstaka tøkk uppibornað. Uttan tykkum var eingin ítróttur.

Ítrótturin fær nógv innivist í miðlunum, og tað fegnast vit um. Kringvarp Føroya hevur í mong ár í útvarps- og sjónvarpsmiðlinum, eitt nú við beinleiðis sendingum frá einstøkum dystum og kappingum eins og frá FM kappingum innan ymsar ítróttagreinir og við ítróttartíðindunum í vikuskiftinum og 3-2, varpað ljós á og myndað kjakið um føroyskan ítrótt. Miðlahúsið hevur aftrat góðu og siðbundnu viðgerðini í Sosialinum seinastu árini eisini gjørt frambrot við frásøgnum á Rás 2, skjótum tíðindaflutningi á portalinum og stundum livandi myndum á portalinum og Rás 1 á Televarpinum. Tit hava víst á ny?ggjar møguleikar innan tíðindaflutning.

Aftrat hesum geva viðgerðin í bløðunum Dimmalætting, Oyggjatíðindi, Norðly?sinum og øllum portalunum eitt fjølbroytni innan tíðindaflutning frá ítrótti, sum vit ikki hava sæð áður. Spennandi verður at fylgja rákinum á hesum øki í framtíðini. Vit takka miðlunum øllum fyri dygdargott arbeiði. At enda takka vit eisini føroysku heimunum, ið taka lógvatak um føroyskan ítrótt við at senda børn síni til ítróttarfelagið og við at stuðla og taka lut í sjálvbodna arbeiðinum í feløgum og sersambondum.

Sølvi Reinert Hansen
ÍSF-forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.