+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttasamband Føroya á norðurlendskum fundi

Umboð fyri Ítróttasamband Føroya hava í vikuskiftinum tikið lut í árliga norðurlendska felagsfundinum fyri ítróttasambond. Hesa ferð varð fundurin hildin í Vierumäki í Finlandi. Eini 50 fólk tóku lut á fundinum.

Føroysku umboðini vóru Sølvi Reinert Hansen, health forseti, og Ninna Reinert Ørvarodd frá umsitinigini hjá ÍSF.

Lagt varð fyri við kunning frá finsku vertunum:
– Um ítróttardepilin í Vierumäki
– Kanning av finskari ítróttarluttøku 1995-2006

Frágreiðingar vóru eisini um:
– Olympisku leikirnar í Beijing og norðurlendska samstarvið um innivist og fjølmiðladepil
– ES-hvítbókin um ítrótt

Trý høvuðsevni vóru á skránni til fundin: Fyrst varð arbeitt við evninum ” Hvussu langt eiga norðurlondini at fara fyri at fáa ávirkan í altjóða ítróttaheiminum?”. Eftir framløgu frá donsku umboðunum, Niels Nygaard og Jesper Frigast Larsen, varð arbeitt í bólkum.

Næsta yvirskipaða evnið var ” Varðveitanin av teimum stjórnarstýrdu spælimarknaðunum í Norðurlondum”. Eftir framløguna hjá Rupert Hornig, ið er “General Delegate” hjá felagsskapinum European Lotteries, varð orðaskifti um arbeiði við at tryggja, at ítrótturin framvegis fær ágóðan av ítróttarveddingini og lottospælinum í Norðurlondum.

At enda var evnið “Týdningurin av kynsbýtinum innan ítrótt fyri menningina av ítrótti”. Elsa Trangbæk (dk), Håkan Larsson (se) og Karin Mattsson (se) vístu á, hvussu økt ávirkan hjá kvinnum innan ítróttarrøsluna kann vera við til at menna felagsskapin í framtíðini.

Eisini varð kunnað um ymisk evni:

– ENGSO Evropeiska felagsskapin fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir
– WADA Altjóða antidoping arbeiði
– Nýggja bygnaðin í Noreg, har Ítróttasambandið fyri brekað er avtikið, og ymsu greinarnar integreraðar í hini sambondini
– LUNK Finska ungdómsnevndin innan ítrótt.

Undir døgurðanum leygarkvøldið nýttu vertirnir høvið at takka tveimum fólkum, ið hava tikið lut í nógvum norðurlendskum felagsfundum. Hesir vóru fyrrverandi ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, og fyrrverandi aðalskrivarin í grønlendska ítróttasambandinum Jens Brinch, ið gevst til nýggjárs.

Komandi ár verður norðurlendski felagsfundurin hildin í Føroyum.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.