+298 312606 - isf@isf.fo

Ítróttaravtalan dagførd

 

Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, health so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Sambært nýggjasta lønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, impotent galdandi frá 1. mai 2016, er grundlønin ásett til kr. 123,09 um tíman.

Frá 1. mai 2016 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:

Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 10.753,14 , ella pr. viku kr. 2.560,27

Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvi er íalt: løn pr. mðr. kr. 9.925,98 , ella pr. viku: 2.363,33

Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.