Verður lógarkrav, at fólk, ið arbeiða við børnum og ungum, skulu hava revsiváttan, fer ÍSF eisini at heita á feløg at krevja slíka revsiváttan frá leiðarum og venjarum.

Vit ynskja og hava sum okkara hægsta mál, at øll, sum íðka ítrótt og koma í ítróttarumhvørvið skulu kunna gera tað undir tryggum umstøðum. Vit vilja gera alt fyri at fyribyrgja, at kynsligur ágangur og annar harðskapur verður framdur í sambandi við venjingar og ítrtóttatiltøk annars.

Kynsligur ágangur og harðskapur annars er avgjørt ikki foreiniligur við ítrótt og virðisgrundarlagið hjá ítróttini. Fyri okkum er tað eitt ófrávíkiligt yvirskipað krav, at í føroyskum ítrótti skal vera trygt at vera hjá øllum.

Føroyar er eitt grásonuøki, tí vit eru einasta land her um leiðir, ið ikki krevur slíkar váttanir frá fólki, ið arbeiða við børnum og ungum.

Revsiváttanir kunnu vera fyribyrgjandi. Tó kunnu tær eisini vera ein “falskur” tryggleiki, tí ikki allur kynsligur ágangur og annar harðskapur verður fráboðaður og kemur tískil ikki fyri dóm.

ÍSF umrøðir hetta evnið um kynsligan ágang við feløgini javnan. Vit hava tveir ítrótta- og ungdómsráðgevar í starvi, sum eisini vegleiða og kunna feløgini um hetta evni.

Evniskvøld í ÍSF-húsunum
Í sambandi við at tvær bøkur um evnið komu út á føroyskum herfyri og rithøvundurin, Margrethe W. Aaslund, var stødd í Føroyum, var tiltak í ÍSF-húsunum, ið nevnt varð “Sig frá! – Ítróttur og ágangur hoyra ongastaðni heima”

Fitt av fólki varð møtt, og fingu áhoyrararnir innlit í ein óhugnaligan heim, har børn eru offur fyri kynsligum misbrúki. Margrethe nýtti nógva tíð upp á at greiða frá, hvussu vit kunnu læra okkum at síggja tekin frá børnum og ungum, sum hava verði og eru fyri kynsligum ágangi. Evnið verður mangan dult burtur, kanska tí tað er so óhugnaligt og álvarsamt. Týðandi er, at vit vaksnu læra okkum at spyrja barnið, hava vit eina magakenslu, sum sigur okkum, at okkurt møguliga er áfatt.

Bóklingur um evnið
ÍSF hevur ein bókling, sum DIF(danska ítróttasambandið) hevur latið gera í sambandi við at skipanin við revsiváttanum kom í gildi í Danmørk. Hendan bókling senda vit javnan út til øll limafeløgini. Hesin bóklingur fæst við at venda sær til ÍSF-skrivstovuna. Vit senda hann uttan kostnað.