isi
Fríggjadagin 7. mars handaði Petur Elias Petersen, forseti ÍSF, Helgu Steinunn Guðmundsdóttur, varaforseta, og Gunnari Bragason, peningarøkli í Íslendska Ítróttasambandinum silvurmerki ÍSF fyri gott samstarv og stuðul av føroyskum ítrótti.

Silvurmerkini vóru handaði undir døgurða, sum Íslendska Ítróttasambandið bjóðaði nevnd ÍSF, í samband við arbeiðsvitjan í Íslandi.