Føroyskur ítróttapolitikkur orðast – Ítróttasamband Føroya hevur havt aðalfund. 

 

 

 

 

 

 

 

Í formansfrágreiðing síni segði Heðin Mortensen m.a., at tað kennist hugaligt at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett hol á arbeiðið at orða ein føroyskan ítróttapolitikk. Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Mentamálaráðnum og ÍSF verður settur at skriva álit, ið m.a. skal meta um týdningin av ítróttini. Arbeiðið skal annars munna út í eina framtíðarsjón og menningarætlan við ítøkiligum uppskotum og tilmælum.

Á aðalfundinum í fjør var yvirlýsing gjørd, ið heitti á landsins myndugleikar at útnevna árið 2004 til rørsluár burturav. Áheitanin hevur sum heild møtt vælvild, og í hesum døgum verður ein breiður arbeiðsbólkur mannaður, ið skal taka sær av at tilrættisleggja rørsluárið. Miðað verður móti, at allir bólkar í samfelagnum fara at vera við í rørsluárinum onkursvegna. Eisini hevur ÍSF verið í samband við Trivnaðarmálaráðið við tí fyri eyga at fáa samstarv í lag um heilsufremjandi átøk, ið kunnu vera við at betra um fólkaheilsuna.

Á norðurlendskum fundi hava ítróttasambondini umrøtt hvønn leiklut ítróttin hevur í samfelagnum. Spurt var m.a. um ítróttarørlsan hevur skyldu at gera samfelagsgagnligt arbeiði, t.d. á fólkaheilsuøkinum. Hóast semja var um, at ítróttin hevur avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna, so varð tó samstundis eisini ávarað móti, at ítróttarørslan letur seg stýra av ynskjunum hjá politisku skipanini. Tað er týðandi, at ítróttin er óheft og at øll ítróttafeløg og ítróttafólk kenna, at tað eru tey sum íðkandi limir, ið eiga ítróttasamband Føroya og sersambondini, legði Heðin Mortensen dent á.

ÍSF er limur í ENGSO (European Non Governmental Sport Organisations) og við støði í tí ungdómsarbeiði, ið er byrjað í hesum felagsskapi, hevur ÍSF saman við hinum norðurlendsku ítróttasambondunum lagt fram uppskot til ein felags norðurlendskan ungdómspolitikk á ítróttaøkinum. ÍSF er limur í ENGSO á jøvnum føti við onnur lond í Europa og hevur m.a. verið umboðað á aðalfundinum hjá ungdómspartinum í felagsskapinum.

Framvegis verður arbeitt við spurninginum um at vinna føroyskari ítrótt limaskap í altjóða olympiska felagsskapinum IOC. Lógirnar hjá ÍSF er nú tillagaðar IOC, men eyðsæð er, at neyðugt er við einum miðvísum lobbyarbeiði um nakar møguleiki skal vera at vinna fram á mál. Í hesum sambandi hevur ÍSF m.a. havt vitjan av Robert Steadward, fyrrverandi forseta í IPC, ið framvegis hevur tætt samband til ovastu leiðsluna í IOC. Á vitjan síni vitjaði Steadward m.a. løgtingið og hevði fund við løgmann.

Talið av sersambondum innan ÍSF er nú 15. Á aðalfundinum vórðu lógirnar fyri Frælsur Ítróttur Føroya, FÍF, staðfestar og varð somuleiðis staðfest at Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan Ítrótt (DSF) nú hevur broytt navn til Sambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST).

Á fundinum var eisini val á skránni. Fyri vali til starvsnevndina stóðu Sverre Midjord, næstformaður, Petur Elias Petersen, skrivari, og John Kjær, varalimur. Allir tríggir vórðu einmælt afturvaldir.