Í samband við at áhugin fyri føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC, er stórur millum manna, hevur ÍSF valt at gera hesa frágreiðing um málið. Sjónarmiðið hjá Ítróttasambandi Føroya hevur í hesum málinum verið, at arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap ikki má forða nøkrum føroyskum ítróttafólki í at røkka fremsta málinum – at luttaka í Olympisku Leikunum.

Hví skulu vit gerast limir?
Mest grundleggjandi spurningurin er, um vit skulu royna at gerast limir í IOC og hví. Tað hevur altíð verið eitt ynski hjá skipaðu føroysku ítróttarrørsluni at gerast limur í altjóða ítróttarfelagsskapum. Tá fyrstu sersambondini komu fyrst í 1970-unum, var eitt aðalmál hjá teimum at fáa altjóða limaskap, soleiðis at føroysk landslið kundu luttaka í millumtjóða kappingum. Í 1970unum, -80unum og fyrst í 90-unum vórðu 9 slíkir limaskapir fingnir til vega. Ítróttasambandi sjálvt hevur eisini roynt at fingið sær altjóða limaskapir fyri at gerast partur av altjóða ítróttarnetverkum við teirri atgongd til samskifti og førleikamenning, sum tað inniber. ÍSF er í løtuni limur í Evropeiska Felagsskapinum fyri Ítróttasambond, ENGSO, Altjóða Felagsskapinum fyri Rørslu, TAFISA, Altjóða Oyggjaleikanevndini, IIGA, og norðurlendska samstarvinum millum ítróttasambond.

Vit vilja kappast á jøvnum føti
Men aftur til IOC-limaskapin. Tað hevur higartil verið ein ynskidreymur, at Føroyar kundu eiga umboð á Olympisku leikunum. Men Katrin Olsen hevur luttikið í OL í kappróðri, hóast hetta var við bátaslagi, sum ikki verður nýtt í Føroyum. Komandi ár fer Pál Joensen vónandi at gerast annar føroyingurin, ið luttekur í OL, tá leikirnir verða fyriskipaðir í London. Við tí menning, ið hevur verið innan føroyskan ítrótt, er tað ikki longur óhugsandi, at føroyskir luttakarar eru náttúrligur partur av olympisku leikunum.

IOC, og evropeiski parturin EOC, skipa fyri fleiri áhugaverdum ítróttartiltøkum. Mest upplagda tiltakið hjá Føroyum at luttikið í eru Evropeisku Leikirnir fyri Smátjóðir – Games for the Smalla States of Europe, tað eru leikir fyri olympisk limalond við færri enn 1 mió. íbúgvum, sum verða fyriskipaðir annaðhvørt ár. Í løtuni luttaka 9 lond í hesum leikunum. Tey eru: Andorra, Ísland, Kypros, Liechtenstein, Luxembourg, Malta, Monako, Montenegro (gjørdist limur í 2009) og San Marino. Eitt sindur ymiskt er, hvørjum ítróttagreinum kappast verður í. Á seinastu leikunum, í Liechtenstein í summar, varð kappast í borðtennis, flogbólti og beach volley, frælsum ítrótti, judo, skjóting, squash, súkkling og mountain bike, svimjing og tennis. Onkuntíð hevur eisini verið kappast í t.d. bowls, fimleiki, kurvabólti, sigling og taekwondo. Føroysk ítróttafólk eru ítróttarluga kappingarfør á hesum leikum.

IOC og EOC skipa eisini fyri EYOF-leikunum, t.e. European Youth Olympic Festival. Hetta eru olympiskir leikir fyri ung, sum verða hildnir annaðhvørt ár, leikirnir fevna um bæði summarleikir og vetrarleikir. Evropeisk limalond í Olympisku rørsluni luttaka í leikunum. Á leikunum í Trabzon í Turkalandi í summar varð kappast í hesum ítróttargreinum: fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, hondbólti, judo, kurvabólti, súkkling, svimjing og tennis. Aldursbólkarnir vóru eitt sindur ymiskir frá ítróttagrein til ítróttagrein, men fevna leikirnir um ung í aldrinum 13 til 17 ár.

EYOF-leikirnir hava givið íblástur til altjóða ungdómsleikir, nevndir Youth Olympic Games. Leikirnir verða hildnir fjórða hvørt ár og fevna um summar- og vetrarleikir. Kappast verður í stórt sæð somu ítróttagreinum sum í Olympisku Leikunum.

Førleikamenning
Olympiska rørslan fevnir um hópin av altjóða førleikamennandi tiltøk og átøk, sum limalondini fáa ágóða av. Førleikamenningin febnir um tiltøk fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir, tiltøk fyri venjarar, læknar og fysioterapeutar og tiltøk fyri ítróttafólk.

Stuðulsmøguleikar
Ein partur av inntøkunum hjá IOC fer í ein stuðulsgrunn, sum lutar út pening til limalondini í einum ávísum lutfalli. Stuðulin verður latin til ymisk endamál so sum umsiting, førleikamenning, ferðing, venjingarlegur og KT-útgerð hjá olympisku limalondunum. Uttan at seta tal á hendan stuðul er talan um eina munandi upphædd, sum føroyskur ítróttur hevði fingið atgongd til við olympiskum limaskapi.

Hvussu sær IOC okkum?
Hví kunnu vit so ikki bara gerast limir, tá tað nú hevði givið okkum so nógvar fyrimunir? Flest øll limalondini í IOC hava verið limir í langa tíð. Frá sínum uppruna sum ein rørsla, ið skuldi fevna um lond kring allan heimin, hava broytingarnar í heiminum, har fleiri og fleiri øki fáa eitt víðkað sjálvstýri, havt við sær, at IOC hevur mett tað neyðugt at seta nærri avmarkingar á, hvørji øki kunnu gerast limur í felagsskapinum. Treytirnir, sum eru galdandi í dag, eru, at nýggj limalond skulu verða sjálvstøðugir limir í Sameindu Tjóðum. Tí kunnu Føroyar í dag ikki verða upptiknar sum limur, sambært galdandi treytum.

Søgan
Men aftur til søguna. Olympiska Nevnd Føroya søkti vegna Ítróttasamband Føroya um olympiskan limaskap í 1984. Hetta var eitt nattúrligt framhald av menningini av sersambondunum og teirra altjóða limaskapum. Tað gekk strilti hjá IOC at viðgera umsóknina. Í fyrsta lagið vendi IOC aftur við ynskjum um smávegis tillaginum í innsendu lógunum hjá ÍSF. Hetta varð gjørt, og síðan var tøgn. Hóast Ítróttasamanband Føroya heitti á norðurlendingar innan IOC at royna at fáa umsóknina gjøgnum skipanina, gekk tað trekt. Tað er síðani komið fram, at sjálvur IOC-forsetin tá, Samaranch, ið var spanióli, stríddist móti føroyskari upptøku, eftirsum Gibraltar søkti um limaskap um sama mundi. Árini gingu, og í samband við rembingarnar eystanfyri eftir kalda kríggið gjørdi IOC tíðliga í 1990unum fyrstu ásetingina um, at nýggj limalond skuldu vera sjálvstøðugar tjóðir fyri at verða upptikin.

Í 2004 endurnýggjaði Ítróttasamband Føroya sína umsókn við rúgvusmiklum tilfari. Víst varð á, at vit høvdu søkt um upptøku í 1984, og ongantíð høvdu fingið endaligt svar, hóast lógirnar vóru tillagaðar. Játtanir vórðu viðlagdar frá teimum altjóða sersambondum, sum føroysk sersambond vóru limir í, eins og váttanir um serligu støðu Føroya í altjóða ítróttarhøpi vórðu viðlagdar frá føroya løgmanni, danska forsætisráharranum og teimum norðurlendksu ítróttasambondunum og olympisku nevndunum. Við áminningini heitti ÍSF á IOC um at viðgera 1984-umsóknina eftir teimum treytum, ið vóru galdandi, tá umsóknin varð latin inn.

Tað gekk aftur trekt at fáa nakað svar frá IOC. Og tá tað kom, vísti felagsskapurin bert á, at Føroyar ikki uppfyltu treytirnar fyri limaskapi, sum vóru galdandi nú. Tí kundi IOC ikki ganga umbønini á møti.

ÍSF setti seg um hetta mundi eisini í samband við Gibraltar, ið var í júst somu støðu – teirra umsókn var heldur ikki endaliga viðgjørd. Gibraltar royndi at fáa málið upptikið av Altjóða Ítróttadómstólinum CAS. Málið hjá teimum snúði seg um, at umsóknin, sum teir sendu inn miðskeiðis í 1980-unum, átti at verða viðgjærd sambært teimum treytum, ið vóru, tá umsóknin varð send inn. CAS hevur ikki gjørt nakra niðurstøðu í málinum enn.

Í einum øðrum líknandi máli, ið snúði seg um limaskap hjá Gibraltar í altjóða fótbóltssamgongunum FIFA og UEFA, kom CAS við einum úrskurði, ið hevði við sær, at Gibraltar varð fyribils upptikið sum limaland í UEFA í 2006. Tá limaskapurin varð viðgjørdur á nevndarfundi hjá UEFA í januar 2007, var stórur meiriluti móti upptøkuni av Gibraltar, og varð Gibraltar tí koyrt úr felagsskapinum aftur, uttan at hava fingið nakran ágóða av stríðnum.

Føroyar í altjóða ítróttarhøpi
Í løtuni hava hesi føroysku sersambondini sjálvstøðugan limaskap í altjóða sersambondum innan olympiskar ítróttagreinir: Badmintonsamband Føroya, Bogaskjótisamband Føroya, Borðtennissamband Føroya, Flogbóltssamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya, Judosamband Føroya, Svimjisamband Føroy

Ítróttasamband fyri Brekað hevur limaskap í Altjóða Paralympisku Nevndini, IPC.

Føroyar hava eisini altjóða limaskap í hesum ikki-olympisku greinunum: estetiskum fimleiki, íslandsrossum, seyðahundum

Støðan hjá Pál Joensen
Seinastu árini hevur Pál Joensen rættiliga vunnið sær eitt pláss á altjóða svimipallinum. Miðvísa arbeiði hjá Pál Joensen og føroysku svimjingini, stuðlað av úrvalsjáttanini hjá Føroya Løgtingi, sum Ítróttasamband Føroya umsitur, hevur havt við sær, at Pál, umframt at vera ein ungur lovandi svimjari, nú er í heimselituni. Hann kappast um heiðursmerki í World Cup, EM og HM kappingum.

Natúrliga hæddarpunkti hjá einum svimjara er at luttaka í Olympisku Leikunum. Sum ein og hvør annar føroyingur hevur Pál ynskt at umboða Føroyar í OL. Tá Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC, ber hetta ikki til. Tískil setti Ítróttasamband Føroya hol á arbeiðið at vinna Pál Joensen atgongd til Olympisku Leikirnar, hóast hann umboðaðið Føroyar í øllum øðrum kappingum.

Vanliga fáa svimjarar eitt ára karantenu frá altjóða kappingum, frá tí løtu teir skifta tjóðskap í svimjihøpi. Um Pál skuldi umboða eitt annað land í Olympisku Leikunum, kundi hann tí vænta sær eitt ára karantenu undan leikunum og síðani eitt ár aftrat, tá hann skifti aftur til Føroyskan svimjitjóðskap.

Tað var tí eitt stórt frambrot, tá tingingar millum Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, og Altjóða Svimjisambandið, FINA, og føroysku og donsku ítróttarrørslurnar høvdu við sær, at avtala varð gjørd um, at Pál Joensen kann umboða Føroyar í øllum altjóða kappingum, og samstundis umboða Danska Ríkið á Olympisku leikunum.

Sjónarmiðið hjá Ítróttasambandi Føroya hevur í hesum málinum verið, at arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap ikki má forða nøkrum føroyskum ítróttafólki í at røkka fremsta málinum – at luttaka í Olympisku Leikunum.

Tað er tí við spenningi, vit líta fram til Olympisku Leikirnar í London komandi summar.

Støðan í løtuni
Hvussu er so støðan nú? Ítróttasamband Føroya heldar framvegis fast við, at okkara umsókn um limaskap eigur at verða viðgjørd sambært teimum treytum, ið vóru galdandi, tá vit søktu í 1984. Vit royna at gera vart við okkara sjónarmið, har vit kunnu. Við altjóða luttøku hava Føroyar vunnið sær nógvar vinir í altjóða ítróttaheiminum.

Hetta hevur m.a. havt við sær, at umboð fyri Ítróttasamband Føroya verða boðin við til árligu aðalfundirnar hjá Evropeisku Olympisku Nevndini, EOC. Føroyar luttaka sum eygleiðari, og verður høvi tá nýtt at gera vart við okkara sjónarmið.

Samstundis verður arbeitt við at fáa samráðingar í lag við IOC um føroyska limaskapin. Føroyar hava valt samráðingarleistin heldur enn at fara í rættin, sum Gibraltar hevur gjørt. Talan er um eitt langt og tógvi stríð, men Ítróttasamband Føroya er av tí fatan, at tað hevur týdning at dyrka góðu viðurskiftini við fólkini í olympisku rørsluni. Hetta loysir seg betur í longdini enn at royna at trýsta seg inn í ein privatan felagsskap.

ÍSF-húsið, 28. August 2011
Petur Elias Petersen, forseti ÍSF