Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tvey av okkara 15 sersambondum sambært tilmælinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini hava fingið hækkað játtanina við kr. 100.000,-. 

Men hvat við hinum 13? Sersambondini hava øll altjóða virksemi, og luttaka kvinnur á jøvnum føti við menn í øllum ítróttagreinum. Onkur sersambond hava altjóða nevndarsessir, meðan onnur hava tikið á seg at skipa fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum.

Seinasta ár fekk Ítróttasambandið játtað kr. 400.000,- til altjóða samstarv. Lyftið hjá Fíggjarnevndini var tá, at hendan játtanin skuldi gerast ein árligur stuðul til altjóða virksemið hjá øllum føroyskum ítrótti. 

Uttan at umrøða málið við Ítróttasamband Føroya hevur meirilutin í Fíggjarnevndini nú einvegis skotið upp at hækka játtanina hjá tveimum útvaldum sersambondum. Ítróttasamband Føroya átalar, at Fíggjarnevndin soleiðis leggur seg út í innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandi Føroya. 

ÍSF vil fegið hava at vita frá Fíggjarnevndini, undir hvørjum fortreytum ætlaða broytingin verður framd. Sum landsfelagsskapur varðar Ítróttasambandið av øllum ítróttagreinum og kann tí ikki loyva sær at gera mun á ítróttagreinunum. 
Ítróttasambandið kennir heldur einki til nakra greining av føroyskum ítrótti og virkseminum hjá ymisku sersambondum, sum kann liggja sum grund fyri hesi uppíleggingini frá Fíggjarnevndini.

Játtanin til rakstur av Ítróttasambandi Føroya og sersambondunum hevur staðið í stað í eini 20 ár. Ítróttasambandið hevur ár eftir ári sent eina grundaða umsókn inn um hægri játtan, uttan at Løgtingið hevur latið við seg koma.

Royndin hjá Fíggjarnevndini at leggja seg úti innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandinum er óseriøs og má átalast. Detailstýringin hjá Fíggjarnevndini er ein greið niðurgering av tí demokratisku skipanini innan Ítróttasamband Føroya, sum hvørt ár í sátt og semju býtir tøka peningin millum Ítróttasambandið og ymsu ítróttagreinirnar.

Ítróttasamband Føroya vil samstundis heita á Fíggjarnevndina og landsmyndugleikar annars at samskifta við Ítróttasamband Føroya, sum er landsfelagsskapur hjá øllum føroyskum ítrótti, og tí hevur samráðingarrættin vil landsmyndugleikarnar. 

Um almennu myndugleikarnir ikki virða leiklutin hjá Ítróttasambandinum sum landsfelagsskap, mugu teir fyrireika seg til umsóknir og trýst frá hvørjari ítróttagrein sær. Talið á teimum er í løtuni 25 og er tíbetur vaksandi.

Sølvi Reinert Hansen
Ítróttasamband Føroya