+298 312606 - isf@isf.fo

Hjartaliga tillukku við nýggju høllini

photo

Røða, abortion sum Petur Elias Petersen, medicine forseti, helt tá nýggja tvíhøllin “Bylgjan” í Runavík varð tikin í nýtslu.

Eg vil vegna Ítróttasamband Føroya takka fyri innbjóðingina.

Tað er ein sonn frægd at standa her í dag – í hesi framúrskarandi høllini.

Ítróttasamband Føroyar varar av teimum umleið 120 ítróttarfeløgunum kring landið. So vit fegnast, hvørja ferð limafeløgini fáa nýggjar ella betraðar karmar. Nýggja fimleikahøllin, sum vit standa í er vøkur og gevur tykkum heilt nýggjar møguleikar. Samstundis er ítróttarhøllin vorðin sum nýggj.

Vit fegnast tí um, at tit í Runavíkar Kommunu raðfesta ítróttin so mikið høgt, at tit ikki bara halda við líka teir karmar, sum longu eru, men eisini brota upp úr nýggjum og gera nýggjar karmar.

Fyri nøkrum árum síðani hoyrdu vit um ein ungan svimjara úr Vági, sum ætlaði sær at gerast millum bestu svimjarar í heiminum. Summi yptu øksl, og onnur hugsaðu, at frægast var at lata hann hava sínar dreymar í frið – so leingi tað vardi.

Hesa vikuna hevur hesin ungi vónríki svimjarin vunnið tvey silvurmerki í EM-kappingini í Berlin.

Hann tordi at droyma stórt og er nú har, sum hann droymdi um at vera.

Hetta við dreyminum ella visjónini hevur stóran týdning innan ítrótt. Hvørt einstakt ítróttafólk má tora at droyma um at gerast betur – at gerast millum tey bestu. Og feløgini mugu eisini hava dreymar og visjónir fyri sítt arbeiði og sínar karmar.

Tit, sum hava myndað Støkk síðani tað varð stovnað 23. november 1966, hava havt dreymar bæði fyri tykkara ítróttafólk og ikki minst um eina høll til tykkara virksemi.

Í dag gongur dreymurin hjá tykkum um eina fimleikahøll út, og samstundis fáa tit við hesi høllini bestu fortreytir fyri, at tykkara fimleikarar kunnu røkka sínum dreymum.

Nú eg hyggi runt høllina, kenni eg nógv andlit aftur frá Oyggjaleikum. Støkk hevur alt nógvar heiðursmerkjavinnnarar, hóast karmarnir ikki hava verið av teimum bestu.

Tí sær framtíðin hjá felagnum sera bjørt út við nýggju høllini.

Vit, sum hava ferðast til Oyggjaleikir, hava mangan fegnast um ítróttardeplarnar, sum serliga tær bretsku oyggjarnar hava duga væl at bygt. Tað er tí við stórari gleði, at eg standi her í dag og síggi tvær samanbygdar hallir, sum í einum depli geva møguleika fyri fleiri ítróttagreinum.

Ítróttasamband Føroya tók í síni tíð stig til, at Føroyar gjørdust partur av LOA-grunninum. Og fegnast vit tí eisini um, at tit í Runavík hava notið gott av hesum grunni bæði í samband við Skótahúsið og nú fimleikarhøllina. Sum skilst hevur grunnurin ikki bert stuðlað fíggjarliga, men eisini við hentum ráðum, sum hava havt greiða ávirkan á endaliga úrslitið.

Samstundis sum vit i dag fegnast um hesar karmarnar, sum eru eindømi í Føroyum, er tað kanska hóskandi at heysa flaggið fyri eini svimjihøll í Eysturoy. Skúlasvimhyljarnir í oynni hava fostrað góðar svimjarar – enntá fleiri altjóða svimjarar úr Runavíkar Kommunu – men tað kundi verið ynskiligt at fingið ein 25 metra hyl í oynni, ið bæði kundi stuðlað undir venjing og kappingum.

Eg fari vegna Ítróttasamband Føroya at ynskja tykkum bestu eydnu og Guðs signing við nýggja ítróttadeplinum við Løkin. Eg eri onga løtu í iva um, at kønu venjararnir, leiðararnir og nevndinar í feløgunum í komandi tíðum fara at skapa virksemi í hesum høllum, sum fer at síggjast aftur bæði í kappingar- og úrvalsítrótti, men so sanniliga eisini í skúlaítrótti og fólkaheilsu.

Við ítróttakvøðu.

Petur Elias Petersen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.