Í samband við árliga B68-dagin skipar Tofta Ítrottafelag fyri heilsurenning á Svangaskarði leygardagin 20. juni.

Skráin fyri dagin fevnir um alskyns tiltøk við m.a. fótbólti, kórsangi og Country-dansi. Men skráin fyri sjálva renningina er hendan:

Kl. 11.00 Tilmelding
Kl. 11.30 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum byrjar B68 dagin. Fólk frá hjartafelagnum máta blóðtrýst áðrenn renningina. Upphiting á graslíkisvøllinum – við tónleiki og upphitingarcoach.
Kl. 12.00 Heilsurenning
Kl. 12.30 Vit rinda møðina við onkrum leskandi.