+298 312606 - isf@isf.fo

Heilsan til Heðin Mortensen fráfarandi ÍSF forseta

 

Góða samkoma – góði Heðin

Eitt tíðarskeið er runnið, ailment ein epoka er farin, viagra sale nú Heðin leggur frá sær. Eitt tíðarskeið, medicine sum hevur verið merkt av framtøkum fyri føroyskan ítrótt. Eitt tíðarskeið upp á 28 ár, har mangt er hent, og har mangt er broytt. Heðin tú hevur sett tíni spor. Heðin tú hevur gjørt ein mun.

Føroyski ítróttaheimurin er mentur sera nógv hesi 28 árini. Tá ið Heðin tók við í 1980, vóru níggju ítróttagreinar umboðaðar í ÍSF, nú er talið 24. Og í formanstíð hansara er talið á ítróttafeløgum økt úr 71 upp í 110.

Í 1980 var bert tað eina sersambandið í føroyskum ítrótti, FSF, sum varð stovnað í 1979. Hetta var ein nýskipan av føroyskari ítrótt, ið førdi til, at sersambond komu. Longu hálvt ár eftir, at Heðin varð valdur til forseta, vóru seks sersambond komin aftrat. Og í dag eru 15 ser- og deildarsambond í ÍSF.

Hendan nýmenning hevur merkt, at ábyrgdin av rakstrinum varð latin upp í hendurnar á sersambondunum. Meðan ÍSF, sum meginfelagsskapur, hevur røkt samstarvið við myndugleikarnar og umboðað Føroyar í ítróttaviðurskiftum við aðrar tjóðir.

Tað er serstakliga ein altjóðagerð, sum hevur merkt føroyskan ítrótt hesi 28 árini. Í dag umboða føroysk ítróttafólk Føroyar við eitt nú oyggjaleikir, smálandakappingar, kappingar og undankappingum um EM- ella HM-heiti. Ein sera virkin tíð, og øll hesi árini hevur Heðin verið ímyndin av ÍSF.

Góði Heðin

28 ár er long tíð í einum starvi. At tín starvstíð er blivin so rúm, eigur at verða tær til rós. Tú ert hugagóður og hevur serstøk evni at tillaga teg umstøðurnar. Tú ert ágrýtin og arbeiðssamur. Tú ert og hevur ongantíð verið bangin fyri at hugsa stórt. Og fáur hevur virkishug og evni at gera orð til veruleika, sum tú. Men fram um alt bera viljin og hugurin verkið. Tí starvið, sum ÍSF forseti, hevur altíð og er enn ólønt.

Tú fert heilhjartaður uppí alt, sum tú tekst við. Sum borgarstjóri í Havn ert tú vorðin ein ímynd av Havnini – mestsum ein Havnarmaður við stóra H. Men kann tað kennast, sum ein andsøgn, tí mong, serliga tey yngru ættarliðini, neyvan geva sær far um, at tú ert tvørámaður.

Góða samkoma

Ítróttur hevur stóran týdning fyri eitt hvørt samfelag. Ikki bert sum undirhald, tí motión er góð fyri heilsuna, og ítróttur er avgerandi fyri fólkaheilsuna. Og neyvan kann nakað savna fólk, sum ítróttur – savna eitt fólk, sum eina tjóð.

Nú Heðin fer frá, letur hann frá sær eitt gott og vælskipað ítróttasamband. Føroyski ítrótturin hevur ongantíð havt so góðar karmar, við kappingum alt árið og góðum umstøðum, at íðka ítrótt kring landið. Og avbjóðingarnar hjá okkara ítróttafólki hava ongantíð verið so stórar.

Yvir 15.000 íðkandi limir eru í dag skrásettir í ÍSF. Ítróttur er ein fastur partur av føroyska gerandisdegnum, og nærum allir føroyingar onkursvegna hava tilknýti til ítróttina.

Tað er eitt framúr fundament hjá komandi ÍSF forseta at arbeiða víðari við. Menningin av føroyskum ítrótti hevur allar fyritreytir at halda fram. Og lunnar eru lagdir undir dreyminum um, at Føroyar fáa olympiskan limaskap og føroysk ítróttafólk kunnu umboða Føroyar við olympisku leikirnar.

Ofta verður tikið til, at aftan fyri ein sterkan mann, stendur ein enn sterkari kvinna. Soleiðis hevur verið hjá Heðin, øll hesi árini hevur hann verið sera væl stuðlaður av Hjørdis.

At enda vil eg ynskja tær Heðin til lukku við einum góðum avriki og ynskja tær og familjuni alt tað besta framyvir.

Jóannes Eidesgaard
løgmaður

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.