+298 312606 - isf@isf.fo

Heilsan av Rodos

Føroysku ítróttafólkini eru nú øll komin til Rodos. Fyrri helmingurin kom mánakvøldið, ambulance og seinna helvtin kom í nátt. Flogfarið setti seg á Diagoras flogbreytina á Rodos kl. 2.30 í morgun. Tey høvdu tá ferðast við Atlantic Airways úr Føroyum við millumlending í Billund.

Bussar fluttu síðani ítróttafólkini teir 10 minuttirnar til hotellið Ixian Grand. Hotellið er stórt og prýðiligt, viagra men partar verða ný- og umbygdir, og tí eru fleiri av kømurunum ikki heilt liðug. Annars verður latið væl at hotellinum. Maturin er góður, og á útnyrðingssíðuni á Rodos, har Ixia liggur, er vanliga eitt lot. Hetta hevur hjálpt hesar fyrstu dagarnar, nú ítróttafólkini skulu venja seg við hitan, ið higartil hevur ligið omanfyri 30 stig.

Lagið í leguni er gott. Dagarnir ganga við venjingum og annars við at venja seg við hitan, nú ein dag áðrenn setanina. Sunnudagin skulu tær flestu ítróttagreinarnar í gongd. Spennandi verður at síggja, um fyrireikararnir av leikunum verða til reiðar at byrja sunnudagin. Tað sær í øllum førum út til, at teir hava tørv á einum tveimum døgum aftrat til fyrireikinig.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.