Hesa talu helt Jógvan Arge fyri Heðin og Sverra í Listaskálanum


Heiðursløta fyri ÍSF-monnum 

Tað vardi ongan, tá Heðin slapp fram at í Ítróttasambandinum, at hann skuldi sita so leingi og so fastur í stólinum, at hann fór at halda 25 ára dag sum forseti í Ítróttasambandi Føroya. 
Men tað hevur hann megnað, og eg hugsi, at hann nú skjótt kann siga sum William Heinesen á sinni, at livir tú nóg leingi, so verður tú kongur av Svíaríki.

Tað er eitt bragd at yvirliva so leingi í einum formannsstóli, og nakrar eyðsýndar orsøkir eru, at Heðin hevur verið ógvuliga hugagóður í starvinum og samstundis havt serstøk evni til at laga seg eftir umstøðunum rundanum seg.

Ongin annar hevur staðið á odda fyri ÍSF so leingi sum núverandi forsetin. Tann, sum kemur honum næst, er Martin Holm, sum var formaður í 16 ár.

Tað var eisini eitt bragd at yvirliva í ÍSF so leingi í teirri tíðini, tá so at siga alt arbeiðið lá á formanninum sjálvum og nøkrum fáum hjálparfólkum. Júst um tað mundið, sum Heðin tók við, var báturin flotaður til eina nýggja sigling, har tungar og tíðarkrevjandi byrðar av álvara vórðu fluttar frá sjálvum toppinum í ÍSF og lagdar út til tær einstøku ítróttagreinirnar at taka sær av í sínum egnu sersambondum.

Hendan broytingin kravdi ein viðeiriligan og ikki alt ov sjónliga dominerandi forseta. Skiftið hepnaðist væl, og mær tykir, at hesar samanfallandi umstøðurnar hava verið ein týðandi lykil til ta menning, sum hevur verið í føroyskum ítrótti hesi seinastu 25 árini.

Hesin dagurin verður eisini hildin at heiðra Sverra Midjord fyri hansara mongu ár í stjórn Ítróttasambandsins. 27 ár hevur hann út í eitt sitið í starvsnevndini og eini 15 ár aftrat hevur hann verið í stjórnini. Saktans kann Sverri verða heiðraður.

Undangongumaður í borðtennis í meir enn hálva øld, hugagóður spælari og venjari í bæði hondbólti og fótbólti í eitt mannaminni og tíðum gestur á aðalfundum Ítróttasambandsins í meir enn 50 ár.

Vit, sum spældu borðtennis sum hálvvaksnir, høvdu stóra respekt fyri Sverra og hansara TBF. Tú skuldi hava eygur á hvørjum fingri og spæla upp til títt besta, skuldi tú knógva teimum.

Og vart tú so óheppin at vinna, so bjóðaðu teir av aftur beinanvegin – menn sum Rudolf og Sigurðbjørn og Eirik og Ronnie og hvat teir nú allir itu.

Men Sverri hugsaði ikki bara um tvørámenninar. Einaferð tók hann Pól Mikkelsen við sær alla leiðina til Danmarkar at læra hann at spæla borðtennis og væl fekst burturúr.

Vit vóru einaferð fýra unglingar her í Gundadali, sum fingu hug at leggja okkum út í borðtennis, og vistu vit ikki betri ráð, enn at skriva bræv suður til Sverra at biðja hann leggja okkum lag á. Hann svaraði beinavegin aftur og vísti okkum á gongdar leiðir.

Ikki minst skaffaði hann okkum upplýsingar um tey frálíku japansku Armstrong-battini, sum bara kundu keypast á Tvøroyri – frá Hjørleif Enni. Tað var eitt heppið tiltak.

Hann sendi eisini ein av sínum fyrstu lærlingum at leggja okkum lag á. Tað tiltakið var líka heppið. Vit smurdu hann av í einum kjallara her í grannalagnum – og vistu, at vit vóru á rættari leið.

Mær hevur hepnast at sita í nevnd við báðum jubilarunum.

Sverri kom á fyrsta sinni inn í starvsnevndina í 1978 sum næstformaður. Vit hildu tað vera heppið at hava ein mann, sum javnan aspireraði til løgtingið, við í starvsnevndini, tí kanska læt hann eitt gott orð falla á røttum stað. Tað haldi eg, at úrslitini hava víst.

Heðin kom inn sum skrivari árið eftir. Hann hevði jú víst góðan hug til felagsarbeiði, og tað var ikki verri, at hann hevði ein fingur við í spælinum í Tórshavnar Býráð, sum ítróttin er nær tengd at.

Men hetta var ein tungur burður. Stríð tók seg upp um hetta val, og tá til skarpskeringar kom, endaði atkvøðugreiðslan við javnleiki 22 fyri Heðini og 22 fyri mótvalevninum. So søgdu reglurnar, at formansins atkvøða var avgerandi, og eg kastaði mín lut í vágskálina hjá Heðini – eisini ta ferðina.

Tað fór eitt suð ígjøgnum veitslusalin í Klubbanum, tá avgerðin var fallin. Men eg haldi, at eftirtíðin hevur prógvað, at væl var valt. Tað gekk bara eitt ár, so var sami maður valdur til formann uttan nakað mótuppskot – og har hevur hann sitið síðani við Sverra Midjord sum korporáli.

Nú er tað so, at tað er Sverri, sum leggur frá sær í dag, og tí fari eg at nýta høvi til at takka honum fyri hansara drúgva arbeiði fyri føroyskum ítrótti. Fáur – um nakar – hevur so ótroyttiliga stríðst fyri ítróttinum sum heild og feløgunum í heimbýi sínum, sum hann.

Hann hevur sjálvur íðkað ítróttin í verki til denna dag, og vit eru nógvir, sum ongantíð hava megnað at smasha Sverra til ósigur – antin hann var 30, 50 ella 70 ár.

Heðin heldur ikki upp at í ÍSF, so tað ber ikki reiðiliga til at takka honum á sama hátt sum Sverra, men eg loyvi mær ynskja honum hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum og staðfesta, at væl hevur verið róð hendan langa teinin.

Eg hugsi, at tað eru komnir ikki minni enn tveir riddarakrossar burtur úr.

Tann dagin, tað var avgjørt, at Heðin skifti flokk fyri at fáa borgarstjórasessin til høldar, ringdi Sverri til mín og skeldaði meg út.

Tað er ein ring gerð, tú hevur gjørt móti Heðin. Nú noyðist hann at bera allar riddarakrossarnar aftur, tí okur javmaðarmenn ganga ikki við sovorðnum dinglidangli í reversinum!

Takk fyri tit báðir.

Og so skal eg skifta kasjett og bera fram eina heilsan frá Tórshavnar Býráð, sum á sín hátt vil takka Sverra og Heðini fyri tann týdning, sum teir hava havt fyri ítróttalívið her í býnum.

Vit hava eina gávu til hvønn teirra. Sverri fær eina pakka við Havnarsøguni, sum kom út herfyri, og Heðin ein maka av ítróttastandmyndini, sum stendur við inngongdina til Gundadal.