+298 312606 - isf@isf.fo

Góðu VB-arar, góðu vágbingar, góðu gestir!

 

Góðu VB-arar, pills góðu vágbingar, order góðu gestir!

 

Vegna Ítróttasamband Føroya vil eg ynskja Vágs Bóltfelag, VB, hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum. 
Eisini vil eg takka fyri, at Hjørdis og eg vóru boðin við í kvøld!

 

Tað er stuttligt at eygleiða hesa stóru mannfjøld, sum í kvøld er komin saman til gallaveitslu í Vágs Høll at heiðra tykkara stolta felag, sum í ár er farið um tey 100 árini.

Við takksemi kunnu tit – og øll vit onnur við – senda tankarnar aftur til teir tjúgu framskygdu menninar, sum tann 5. juni í 1905 komu saman til fundar í klubbanum at taka seg saman í felag.

Hetta vóru ungir menn, sum høvdu sæð ítrótt uttanlands, og serliga var kveiktur ein hugur í teimum at spæla fótbólt, eins og tvørámenn, klaksvíkingar og havnarmenn vóru farnir at gera.

Vágbingarnir vildu ikki standa nakað aftanfyri og stovnaðu tí Vaag Sportsforening, ið seinni broytti navn til Vaag Boldklub og uppaftur seinni, í 1925, fekk núverandi navnið: Vágs Bóltfelag.

Lagt varð til brots á sandinum, og seinni komu so bæði fótbólts- og hondbóltsvøllur á Eiðinum, umframt at uppaftur seinni kom so henda stásiliga høllin, vit eru savnað í í kvøld.

“Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl. Í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal”, syngja vit í einum av góðu sanginum hjá Rasmusi Effersøe, ið eisini var suðringur.

Men hóast vit eina 100 ára gallaveitslu, sum í kvøld, hava hug at leita aftureftir, so grør um gangandi fót í VB, og bæði í fótbólti og hondbólti hava tit síðstu árini átt eitt hitt sjónskasta felag her á landi.

Vit vóru mong, ið mundu fegnast við tykkum í ár 2000, tá VB vann sítt fyrsta meistaraheiti í bestu mansdeildini í fótbólti og harvið skrivaði ein týðandi kapitul í søgu felagsins.

Ikki lógu tit á latu síðuni, men valdu at lata henda heiður koma uppvaksandi ættarliðnum til góðar, so vit trý ár á rað, frá 2001 til 2003, sóu VB sita á trúnuni í dreingjadeildini og í 2003 eisini í unglingadeildini.

At tykkara blómandi ungdómsarbeiði eisini sæst aftur á gentusíðuni, bera
silvurmerkini í ár hjá pinkum í landskappingini og smágentum í steypakappingini boð um.

Haldið fram við hesum, tí tað er sanniliga ungdómurin, ið eigur framtíðina og er framtíðin, og eitt virkið ungdómsarbeiði er lívæðrin í einum og hvørjum góðum ítróttarfelag, sum tit eisini hava prógvað.

Ein annar og stórur stoltleiki hjá Vágs Bóltfelag er kvinnuliðið í hondbóltinum, sum í 2003 tók ímóti gulli í bæði landskappingini og steypakappingini, og í fjør FM heitið. Ein stórsiður fyri VB.

Hvussu verður í vetur, stendur eftir at vita, tí kappingin er stutt síðani byrjað, men ikki skal undra, um tit suðuri í Vági aftur í vetur fara at geva teimum norðuri í Vági og øðrum við ein skarpan gang. Longu í gjár vísti VB kvinnurnar hvat tær ætla, við at vinna tryggan siður á VÌF.

Umframt tey íðkandi her í Vági, sum altíð hava verið kend fyri góðan ítróttaranda og framúr góð evni, eiga tit eisini eina livandi áskoðarafjøld, ið man teljast millum tær bestu her á landi, tað veri seg til fótbólt ella hondbólt.

Fá hava sum vágbingar staðið stinnir um sítt felag øll hesi mongu árini, og VB hevur av sonnum verið ein stoltleiki hjá Vági og allari Suðuroynni.

Tá tað hevur rátt um at sligið manngarð um føroyskan ítrótt sum heild, hava vágbingar ongantíð staðið aftastir, men verið til reiðar at tikið stór tøk, og tað eru vit í Ítróttasambandi Føroya tykkum ómetaliga takksom fyri.

Tykkara felag hevur nú lagt fyrstu øldina aftur um bak og skjøtil er settur á ta næstu, ið vónandi fer at roynast tykkum minst líka væl, so gull og glitur eisini tey næstu hundrað árini kann vera tykkara prýði.

Øld er løgd afturum.
Fyri framman bíða aðrar
-og við teimum nýggjar avbjóðingar.
Drongur og drós,
maður og kvinna
-øll hava tænt felagið og bygd.
Á og uttan fyri vøll.

Framtíðin hvílir í tryggum hondum
-væl er sett við.
Reystmenni mong mynda felag og bý,
-goyma søgu, men byggja sjálvi borg.
Øll eru til reiðar at taka tøk
-bróta upp úr nýggjum
so fríð fortíð
gerst føgur framtíð

Við hesum orðum vil eg enn eina ferð ynskja Vágs Bóltfelag hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og allan góðan byr framyvir.

Fari at biða formannin koma og taka í móti eini heilsan frá Ítróttarsambandinum.

Skulu vit ikki reistast og rópa eitt leingi livi fyri VB á 100 ára degnum.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.