+298 312606 - isf@isf.fo

Góðu KÍ-arar, góðu norðingar og góðu veitslugestir!

Fyrst skal eg vegna Ítróttasamband Føroya ynskja Klaksvíkar Ítróttarfelag, ambulance KÍ, medstore hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum. Eisini vil eg takka fyri, abortion at Hjørdis og eg vóru boðin við í hesa stórfingnu veitslu tykkara.

At eitt felag røkkur so høgan aldur, er í sjálvum sær eitt bragd. Og eisini er tað besta dømi um, hvat samanhald og felagsskapur kunnu útinna, tí KÍ hevur upp gjøgnum øll hesi ár hvílt á herðunum á teimum, ið hava skiftst um at bera byrðuna.

Okkurt høvdu teir gomlu sagt, høvdu vit havt teir ímillum okkum í kvøld. Tað, sum byrjaði í tí smáa aftanfyri í handlinum á Biskupstøð ein seinnapart fyri 100 árum síðani, er í dag ein av sterkastu felagsskapum, Føroyar hava fostrað.

Gott høvdu klaksvíkingar fingið í beinið, tí tá spælt var um føroyameistaraheitið á fyrsta sinni í 1942 vann KÍ. Og Klaksvíkar Ítróttarfelag helmaði ikki í, men bygdi sær stútt og støðugt eina sigursrøð, sum í dag er stórt prýði fyri felagið.

Fleiri ferðir vann KÍ meistaraheitið á rað og var størsti maktfakrorur í føroyskum fótbólti. Ja, tað tók havnarmonnum heili 32 ár at fáa bilbukt við 66-liðið, sum í allar ævir skrivaði seg í føroysku fótbóltssøguna við sínari stóru teggju av FM-heitum!

Og í hesum javnstøðutíðum eru tit í Klaksvíkar Ítróttarfelag mestsum farin í hina grøvina, tí við fimm meistaraheitum á rað eru kvinnurnar hjá tykkum bjartasti vitin á føroyskum fótbólti, nú vit skrivað 2004 og tit hava eina heila øld á baki.

Tit hava eisini sum einasta felag í landinum í fleiri ár sent kvinnulið tykkara út í Europa at umboða – ikki bara Klaksvíkina og KÍ – men allar Føroyar. Hetta er eisini eitt bragd, tit seint verða gloymd fyri. Hetta er flott, KÍ!

Í 1992, tá føroysku fótbóltsfeløgini á fyrsta sinni fóru út í Europa, var KÍ sjálvandi við, og hóast vit kanska ikki eiga so nógv góð úrslit har, so eigur KÍ fleiri av teimum, ið eru.

Hvør minnist ikki, hvussu Olgar Danielsen – sum higartil einasti føroyski spælarin – fyri skjótt tíggju árum síðani skoraði hat-trick á Svangaskarði ímóti Maccabi Haifa? Jú, sanniliga hevur KÍ skrivað søgu bæði her og har!

Tit, ið dagliga stríðast í felagnum og hava tykkara gongd millum øll hesi ungu, ið spæla bólt fyri KÍ, eiga ongantíð at gloyma, at tit eru partur av nøkrum stórum. Tit – øll somul – eru ein risi og ein dynamiskur kraftmiðdepil í føroyskum ítrótti yvirhøvur!

Alt hetta stóra sjálvbodna arbeiðið er kanska ikki altíð líka hugaligt at fara í holt við, tí viðhvørt kann tað taka eina løtu at síggja úrslitini. Men tey koma, tá arbeitt verður miðvíst, og tað hava ikki minst tit í KÍ víst.

Uttan dyggan stuðul millum klaksvíkingar og norðingar høvdu tit ongantíð verið komin so langt, sum tit eru, men tað hevur mangur sannað, at tit eiga kanska Føroya bestu áskoðara- og viðhaldsfjøld, ið hevur víst tykkara stolta felag trúskap sum fáur – bæði í viðgongd og mótgongd.

Og tá tit fáa alt tað at ganga upp í eina hægri eind, sum tit gera inni á vøllinum og stuðla uttan fyri vøllin, kemur eingin í nánd av KÍ. Í hesum eiga tit nakað, ið mong onnur munnu øvunda tykkum, men farið væl við tí, tí tað er ein dýrgripur!

Øld er farin,
men nýggjar bíða.
Við hegni og hugflogi
er væl lagt til rættis
– sigrar fingnir til høldar
til heiður fyri einstakling,
felag og bý.

Alvin er vaksin til mans
og fljóðið fremur avreksverk.

Avbjóðingar bíða og kappar eru til reiðar brøgd at fremja.
Gott er grundstøðið, ið lunnar eru lagdir á, 
so tryggur gongur mansvaksni unglingin móti nýggjum málum
– stuðlaður og styðjaður av trúgvum vinarskara.

Glæsilig var fortíð og bjørt er framtíð.

Við hesum vil eg vegna Ítróttasamband Føroya takk tykkum í Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri alt tað, tit hava gjørt fyri føroyskan ítrótt hesi fyrstu 100 árini hjá felagnum.

Og so vil eg ynskja tykkum alt tað besta í framtíðini, nú KÍ longu er farið undir næsta 100 ára skeiðið!

Takk fyri!

Heðin Mortensen
ÍSF forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.