+298 312606 - isf@isf.fo

Frágreiðing frá temadegi hjá Ítróttasambandi Føroya

 


Leygardagin 10. November hevði Ítróttasamband Føroya temadag á Hotel Føroyum.

Eini 35 fólk umboðandi ÍSF og sersambondini tóku lut. Skráin fevndi um upplegg, arthritis bólkaarbeiði, ampoule framløgur og kjak. Bjørt Samuelsen stýrdi hegnisliga degnum.

Fyrrapartin varð dentur lagdur á støðuna hjá føroyska ítróttinum í løtuni. Sølvi Reinert Hansen hevði eina framløgu við støði í Ítróttaálitinum og visjónsarbeiðinum. Hann eftirlýsti millum annað, at ítrótturin setti sær nøkur greið framtíðarmál, og at sersambondini í felag stremba eftir hesum málum. Dagliga fylla evni sum fígging, karmar, kappingarfyriskipan og landsliðsarbeiði nógv hjá sersambondunum, og tí er avmarkað orka til at arbeiða við langsiktaum framtíðarætlanum. Ivaleyst kundi ÍSF røkt fleiri felagsuppgávur fyri sersambondini.

Síðan varð farið í bólkar við tí endamáli at finna fram til tær 5 avbjóðingarnar, sum bólkarnir mettu vera størstar hjá ítróttinum í løtuni. Eftir framløgurnar av bólkaarbeiðinum vórðu luttakararnir bidnir um at raðfesta millum allar avbjóðingarnar.

Hóast nógvar ymiskar avbjóðingar vórðu nevndar, vóru tað 5, ið greitt høvdu hægstu raðfesting millum luttakararnar:

– Førleikamenning
– Fysiskir karmar
– Ítróttarheilsumiðstøð
– Fígging
– Altjóða samstarv

2020
Seinnapartin varð orkan savnað um at líta frameftir. Karina Nolsøe, Svanna Hanusardóttir og Jón Hestoy høvdu trý hvøss og inspirerandi innlegg um støðuna í dag, og hvussu tey sóu ítróttin ár 2020.

Karina Nolsøe metti, at okkurt munagott mátti gerast fyri at halda ítróttarleiðarar og venjarar til. Hetta kann t.d. gerast við betraðum útbúgvingarmøguleikum. Samstundis má tað gerast meira hugaligt at sita í nevnd. Í løtuni fer alt ov nógv orka til at hugsa um fíggjarligar og fysiskar karmar.

Svanna Hanusardóttir legði dent á, at ung ítróttafólk hava tørv á tryggleika og kvalificeraðari venjing. Áhugin at menna ítróttarligu førleikarnar eigur at verða raðfestur hægri enn kappingarlyndi í venjingini av ungum. Tað almenna eigur at seta ÍSF krøv, og ÍSF eigur at seta sersambondunum krøv.

Jón Hestoy minti luttakararnar á, at 2020 bert var 12 ár frammi í tíðini. Hann metti, at Ítróttasamband Føroya hevði tørv á nýggjum bygnaði og nýggjari meiri professionellari leiðslu. Øktur dentur átti at verða lagdur á útbúgving og eina elitustuðulsskipan.

Í bólkaarbeiðinum varð funnið fram til 3 tey týdningarmiklastu málini at arbeiða við fram til 2020. Hugskotini vóru mong, men við raðfestingini varð aftur greitt, hvørji mál, luttakararnir mettu høvu størsta týdning:

– Førleikamenning
– Karmar
– Fígging
– Trivnaður

Deilmál
Seinasti tátturin á degnum var at bólkarnir gjørdu deilmál fyri útvaldu økini við tíðarfesting á ábyrgd.

Millum áhugaverdu hugskotini kunnu nevnast, at Ítróttasamband skal taka stig til eina grundleggjandi leiðara- og venjaraútbúgving, at ítróttadeplar skulu gerast kring landið, at kommunurnar skulu seta ítróttaráðgevar og at ítrótturin skal orða etiskar leiðreglur.

Samanumtikið vóru luttakararnir vælnøgdir við dagin. Vónandi fara mongu góðu hugskotini at síggjast aftur í arbeiðinum hjá Ítróttasambandi Føroya komandi árini.
 

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.