+298 312606 - isf@isf.fo

Formansfrágreiðing 2007-2008

So eru vit aftur komin saman at meta um støðuna hjá føroysku ítróttini. Vit kunnu líta aftur á enn eitt ár við nógvum og fjølbroyttum virksemi, allergist og vit kunnu framvegis fegnast um, at ítróttin hevur eitt sera stórt pláss í gerandisdegnum hjá túsundtals føroyingum um alt landið. 

Fremsta uppgávan hjá Ítróttasambandi Føroya er at vera ein savnandi felagsskapur fyri alla ítrótt í Føroyum, og við tilsamans yvir 15.000 virknum ítróttafólkum innan 25 ítróttagreinir, sum eru savnað í 120 feløgum og 15 sersambondum, kunnu vit vísa á eina fólkarørslu, sum ikki hevur sín líka her á landi.

Tey eru mong, ið brúka alla sína frítíð og meira aftrat til sjálvboðið arbeiði innan ítróttina, og hóast tað ikki er smávegis orka, ið verður løgd í hetta arbeiði, er tað av sonnum tað vert. Tit mongu, ið leggja so nógv fyri, fáa nógvar og góðar upplivingar og eru – ikki minst – við til at geva øðrum góðar upplivingar eisini.

Tað uppalandi arbeiði, ið verður gjørt úti í feløgunum, hevur eitt sera stórt samfelagsligt virði, og ikki minst eiga vit áhaldandi at vísa á tann týdning, ítróttin hevur fyri føroysku fólkaheilsuna. Og somuleiðis eiga vit at minna á, at einki er sum ítróttin við til at fyribyrgja, at okkara børn og ungu fáa eina skeiva lívsleið, men heldur á yngstu árum læra dygdir og virði at kenna, ið kunnu bera gjøgnum alt lívið.

Bæði í venjing og kapping verður størsti dentur lagdur á at gera eitt uppbyggjandi arbeiði, og hóast talan fyri tað allarmesta er um eitt ólønt stríð, so síggja vit í tí dagliga, at úrslit spyrjast burturúr, bæði so og so. Eitt er, at ítróttafólk mennast likamliga og sálarliga gjøgnum sína íðkan, men ikki minst hevur ítróttin sín sosiala tilverurætt og sína menniskjansligu uppgávu, ið ger okkum øll somul betur skikkað til at fóta okkum væl í stórt sæð øllum lívsins viðurskiftum.

Næsta ár eru 70 ár liðin, síðani Ítróttasamband Føroya var sett á stovn, og vit kunnu fegnast um, at enn er felagsskapurin við sítt fríska lív og spelkin sum ein unglingi. Tað er tykkum mongu fyri at takka, sum taka hendur saman og lyfta í felag, so tit eru við til at spreiða trivnað og gleði rundan um tykkum.

Støðugt ræður um, at vit seta okkum nýggj mál, nýggj mið og alla tíðina hyggja frameftir, tí standa vit í stað, so er í veruleikanum talan um afturstig. Ítróttin hevur framvegis nógv eftir at bjóða, so tit mugu ongantíð gevast á hondum, men halda fram við arbeiðinum í felagsskapi, samstarvi og stórum treysti – hvør eftir sínum førimuni.

Ítróttin í framtíðini
Í november mánaði skipaði Ítróttasamband Føroya fyri einum evnisdegi á Hotel Føroyum, sum hevði heitið »Føroyskur ítrótt í framtíðini«. Ætlanin við hesum degi var at seta føroyska ítrótt í brennidepilin og saman at finna útav, hvørjum málum arbeiðast skal fram ímóti.

Eini 35 fólk, umboðandi Ítróttasambandið og sersambondini, vóru við til evnisdagin, sum fevndi um upplegg, bólkaarbeiði, framløgur og kjak.

Fyrrapartin var til viðgerðar støðan í ítróttini í dag, og millum annað skuldi finnast fram til fimm tær størstu avbjóðingarnar hjá ítróttini í løtuni. Tað vísti seg, at luttakararnir mettu førleikamenning, fysiskar karmar, ítróttarheilsumiðstøð, fígging og altjóða samstarv vera størstu avbjóðingarnar.

Seinnapartin var dentur lagdur á framtíðina, við heitinum „Ítrótt í 2020“, og áðrenn arbeitt var í bólkum, høvdu Karina Nolsøe, Svanna Hanusardóttir og Jon Hestoy hvør sítt hvassa og inspirerandi innlegg um støðuna í dag og hvussu tey sóu ítróttin í 2020.

Í eftirfylgjandi bólkaarbeiðinum var funnið fram til týdningarmestu málini at arbeiða fram ímóti til 2020, og raðfestingin vísti greitt, at luttakararnir hildu førleikamenning, karmar, fígging og trivnað hava størstan týdning.

Samanumtikið var talan um ein góðan og gevandi evnisdag, har mong og góð hugskot komu á borðið, sum arbeiðast kann víðari við. Millum annað kann nevnast ein grundleggjandi leiðaraog venjaraútbúgving, ítróttadeplar kring landið, kommunalir ítróttarráðgevar og orðing av etiskum leiðreglum fyri ítrótt.

Almennur stuðul
Í mong harrans ár hevur Ítróttasamband Føroya gjørt vart við, at tað ikki ber til, at játtanin á løgtingsins fíggjarlóg til ítrótt verður standandi í stað. Sum alla aðrastaðni, verða eisini prísir og kostnaðir hægri í okkara verð, men játtanin hevur ikki flutt seg eitt oyra.

Aftur í ár er samlaða játtanin seks milliónir og 350.000 krónur, sum hon nú hevur verið tað í mong ár, og einasta broytingin er, at árliga játtanin til Fótbóltssamband Føroya í fleiri ár upp á 900.000 krónur, nú yvir tvey ár skal flytast til Ítróttasambandið í staðin.

Tað merkir sjálvandi á pappírinum, at Ítróttasambandið í 2008 fer úr tveimum milliónum upp í tvær milliónir og 450.000 krónur í ár og næsta ár upp í 2,9 milliónir krónur, men hetta er ikki ein hækking, men bara ein umflokking.

Tí mugu vit bara staðfesta, at politiski viljin ikki er batnaður nakað sum helst, hóast tað sjálvandi er greiðari fyri allar partar, at øll játtanin til ítrótt er á einum stað, heldur enn at landsstýrið skal gera av, hvør skal hava hvat.

Studningurin til ferðir innanoyggja er eisini framvegis tann sami, tríggjar milliónir og 250.000 krónur, og Ítróttasambandið fyri brekað fær framvegis játtaar 200.000 krónur til ítróttaráðgeva.

Altso, her er einki broytt, hóast óteljandi áheitanir frá Ítróttasambandinum á politiska myndugleikan um at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum gjørt verður innan ítrótt, øllum samfelagnum til stórt gagn.

Hóast tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, fer Ítróttasambandið vónandi áhaldandi at minna politiska myndugleikan á fíggjarliga tørvin, ið verri enn so er nøktaður. Hóast samlaða játtanin til mentan er vaksin, hevur tíverri eingin vilji verið til at lívga ítróttina, ið átti at verið raðfest nógv hægri, nú fólkaheilsa tykist vera blivið tað nýggjasta politiska lyklaorðið.

Ítróttavedding
Síðstu 11 árini hevur tað tí verið avtalan, sum Ítróttavedding hevur við Danske Spil, ið mest av øllum fíggjarliga hevur hildið lív í føroyskari ítrótt. Tilsamans eru yvir 65 milliónir krónur higartil komin aftur til landið frá hesum virksemi, og av hesum hevur parturin hjá ítróttini runt roknað verið 40 milliónir krónur.

Í heyst gjørdi Ítróttavedding eitt átak fyri at gera vart við, hvussu góður ágóðin frá eydnuspølunum roynist bæði ítrótti og øðrum ungdómsarbeiði. Ein 12 síður stórur faldari var borin í hvørt húsarhald í landinum, og tíbetur kunnu vit ásanna, at hetta átak førdi við sær, at fleiri fingu hug til at spæla og harvið stuðla millum annað føroyskari ítrótt.

Tað eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Landstýri og Føroya Ungdómsráð, sum eru partaeigarar í Sp/f Ítróttarvedding, og tað eru hesi, ið fáa ágóðan av veddingini soleiðis, at Ítróttasambandið fær 60 prosent, Føroya Ungdómsráð 20 prosent og landsstýrismaðurin við mentamálum 20 prosent. Hesin peningur skal sambært reglugerð brúkast til barna- og ungdómsendamál.

Tá ágóðin fyri einum ári síðani var býttur út, var upphæddin tilsamans 8,5 milliónir krónur, harav Ítróttasamband Føroya fekk 5,1 millión krónur. Í næstum verður helst greitt, hvussu stórt avkastið verður hesa ferð, men vónirnar eru góðar um, at tað verður enn størri.

Sostatt kunnu vit framvegis fegnast um, at avgerðin um at taka upp samstarv við Danske Spil í sínari tíð var bæði røtt og gagnlig, og at hetta samstarv ikki minst er komið føroyskari ítrótt sera væl við.

Norðurlendskur stuðul
Eitt annað fíggjarligt ískoyti, ið føroysk ítrótt kann njóta gott av, kemur á hvørjum ári frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum letur Íslandi, Grønlandi og Føroyum stuðul eftir einum býtislykli, so Ísland fær 50 prosent, og so fáa Føroyar og Grønland 25 prosent í part.

Treytirnar, ið fylgja við hesum stuðli, eru at hann skal brúkast til tiltøk, ið onkursvegna fevna um Útnorður, og sersambond kunnu søkja um stuðul til ymiskt virksemi í hesum sambandi. Kravið er, at í minst lagi trý norðurlond eru við í teimum tiltøkum, søkt verður um stuðul til.

Tilsamans var norðurlendski stuðulin í hesum skeiðinum 272.250 krónur, og vóru 270.250 krónur í stuðli eftir umsókn latnar flogbólti, Oyggjaleikum, judo, hondbólti, svimjing, ÍSB, frælsari ítrótt, skjóting og ÍSF.

Sendirættindi
Seinnu árini hevur verið misjavnt, hvussu gott stevið hevur verið í samstarvinum millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya, tá talan er um høvuðssáttmálan millum partarnar, sum ímóti gjaldi gevur Kringvarpinum rætt til at senda frá ítróttatiltøkum og -kappingum í Føroyum. Serliga hevur verið tungt at fingið Kringvarp Føroya at viðurkent, at deildir og kappingar í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum.

Eingin nýggjur sáttmáli er undirskrivaður síðani á vári 2006, tá verandi sáttmáli gekk út, men fyribils hevur so verið arbeitt víðari eftir gamla sáttmálanum. Men spurningurin er, hvussu leingi tað letur seg gera.

Nýggj støða hevur eisini tikið seg upp, nú Kringvarpið hevur boðað okkum frá, at væntandi fer at verða gjørdur ein “Public Service” sáttmáli við Mentamálaráðið, og at hesin sáttmáli millum annað skal fevna um tey viðurskifti, sum hava við beinleiðis ítróttasendingar at gera. Tá skal avtalast við politiska myndugleikan, hvussu nógvan pening Kringvarpið skal hava at ráða yvir til ítróttasendingar og hvussu sent verður.

Boðskapurin frá Kringvarpinum hevur annars verið, at eingin peningur er til endamálið og at ov lítið fólk til taks. Tí er sera avmarkað, hvørja orku Kringvarpið hevur til serliga at sjónvarpað beinleiðis frá ítrótt, og tað hevur millum annað elvt til, at ítróttagreinar hava verið noyddar at gingið aðrar leiðir, tá stórar ítróttahendingar hava verið, so sum føroyameistarakappingarnar í svimjing fyri viku síðani.

Í samskiftinum millum Ítróttasambandið og Kringvarpið hevur verið upp á tal, at arbeitt kundi verið eftir einum leisti, har størri sjónvarping frá størri ítróttatiltøkum varð fíggjað við stuðlum, og at ítróttin og Kringvarpið tá kundu býtt tær inntøkurnar ímillum sín, helvt um helvt.

Hetta er tó ein sera ivingarsamur framferðarháttur, tí tá kundi støðan skjótt blivið tann, at tað var ítróttin, ið meira ella minni rindaði fyri at sleppa framat í Kringvarpinum. Tað eigur jú tvørturímóti at vera so, at tað er Kringvarpið, ið rindar ítróttini fyri loyvi til at senda frá tiltøkum og kappingum.

Ásannast má tíverri, at langt er millum partarnar í málinum, og somuleiðis kann staðfestast, at hesi viðurskifti eru nógv verri og ógreiðari, enn tey hava verið fyrr. Hvør endaliga loysnin verður og hvussu finnast kann fram til eitt felags stev, er óvist, men vónandi ber til at finna eina loysn, ið kann gagna samstarvinum og ikki minst ítróttini, tí núverandi støðu kann eingin liva við.

Ferðing
Við broytta samferðslukervinum seinnu árini, síðani undirsjóvartunlarnir eru komnir, er eisini ferðingarmynstrið hjá ítróttini í Føroyum broytt munandi. Fyri mong er nú galdandi, at koyrandi er eftir fastlandinum til mestsum øll tiltøk og allar kappingar, har tað fyrr aloftast var neyðugt at ferðast við ferju um firðir og sund.

Framvegis verða tó farleiðirnar um Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð dúgliga brúktar av ítróttafólkum, og tí er framhaldandi nógv og gott samstarv millum Ítróttasambandið og Strandferðsluna, sum umsitur og rekur hesar farleiðir.

Serliga suðuroyingar munnu frøast um eina broytta vikuskiftisferðaætlan, ið ger tað høgligari og lættari hjá ítróttafólkum í Suðuroynni, sum lutfalsliga nógv oftari enn onnur skulu ferðast av oynni, at kunna fara til tiltøk og kappingar um vikuskiftini. Við góðari tilrættislegging er henda ferðaætlan eisini ein fyrimunur fyri ferðingina hjá ítróttafólkum norðanfjørðs.

Á einum umráði hevur tó haltað, og tað er nakað, vit øll somul kunnu og eiga at gera nakað við. Tá bólkaferðir verða bílagdar frá Strandferðsluni, kemur alt ov ofta fyri, at Strandferðslan ikki fær boðini, um ein bíløgd ferð onkursvegna er avlýst. Tá eingin møtir upp, stendur Strandferðslan eftir við eitt nú rokning frá bussfelag, sum síðani má sendast víðari til avvarðandi ítróttafelag.

Hetta er ikki nóg gott, og hetta eiga vit øll at hava í huga, so sleppast kann undan slíkum tilburðum. Tí skal higani verða heitt á øll feløg, um at boða Strandferðsluni frá, um ein bíløgd bólkaferð er avlýst, so tey á Strandferðsluni ikki fáa óneyðugt stríð av hesum. Vónandi taka feløgini hetta til eftirtektar og minnast til at kunna Strandferðsluna, tá bílagdar ferðir onkursvegna verða av ongum.

Oyggjaleikir á Rhodos
Tólvtu Oyggjaleikirnir, sum í fjørsummar vóru á griksku miðjarhavsoynni Rhodos, vóru teir bestu føroysku nakrantíð, mált í úrtøku av heiðursmerkjum. Tilsamans vunnu tey umleið 100 føroysku ítróttafólkini 55 heiðursmerki, sum vóru 24 gull-, 18 silvur- og 12 bronsumerki. Føroyar endaðu á triðja plássi, bert tvey gullmerki aftan fyri vertirnar av Rhodos og seks gullmerki aftan fyri Jersey, ið aftur hesa ferð fekk nógv flest heiðursmerki.

Føroyska avrikið var sera gott, tá havt verður í huga, at eitt nú fimleikurin, ið hevur vunnið hópin av gullmerkjum síðstu ferðirnar, als ikki var við hesa ferð. Svimjararnir gjørdu tað allarbesta hálið við 27 heiðursmerkjum, og bogaskjúttararnir høvdu sínar bestu leikir nakrantíð við 13 heiðursmerkjum.

Somuleiðis var judo aftur við á Oyggjaleikunum, eftir steðg í 12 ár, og vann níggju heiðursmerki, umframt at flogbóltur og triathlon vunnu tvey heiðursmerki í part, og súkkling og frælsur ítróttur vunnu hvør sítt heiðursmerki.

Ikki minst vóru góðu føroysku Oyggjaleikirnir hugaligir, tá havt verður í huga, at fleiri stúrdu fyri teimum, nú okkara ítróttafólk skuldu royna seg á munandi heitari breiddarstigum, enn vit annars eru von við. Men tað stóð ikki á, og tí er tað við góðum treysti, at vit hyggja frameftir.

Næsta summar verða leikirnir á Álandi, har teir eisini vóru í 1991, og vónandi kunnu vit aftur tá vísa á framgongd og enn betri úrslit, tí avrikið á Rhodos boðar frá góðum fyri framtíðina. Tey yngru ítróttafólkini smæðast ikki burtur, men fylgja hugagóð slóðini, tey eldru hava lagt.

Um vit so hyggja enn longur fram í tíðina, so hava Føroyar enn eina ferð bjóðað seg fram til aftur at hýsa Oyggjaleikunum. Vit hava lagt eitt boð inn upp á leikirnar í 2015, men skulu fyrsta kappast við Gotland, Ynys Môn og Menorca, sum eisini vilja hava leikirnar tað árið.

Endaliga umsóknin hjá Føroyum skal vera inni í september 2009, og í 2010 ger Oyggjaleikanevndin endaliga av, hvør fær leikirnar í 2015. Hetta er ein stór og kravmikil avbjóðing, men vit høvdu ikki bjóðað okkum fram, roknaðu vit ikki við, at allir partar vilja gera sítt besta at røkka hesum máli.

Olympiskur limaskapur
Enn bíða vit eftir einum avgerandi gjøgnumbroti í spurninginum um olympiskan viðurkenning. Ásannast má, at hetta hevur verið ein sera tung og strævin tilgongd, sum hevur kravt nógva orku og stórt arbeiði, áðrenn sjálvt smæstu framstig eru gjørd. Men framvegis halda vit okkum hava eina góða sak, og enn er okkara olympiski eldur ikki slóknaður.

Vit eru komin inn í hitan hjá europeisku olympisku nevndini, EOC, og haðani hava vit møtt alla hugsandi vælvild í strembanini eftir at gerast partur av altjóða olympisku rørsluni. Vit hava møtt forstáilsi frá europeisku londunum, eins og vit øll árini hava fingið dyggan stuðul frá norðurlendsku grannum okkara, men tað er framvegis við altjóða olymisku nevndina, ICO, at vit hava trupulleikar.

Hóast Føroyar hava fingið viðurkenning frá og limaskap í øllum teimum stóru felagsskapunum innan ítrótt, so sum innan fótbólts, hondbólt, flogbólt og aðrar ítróttagreinar, hevur IOC hildið fast um, at bert sjálvstøðug lond við ST-limaskapi kunnu fáa limaskap í IOC. Sostatt er tað bara IOC, ið ikki vil viðurkenna Føroyar sum tjóð, meðan allir aðrir felagsskapir hava givið okkum hesa viðurkenning.

Tá Føroyar upprunaliga søktu um limaskap í altjóða olympisku nevndini í 1984, uppfyltu vit allar treytir fyri upptøku, men umsóknin hevur verið útsett og „súltað“ av IOC øll árini. Í 1996 broytti IOC reglurnar, so tað nú bert kundu vera sjálvstøðug lond, ið fingu limaskap, men Føroyar hava áhaldandi hildið fast við, at vit upprunaliga uppfyltu treytirnar fyri limaskapi og tí eru í aðrari støðu enn nýggjari umsøkjarar.

Eisini bíða vit framvegis eftir endaliga úrskurðinum í einum rættarmáli, Gibraltar hevur lagt fyri altjóða ítróttadómstólin í Lausanne, har Gibraltar, sum hevur verið í somu støðu sum Føroyar síðani 1960, vil hava IOC at viðurkenna, at mismunur er gjørdur frá fyrstan tíð av. Nógv bendir á, at fær Gibraltar viðhald, kunnu bæði Gibraltar og Føroyar fáa olympiska viðurkenning.

Tað nýggjasta í málinum nú er, at tað er komið upp á hægsta politiska stig í bæði Danmark og Føroyum. Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hevur fyri tveimum mánaðum síðani sent føroyska mentamálaráðharranum, Kristinu Háfoss, uppskot um at skipa fyri einum fundi millum IOC, donsku olympisku nevndina og føroysku olympisku nevndina á heysti næsta ár.

Av tí at stór IOC-ráðstevna og fundur eru í Keypmannahavn í oktober 2009, er uppskotið um henda felags fundin komið á borðið. Kristina Háfoss hevur í hesum sambandi skotið upp, at sjálvur fundurin við Jacques Rogge verður hildin í Føroyum, so hann kann koma higar og sjálvur upplivað landið og fáa gjørt sær eina mynd av ítróttini her.

Á hesum fundi er ætlanin, at fyrst og fremst føroyska olympiska nevndin sleppur at greiða IOCforsetanum, Jacques Rogge, frá føroysku støðuni og hvussu Føroyar í altjóða ítróttahøpi virka sum sjálvstøðug tjóð. Dentur verður lagdur á at fáa eina endaliga avkláring í viðurskiftunum við altjóða olympisku nevndina.

Norðurlendskur fundur í Grønlandi
Javnstøða innan ítrótt var eitt av høvuðsevnunum á norðurlendska ítróttafundinum í Ilulissat í Grønlandi í juni mánaði, har Katrin Joensen, Ninna Reinert Ørvarodd og Heðin Mortensen umboðaðu Ítróttasamband Føroya.

Rættiliga misjavnt er, hvussu norðurlond arbeiða fyri størri javnstøðu í serliga nevndararbeiði í bæði feløgum og sersambondum, men sum heild verður roynt at virka fyri størri javnstøðu, uttan at hetta tó er serliga lógarfest í ítróttahøpi.

Á fundinum var kortini semja um, at arbeiðast skal fyri størri javnstøðu, og millum annað var tosað um kvotuskipan sum ein møguleika og valfyrireikingarnevndir sum ein annan, so bæði kyn verða meira javnt umboðað á leiðslustigi í norðurlendskari ítrótt – bæði lokalt og í norðurlendskum høpi.

Nú tað stundar til olympisku leikirnar í Beijing í summar, var mannarættindastøðan í Kina eisini frammi á fundinum. Millum annað var kunnað um, hvat norðurlendsk ítróttafólk kunnu vænta sær at síggja og uppliva, tá tey koma til Kina í sambandi við leikirnar.

Næsti norðurlendski ítróttafundurin verður í Vierumaki í Finlandi í juni, og í næsta ár eru Føroyar aftur vertir fyri fundinum. Síðani er skráin næstu árini tann, at fundurin verður í Svøríki í 2010, á Álandi í 2011, í Íslandi í 2012, í Noregi í 2013 og í Danmark í 2014.

Ráðstevna í Noregi
Í september vóru Katrin Joensen og Ninna Reinert Ørvarodd sum umboð fyri Ítróttasamband Føroya á ráðstevnu í Lillehammer í Noregi, sum norska mentanar- og kirkjumálaráðið skipar fyri fjórðahvørt ár. Umboð fyri ítróttafeløg, kommunur og onnur áhugað eru við á hesi ráðstevnu, hvørs endamál er at taka pulsin av ítróttini í samfelagnum og at finna útav, hvat rørir seg.

Eitt av evnunum á ráðstevnuni hesa ferð var, hvør uppgávan er hjá samfelagnum og ítróttini, tá hugsað verður um heilsu og miðalvekt, og eisini var eitt sera viðkomandi evni børn og ung í ítrótt, umframt at ítróttapolitikkur og visjónir vórðu viðgjørdar.

Staðfest var á ráðstevnuni, at ítróttin ger eitt stórt sjálvboðið arbeiði, men at framvegis er neyðugt, at myndugleikarnir skapa neyðugu karmarnar fyri ítróttavirkseminum.

ENGSO-fundir
Í september í fjør var Ítróttasambandið vertur fyri ENGSO-ráðstevnu, og tiltakið eydnaðist sera væl. Sjálv ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og var hon partvíst hildin í Norðurlandahúsinum og partvíst á Hotel Føroyum. Tilsamans 32 luttakarar úr 17 londum vóru við.

Meðan ráðstevnan var í Føroyum var Tórshavnar býráð vertur fyri døgurða í Müllers Pakkhúsi eitt av kvøldunum, og eitt annað kvøld var Mentamálaráðið vertur fyri døgurða í Listaskálanum, umframt at skipað var fyri útferðum, so gestirnir kundu síggja og uppliva ymiskt uttan fyri sjálvt fundarvirksemið.

Fyri einari viku síðani vóru Heðin Mortensen og Petur Elias Petersen umboð fyri Ítróttasambandið á ENGSO-fundi í Istanbul í Turkalandi. Har løgdu limalondini fram ymsar frágreiðingar, og serliga var dentur á, at tey ungu frá limalondunum greiddu frá ungdómsarbeiði, fyribyrging og framtíðar vónum fyri ítróttina. Somuleiðis var nógv tosað um komandi olympisku leikirnar, ítrótt í ES, samanhald í Europa um ítrótt og ungdómsarbeiði, og hvussu fleiri lond kunnu fáast upp í ENGSO.

Føroyar hava limaskap í ENGSO og virka har á jøvnum føti við hini europeisku londini, bæði tá talan er um umboðan og atkvøðurætt. Eingin ivi er um, at føroyski limaskapurin í ENGSO er sera gevandi fyri okkum, men at vit eisini hava nakað at geva øðrum í tí góða samstarvi, sum har er.

Ítrótt innan miðnámsskúlagátt
Hetta skjótt farna skúlaárið hevur eitt royndarsamstarv verið millum Føroya Handilsskúla á Kambsdali, Ítróttasamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya, hvørs endamál er at geva ungum føroyingum møguleika at ganga á eini serligari
ítróttabreyt á Kambsdali.

Hetta fyrsta árið hava 15 næmingar gingið á ítróttabreytini, ið hevur fevnt um skúlagongd og fótbóltsvenjing. Tveir fyrrapartar um vikuna hevur verið venjing og ein fyrrapart ástøðilig kunning, men annars hevur talan verið um vanliga skúlagongd sum hjá hinum næmingunum.

So væl er hetta fyrsta árið eftir hesum leisti eydnast, at samstarvið nú verður víðka, so næmingar til komandi skúlaár eisini kunnu velja svimjing sum grein á ítróttabreytini, umframt at hildið verður fram við fótbóltinum. Hetta er at frøast um, tí ítróttabreytin er eitt gott tilboð til okkara ungu, ið fegin vilja gera meira við sína ítrótt, samstundis sum tey nema sær lærdóm og útbúgving.

At ítróttabreytin nú verður víðkað, er eisini fult í tráð við málsetningin, sum er, at tað í framtíðini skal bera til at víðka hana til bæði at umfata fleiri ítróttagreinir og fleiri miðnámsskúlar.

Somuleiðis kunnu vit gleðast um, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum í samráði við Mentamálaráðið nú kann bjóða millum annað ungum elituítróttafólkum eina fýra ára studentsútbúgving ella trý ára HF-útbúgving. Hetta stig er tikið, tí tað ferð eftir ferð vísir seg, at millum annað ungfólk, sum íðka ítrótt á høgum stigi, fella frá sum næmingar, tí arbeiðsbyrðan verður ov stór.

Við longdu útbúgvingunum ber vónandi til at lætta um arbeiðsbyrðuna, so tað eitt nú ber til hjá ungum ítróttafólkum bæði at halda fast við sína ítrótt og at fáa eina góða útbúgving. Treytin fyri, at ítróttafólk koma undir skipanina, er at eitt ítróttafelag og avvarðandi sersamband vátta, at næmingurin telist millum evnaríkastu ítróttafólk í síni ítrótt, og at munandi tíð verður brúkt til venjing og íðkan.

Skipanin, sum er sett í verk við sonevndu Team Danmark-skipanini sum fyrimynd, treytar sær somuleiðis, at er ein næmingur farin undir students- ella HF-útbúgving eftir hesum treytum, skal útbúgvingin eisini fullførast á henda hátt. Ítróttasambandið fegnast um henda nýggja møguleika, ið sleppur ungfólkum frá at skula velja ímillum ítrótt ella útbúgving, tí her kunnu bæði røkjast í senn.

Ítrótt við Stórutjørn
Síðst í apríl mánaði vóru nevndir, sersambond, starvsfólk, landsliðsvenjarar og onnur boðin til eina kunning um verkætlanina Stórutjørn, har Kári Dal-Christiansen og Bárður Nielsen frá SMI Stóratjørn greiddu frá serliga ítróttaliga partinum av verkætlanini, sum er størsta byggiætlan í Føroyum nakrantíð.

Ítrótta- og frítíðardepilin við Stórutjørn fevnir um eitt nú baðiland við 50 metra svimjihyli, fótbóltshøll, høll til skoytuítrótt og annað, øki til krops- og styrkivenjing, ítróttahøll, golfvøll og annað. Hetta verður alt samalt bundið saman av einum bygningi við kafe, framsýningarøki, fundarhølum og øðrum.

Ein stórur fyrimunur við hesi verkætlan er, at hon liggur so væl fyri geografiskt. Sum nú er, kann knappur helmingurin av Føroya fólki eftir minni enn hálvum tíma koyra til Stórutjørn, og við føstum sambandi millum Skálafjørðin og Havnina hava 80 prosent av Føroya fólki bara hálvan tíma at koyra til Stórutjørn.

Ein annar partur av ætlanini er at byggja ítróttakollegium og høli til fyrisiting, so føroyski ítróttaheimurin kann fáa bestu umstøður, har pláss verður fyri bæði bredd og elitu. SMI Stóratjørn ynskir at hava Ítróttasambandið og sersambondini sum ráðgevar og vegleiðarar, sum ítróttini verður tryggjað eitt dynamiskt umhvørvi í mong ár frameftir.

Eisini kann ítróttaligi parturin av verkætlanini Stóratjørn koma at muna væl, tá søkjast skal um at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya í 2015, tá øll fimm byggistigini skulu vera liðug. Við øllum øðrum hentleikum, ið eisini koma at vera við Stórutjørn, verða Føroyar eftir øllum at døma munandi betur førar fyri at taka ímóti leikunum.

Ítróttakarmar annars
Eisini á øðrum økjum verða framstig gjørd, tá tað ræður um at fáa ítróttini bestu møguligu karmar at virka undir. Her verður serliga hugsað um fysiskar karmar, ið tørvur bæði er á at útvega av nýggjum og at endurnýggja og nútímansgera.

Leingi hevur tørvur verið á einum stadion aftrat til frælsa ítrótt, og nú er komið so mikið ávegis við nýggja økinum á Hálsi í Havn til endamálið, at tann nýggja Tórsbreyt verður liðug og tikin í nýtslu í juli mánaði í ár. Serliga verður hetta eitt framstig, tí langt um leingi kemur ein rennibreyt aftrat, umframt at umstøðurnar hjá kastiítróttini verða munandi betri.

Eisini eru fleiri hallir til ítróttalig endamál ávegis. Ætlanin at gera eina stóra fimleikahøll við ovara enda á Tórsvølli í Havn er komin so mikið langt, at skjótt kann spakin setast í, og somuleiðis arbeiðir hondbóltsfelagið Neistin við hondbóltshøll í Havn, umframt at ítøkiligar ætlanir eru um at umbyggja og nútímansgera ítróttahøllina á Hálsi, sum er slitin og bert við undantaksloyvi kann verða brúkt til altjóða kappingar.

Í longri tíð hevur eisini verið arbeitt við at fáa eina fótbóltshøll í Skálafirði, ið kann betra munandi um venjingarumstøður hjá teimum mongu fótbóltsfeløgunum í umráðnum har á leiðini, tá tað annars ikki er venjandi fyri veður. Ein slík høll gevur eisini fótbóltinum møguleika at vera í gongd um veturin, tá virksemið annars fyri tað mesta liggur stilt.

Í Klaksvík er so eisini tikin í brúk tann snotiliga Badmintonhøllin, sum Klaksvíkar Badmintonfelag hevur tikið stig til og fingið ført út í lívið. Høllin er sera kærkomin hjá tí ríka ítróttalívinum í Klaksvík, sum í mong ár hevur dúvað upp á KÍ-høllina og annars fimleikahallirnar í býnum.

At enda kunnu so eisini nevnast teir tilsamans 40 sparkivallirnir, sum kommunur kring landið hava fingið gjørt við eitt nú stuðli frá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Hesir vallir eru komnir væl við í bygdum og býlingum, sum ikki hava havt møguleika at gjørt vøll annars. Tørvurin á hesum sparkivøllum hevur verið so stórur, at Fótbóltssambandið enntá ikki hevur verið ført fyri at gingið øllum umsøkjarum á møti, sum hava ynskt at fingið ein slíkan vøll.

Dopingroyndir
Síðani aðalfundurin fyri átta árum síðani samtykti reglur um doping og skipan, fyri at berjast ímóti hesum trupulleika, hevur verið arbeitt miðvíst við dopingroyndum, eins og vit kenna tær aðrastaðni.

Í 2007 eru tilsamans 24 dopingroyndir tiknar, og tær býta seg soleiðis, at 12 mannfólk og 12 konufólk eru kannað, og royndirnar hava hetta skeiðið bert verið gjørdar innan fyri tvinnar ítróttagreinar, flogbólt og hondbólt.

Í januar 2007 vóru royndir tiknar av fýra monnum í flogbólti, umframt fýra kvinnum og fýra monnum í hondbólti, og tær vóru allar negativar.

Seinni sama ár vóru aftur tiknar 12 royndir, hesa ferð av fýra hondbóltkvinnum, umframt fýra kvinnum og fýra monnum í flogbólti, og aftur hesa ferð vóru allar royndirnar negativar.

Um ársskiftið var avtala gjørd við Anti Doping Danmark um at taka royndir av føroyingum, sum eru í donskum feløgum. Henda avtalan hevur nú fingið virknað, so Anti Doping Danmark hevur eyga við, um føroyingar eru í teimum feløgunum, har royndir kortini verða tiknar.

Ítróttasavn
Fyri 19 árum síðani, eftir at Oyggjaleikir høvdu verið í Føroyum í 1989, var peningur settur í ein grunn, sum skuldi leggja fíggjarligan botn undir at seta á stovn og reka føroyskt ítróttasavn. Eitt slíkt savn skal minna okkum á, at hóast vit skulu hyggja frameftir, eiga vit ikki at gloyma tað farna, tí søgan er altíð ein stórur og týðandi partur av okkara samleika – eisini í ítróttahøpi.

Ein nevnd er sett at standa fyri Føroya Ítróttasavni, og hon er farin til verka. Millum annað hevur nevndin viðgjørt umráðandi spurningin viðvíkjandi karmi og hølisviðurskiftum hjá hesum savni. Tá hóskandi lutir verða fingnir til vega til savnið, krevst bæði goymslu- og framsýningarpláss.

Heitt verður á feløg, sersambond og onnur, um at hugsa um gamlar lutir og annað søguligt tilfar, so tað ikki fer fyri skjeyti, men verður varðveitt sum partur av Føroya Ítróttasavni. Ein annar partur av Føroya Ítróttasavni, er at fáa skrivað felagssøgu frá 1989 og fram til dagin í dag, og nú verður arbeitt við at fáa fólk at átaka sær uppgávuna at savna og skriva hesa søgu.

Nýggj og broytt ítróttafeløg
Síðani síðst eru broytingar hendar við fleiri limafeløgum, og her skulu nevnast nakrar av hesum broytingum, sum í onkrum førum eru samanleggingar og í øðrum umskipingar, ið geva fleiri feløg.

Nýtt fótbóltsfelag er skipað í Vágum, har Sørvágs Ítróttafelag og FS Vágar eru gingin saman í samstarv um nýggja felagið 07 Vestur. Somuleiðis hava Gøtu Ítróttafelag og Leirvíkar Ítróttafelag lagt saman fótbóltin hjá sær í nýggja felagið Víkingur.

Og í svimjingini er eisini samanlegging gjørd í Suðuroynni, har Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag hava tikið seg saman í nýggja felagið, ið ber heitið Suðuroyar Svimjifelag.

Ítróttafelag Fuglafjarðar hevur umskipað virksemi sítt, so talan nú er um fýra feløg. Fótbólturin heldur fram undir navninum ÍF, meðan hinar ítróttagreinarnar
eru skipaðar í nýggj feløg, ið eita ÍF Flogbóltur, ÍF Kappróður og ÍF Badminton.

Hartil er so í Havn stovnað nýtt felag fyri frælsa ítrótt, Hvirlan, og hevur tað so seint sum í hesi vikuni fingið limaskap í Ítróttasambandi Føroya.

Meira harmiligt er hinvegin at staðfesta, at Ítróttasamband Føroya hevur fingið fráboðan um, at flogbóltsfelagið Fram ikki er til longur.

Góður atburður
Ítróttasamband Føroya hevur latið prentað etiskar leiðreglur, sum Petur Ove Petersen hevur umsett og tillagað okkara viðurskiftum. Hesar leiðreglur verða sendar øllum feløgum og sersambondum í teirri vón, at ítróttafólk okkara taka tær til sín.

Leiðreglurnar venda sær bæði til vaksin, børn, foreldur, dómarar, hjálparfólk, leiðarar og venjarar, og høvuðsboðskapurin er, at øll vísa virðing fyri hvørjum øðrum, samstundis sum góður atburður verður sýndur – bæði á vølli og uttanfyri.

Øll, sum fáast við ítrótt, eiga at viðurkenna leiklut sín sum fyrimyndir, og tí ræður um at ganga undan í røttum og reiðiligum atburði, ið tænir ítróttini til sóma.

Faldarin við etisku leiðreglunum er fult í tráð við teir tankar og tey uppskot, ið komu fram á evnisdegnum, sum Ítróttasambandið skipaði fyri í november mánaði.

Starvsfólk
So hvørt sum virksemið innan føroyska ítrótt økist og mennist, gerast krøvini til umsitingina alsamt størri. Væl hevur munað, at vit bæði hava havt umsitingarfólk og ein ítrótta- og ungdómsráðgeva, men kortini eru stundum so stórar og krevjandi uppgávur, at tørvur hevði verið á fleiri starvsfólkum.

Tann 1. august fór ítrótta- og ungdómsráðgevin seinnu árini, Sølvi Reinert Hansen, í annað starv, og tí hevur Ninna Reinert Ørvarodd verið einsamalt starvsfólk í umsitingini í meiri enn hálvt ár. Men nú er Annika H. Lindenskov sett í starv sum ítróttaog ungdómsráðgevi frá 1. mai.

Sostatt eru aftur tvey fólk í umsitingini nú, men so hvørt sum umsitingarligu uppgávurnar gerast alsamt fleiri og størri hjá Ítróttasambandinum, hevði avgjørt verið ynskiligt, at vit fingu styrkt um umsitingina og kundu sett enn fleiri fólk í starv.

Endi
Tað er við blandaðum kenslum, at tikið verður saman um hesa formansfrágreiðing, sum er tann seinasta hjá mær í drúgva álitisstarvinum sum forseti í Ítróttasambandi Føroya. Og tað var tað eisini, tá eg á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani boðaði frá avgerð míni um, at hetta var mítt seinasta skeið sum forseti og at eg ikki fór at taka við afturvali á hesum aðalfundinum.

Eingin ivi skal vera um, at hesi 28 árini í ovastu leiðsluni fyri føroyskari ítrótt hava verið rík og góð ár, ið hava givið hópin av royndum og upplivingum. Tað hevur verið stuttligt at verið við, tí eg havi møtt so nógvum góðum, positivum og arbeiðssomum fólki, sum hvørt á sín hátt hava givið føroyskari
ítrótt og ítrótt sum heild so nógv.

Persónliga hevur talan verið um nøkur ár, ið hava verið sera lærurík og mennandi, og eg vil fegin endurtaka, at hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi. Við árunum eru nógvar broytingar hendar og nógv er umskift, síðani eg í 1979 á fyrsta sinni kom upp í Ítróttasambandið sum skrivari og árið eftir tók við sum forseti. Soleiðis arbeiðir tíðin og vit flytast eisini við henni.

Í míni tíð havi eg upplivað, at yvirskipaði bygnaðurin í føroyskari ítrótt er broyttur munandi, við tað at vit eru farin frá deildum undir Ítróttasambandinum til sersambond, so ítróttagreinarnar í nógv størri mun eru slopnar at standa á egnum beinum, meðan Ítróttasambandið hevur verið savnandi felagsskapurin, ið hevur roynt at drigið ein reyðan tráð ígjøgnum tað arbeiði, sum er gjørt.

So hvørt sum sersambondini hava ment seg, eru uppgávurnar og avbjóðingarnar hjá Ítróttasambandinum broyttar, og eg haldi, at vit sera væl hava megnað at fylgt við, so vit í dag hava ein felagsskap, ið til fulnar livir upp til tað, vit síggja í alheims og norðurlendskum høpi. Vit eru í støðugari menning, og hava eftir besta førimuni roynt at virkað føroyskari ítrótt at gagni. Og tað haldi eg eisini vera eydnast okkum.

Framvegis standa nógvar og stórar avbjóðingar fyri framman, og tað verður ikki minni neyðugt í komandi tíðum, at vit standa saman um alt tað, vit hava felags, samstundis sum vit hvør í sínum lagi leggja alla orku í at menna tað, hvør einstøk ítróttagrein hevur sum sítt egna eyðkenni og mál. Megnar ítróttin í Føroyum at draga somu línu, tá talan er um tey stóru og yvirskipaðu málini, samstundis sum ítróttagreinarnar stuðla væl hvørjari aðrari, sær bjart út fyri framtíðina.

Sum eg havi nevnt fyrr, er ætlan mín á ongan hátt at siga ítróttini farvæl, hóast eg nú leggi frá mær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya. Enn meti eg meg at hava nógv at geva, og sjálvur haldi eg meg hava bæði evni og orku til at virka fyri føroyskari ítrótt í mong ár aftrat, har tað nú eina ferð kann verða brúk fyri mær og eg kann gera nyttu.

Tað er við størsta takksemi, at eg líti aftur á hesa tíðina, og eg vil persónliga nýta høvið til at takka tykkum mongu, mær untist at samstarva við øll hesi árini. Tað hevur verið ein stór gleði at arbeitt saman við tykkum og at lært tykkum at kent, og serliga frøist eg um tey mongu vinabond, ið eru skapt so nógvar vegir í okkara ríka ítróttaheimi. Tit hava øll somul mína allarstørstu virðing og skulu
frá mær fáa eina hjartans tøkk fyri tíðina, vit hava havt saman!

Um eina løtu skulu veljast nýggjur forseti í Ítróttasambandi Føroya, og eg vil ynskja alt tað besta fyri tann, sum nú eina ferð vinnur tað valið. At vit hava tvey góð valevni at velja ímillum, er ikki minsta prógvið fyri, at Ítróttasambandið er ein livandi og demokratiskur felagsskapur, og óansæð hvør verður valdur, eri eg sannførdur um, at føroysk ítrótt og framtíð hennara verður í góðum hondum.

So skal eg at enda vegna starvsnevnd og stjórn í Ítróttasambandi Føroya at takka feløgum og leiðarum fyri enn eitt ár í góðum samstarvi og við einum stórum arbeiðsinnsatsi, ið veruliga hevur roynst føroyskari ítrótt dyggur. Eisini skal ljóða ein tøkk til politiskar myndugleikar, land og kommunur, Strandferðslu, vinnulív, handilslív, fjølmiðlar og onnur, sum á ymsan hátt geva sítt íkast, so føroysk ítrótt hevur bestu umstøður og fyritreytir at virka undir. Ikki minst vil eg takka tykkum øllum, sum kring landið alt leggja bæði lív og sál og størstu orku í eitt stórt og sjálvboðið ítróttaarbeiði. Tað eru tit, ið eru nervin og andadrátturin í føroyskari ítrótt, og uttan tykkum og tykkara stóra innsats var
ítróttin fátæk, men tykkum at takka er hon rík!

Takk fyri øll somul og takk fyri meg!

Heðin Mortensen
ÍSF-forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.