+298 312606 - isf@isf.fo

Formansfrágreiðing 2006-2007

So er aftur eitt ítróttaár farið aftur um bak, clinic og vit nýta hetta høvi til at taka samanum og hyggja frameftir. Einki ár er líka, og avbjóðingarnar eru heldur ikki tær somu, men tær eru har. Hetta farna ítróttaárið er okkurt, vit kunnu fegnast um, meðan sum vit mugu staðfesta, at okkurt annað kundi verið betri. Men samanumtikið haldi eg, at farna skeiðið hevur bara roynst væl. 

Framvegis kundu vit ynskt okkum, at vit politiskt høvdu eitt sterkari bakland, tí talan er um størsta sjálvbodna arbeiði í landinum, og samstundis hevur tað eina góða uppaling við sær, ið gevur hesum landi bæði sunnari og betri borgarar. Ynskiligt hevði verið, at tað almenna kom til ta niðurstøðu, at ein størri játtan á løgtingsins fíggjarlóg sanniliga eisini hevði sæst aftur, og tað í ríkiligt mát. 

Í hesum tíðum, tá fokus verður sett á støðuna – og ikki minst heilsuna – hjá tí einstaka, fæst sjón fyri søgn, at ítróttin hevur eina ótrúliga stóra og jaliga ávirkan á okkara lítla samfelag. At so er, er øllum tykkum mongu úti í feløgunum fyri at takka, tí tit ósjálvsøkin gera eitt risastórt arbeiði fyri at menna og halda teimum ungu til. Tykkara innsatsur í skipaðu ítróttini her á landi sæst aftur og ger veruliga mun. Tøkk skulu tit eiga fyri tað!

Landskassastuðul

Enn eina ferð mugu vit tíverri ásanna, at hóast óteljandi áheitanir á landsins myndugleikar um at givið ítróttini størri ans og meira virðing við størri játtan á løgtingsins fíggjarlóg, hevur hetta verið til fánýtis. Játtanin er tann sama, sum hon nú hevur verið í mong ár, tvær milliónir krónur, hóast tað er ein
sannroynd, at virksemið í føroyska ítróttaheiminum ongantíð hevur verið størri enn tað sama. 

Frá politiskari síðu verður framvegis víst til veddingarpengarnar, sum skulu vera so munadyggir, at tørvur ikki er á størri játtan frá tí almenna. Politikararnir gloyma tíverri, at tað var av neyð, at vit í Ítróttasambandi Føroya í síni tíð fingu eina skipan í lag við Danske Spil, sum tað nú eitur, so tað kundi bera til at lata veddingarpengarnar koma føroyskari ítrótt til góðar. Skerjingin í landsins
játtan til ítróttina var høvuðsorsøkin til, at vit valdu henda útveg, ið tá var tann einasti, skuldi ítróttin ikki vera fyri fíggjarligum hóttafalli.

Men veruleikin er, at ítróttin liggur ongum til byrðu, tí vit megna sjálv at fíggja virksemið, men høvdu hinvegin havt nógv fleiri møguleikar, um
okkara partur á løgtingsfíggjarlógini samsvaraði við ta stóru upphædd, ítróttin í roynd og veru sparir samfelagnum. Hóast politikararnir kappast um at siga okkum, at tíðirnar eru góðar, mugu vit bara harmast um, at teir ikki ásanna og viðurkenna tað stóra ítróttaarbeiði, ið verður gjørt.

Ítróttavedding

Veddingarpengarnir, vit fáa frá Danske Spil, eru framvegis álitið, tá tað ræður um at finna eitt gott fíggjarlig íkast til ítróttina. Men tíverri hevur stuðulin frá ítróttaveddingini verið í minking, tí føroyingar í alsamt minni mun hava spælt spølini hjá Danske Spil í Føroyum.

Ein hin størsta orsøkin til tað er óivað vantandi marknaðarføring, ið vendir sær beinleiðis til føroyingar. Fyrr hevur ikki borið til at lýst og kunngjørt í Kringvarpi Føroya, soleiðis sum vit kundu hugsað okkum tað, tí øll marknaðarføring er gingin ígjøgnum Danske Spil, ið tíverri ikki hevur sæð tørv á beinleiðis føroyskari marknaðarføring, so meira varð spælt í Føroyum.

Men eftir at hava tosað væl og leingi við Danske Spil um hesi viðurskifti, eydnaðist at fáa í lag eina føroyska lýsingarherferð í tríggjar mánaðir í fjørheyst.
Tað vísti seg eisini, at hesar lýsingar munaðu at kalla beinanvegin, so føroyingar gjørdu meira við at spæla spølini hjá Danske Spil, og hóast eingi endalig tøl eru komin á borðið enn, bendir alt á, at henda lýsingarherferð hevði ynskiliga úrslitið.

Tað tykist, sum hava føroyingar hetta farna árið spælt fyri nøkulunda tað sama, sum teir gjørdu árið fyri, men greitt er, at var tað ikki fyri hesi lýsingarherferðini, hevði talan enn eina ferð verið um eina afturgongd, ið samstundis hevði merkt enn minni pengar til føroyska ítrótt. Vit mugu staðfesta, at skal okkara ítrótt fáa eitt munagott fíggjarligt íkast frá veddingarpengunum, so má arbeiðast fyri tí – ikki minst við at kunna og upplýsa um tey spøl, Danske Spil hevur í Føroyum. 

Norðurlendskur stuðul

Annað fíggjarligt ískoyti til ítróttavirksemi fæst á hvørjum ári frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum letur Íslandi, Grønlandi og Føroyum stuðul eftir einum býtislykli, sum er soleiðis samansettur, at Ísland fær 50 prosent og Føroyar og Grønland fáa 25 prosent í part.

Hesin norðurlendski stuðul er serliga ætlaður tiltøkum, ið onkursvegna fevna um Útnorður, og hann verður umsitin soleiðis, at sersambond kunnu søkja um stuðul til virksemi, treytað av, at í minst lagi trý norðurlond eru við í teimum tiltøkum, søkt verður um stuðul til.

Ferðing

Játtanin til ítróttaferðir innanlands er óbroytt, tríggjar milliónir og 250.000 krónur. Men av tí at ítróttavirksemið kring landið er økt munandi við bæði fleiri feløgum og fleiri kappingum, er av størsta týdningi, at henda játtan er nøktandi.
Skipanin við ferðakortum, ið ger tað lættari hjá bæði ítróttaleiðarum og einstaklingum at ferðast til ítróttatiltøk kring landið, riggar væl.

Eftir at ferðingarmynstrið kring landið er broytt munandi, eftir Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru komnir, hevur verið roynt at fingið eina skipan við feløgini, sum eiga og reka undirsjóvartunlarnar, men enn hava hesar tingingar ikki givið nakað úrslit, hóast fleiri møguleikar áttu at verið. Eitt nú kundu ítróttafeløgini kring landið fingið so og so nógvar kubbar, ið vórðu brúktir eftir somu skipan, sum tá fólk fáa sær eitt árshald. Tá kundi ferðingin gjøgnum undirsjóvartunlarnar verið munandi bíligari, tá serliga foreldur at kalla hvørja viku koyra børnini til dystir og kappingar.

Viðvíkjandi ferðing uttanlands, hevur Ítróttasamband Føroya eina goða avtalu við Atlantsflog, so sersambondini fáa avsláttur í kostnaðinum. Avtalan betrar møguleikarnar hjá eitt nú landsliðum at ferðast úr Føroyum og til Føroya undir skipaðum viðurskiftum fyri fastan og sámiligan prís. Avtalan við Atlantsflog betrar møguleikarnir hjá føroyskum ítróttafólkum at umboða og marknaðarføra Føroyar úti í heimi. 

Skattaviðurskifti

Í desember mánaði samtykti løgtingið at broyta tann partin av verandi skattalóg, sum beinleiðis ávirkar samsýningar til fólk, sum gera eitt arbeiði innan ítrótt. Henda broyting er tíverri ikki til tað betra, men leggur enn størri arbeiðsbyrðu á
umsitingarnar í ítróttafeløgunum kring landið.

Síðani 1991 hevur verið loyvt ítróttafeløgunum at flyta ávísar upphæddir uttan um skattaskipanina, og hevur talan verið um samsýningar til dómarar,
linjudómarar og ungdómsvenjarar. Harumframt kundu hesi fáa ferðakostnað endurgoldnan. Men nú hesi viðurskifti langt um leingi eru dagførd, eru viðurskiftini blivin nógv meira tvørlig hjá bæði feløgunum og teimum, ið fáa samsýningina.

Nú er í høvuðsheitum tann regla galdandi, at samsýning til dómarar, linjudómarar, venjarar, leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgunum ikki verður
tald við í skattskyldugu inntøkuni, um so er, at talan er í mesta lagi um 15.000 krónur um árið. Og tey, sum fáa hesar samsýningar, kunnu ikki eisini fáa aðrar skattafríar veitingar, uttan tá talan er um ferðing uttanlands í arbeiðsørindum. Fer upphæddin árliga upp um 15.000 krónur, skal viðkomandi rinda skatt av allari upphæddini.

Hjá teimum, ið fáa samsýning fyri sítt ítróttaarbeiði, verður skatturin roknaður av samsýningunum, tá tær falla, og er upphæddin minni enn 15.000 krónur, fæst skatturin aftur sum avlopsskattur. Men vil onkur hava frádráttin at virka beinanvegin, má hetta nú skrásetast í fyribilsskattaskránni.

Av tí at øll feløg, sum rinda hesar samsýningar, nú skulu hava eitt V-tal og flyta samsýningina sum løn, setir hetta munandi størri krøv til umsitingarliga partin í feløgunum kring landið, so tað snøgt sagt verður dýrari at reka feløgini. Hetta eru mong feløg misnøgd við, og Ítróttasamband Føroya harmast eisini um, at ikki ein frægari loysn fekst.

Ásannast má, at henda skipan ikki tekur hædd fyri, at talan er um fólk og feløg, sum nýta sína frítíð til ítróttaarbeiði. Men lóg er lóg, og tað noyðast vit at virða og viðurkenna. Fótbóltssamband Føroya hevur tikið avleiðingina og gjørt sáttmála við sínar dómarar, so teir nú verða beinleiðis løntir av fótbóltssambandinum, og ikki er óhugsandi, at eisini onnur sersambond fara at finna fram til loysnir eftir nøkulunda sama leisti.

Ítróttadómstólurin

Ítróttadómstólurin var nógv umrøddur farna árið, tá eitt kærumál í steypakappingini í mansfótbólti vann seg ovast á breddarnar í fjølmiðlunum. Tvær ferðir hevði Ítróttadómstólurin hetta kærumál til viðgerðar, og at enda var tað avgerð dómstólsins, ið avgjørdi málið, og varð hon eisini vird av øllum pørtum sum endalig og galdandi avgerð.

Ein orsøk til nógvu umrøðuna var ein ávís tulkingarósemja av rættinum hjá Ítróttadómstólinum at viðgera viðkomandi mál. Fótbóltssamband Føroya helt seg til tær viðtøkur, ið skuldu koma í gildi fyri fótbóltin í Føroyum frá ársskiftinum, meðan Ítróttasamband Føroya helt fast við, at so leingi nýggju viðtøkurnar fyri fótbóltin ikki vóru komnar í gildi, átti Ítróttadómstólurin at viðgera málið og taka ta avgerð, allir partar áttu at halda seg til.

Síðani er tað hent, at eykaaðalfundur í Ítróttasambandi Føroya í november mánaði samtykti at broyta grein 16 í evstulóg fyri ÍSF, ið snýr seg um Ítróttadómstólin. Orsøkin er, at Fótbóltssamband Føroya hevur broytt sínar viðtøkur eftir krøvum frá alheims fótbóltssamgonguni, FIFA, og hesum valdi ein einmæltur eykaaðalfundur at laga seg eftir.

Sostatt eru reglurnar fyri Ítróttadómstólin nú broyttar soleiðis, at eitt líknandi mál, sum tað nógv umrødda í fjør, neyvan kemur fyri aftur. Broytingin merkir í høvuðsheitum, at Ítróttadómstólurin ikki kann viðgera mál hjá sersambondum, sum greitt hava tilskilað í viðtøkum sínum, at ovasti kærumyndugleiki liggur hjá stovnum innan viðkomandi sersamband.

Henda og aðrar broytingar, ið kunnu væntast, gera tað enn meira týdningarmikið, at arbeitt verður væl og virðiliga við at endurskoða allar lógir hjá bæði sersambondunum og Ítróttasambandi Føroya, so samsvar er teirra millum í øllum lutum. Hetta arbeiði tekur tíð, men umráðandi er at brúka ta tíð,
ið skal til, so vit ikki fáa hálvar, men heilar loysnir, ið forða fyri tulkingarósemjum og ivamálum. 

Útvarps- og sjónvarpsrættindi

Hóast Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya fyri einum ári síðani gjørdu eina nýggja avtalu um sendirættindi til ítrótt. Hóast henda avtala kastar meira pening av sær til ítróttina, eru tíverri framvegis fleiri viðurskifti í hesum samstarvi, sum als ikki eru nøktandi. Fleiri ferðir hevur eisini verið gjørt vart við hetta.

Tað er framvegis spurningurin um, at Kringvarp Føroya skal viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum, sum ikki er loystur í verki. Serliga í sjónvarpinum verður henda viðurkenning tulkað og bend, so deildir við ískoytisveitaranøvnum ikki verða nevndar annað enn “besta deild” ella “fremsta deild”. Roknast kann við, at enn fleiri kappingar fara at bera ískotisveitaranøvn, so tí verður hesin spurningur ikki minni viðkomandi í framtíðini.

Tað eru tó ikki bert ósemjur, ið valda innan hetta umráði, tí sum nakað nýtt hevur Ítróttasamband Føroya gjørt avtalu við Miðlafelagið, ið fær rætt til at senda upptøkur frá lands-, steypa- og FMkappingum og ítróttatiltøkum annars, ið eru undirløgd myndugleika hjá sersambondum innan ÍSF. Í fyrsta umfari fevnir avtalan um heimasíðurnar portal.fo og sportal.fo, og á hesum heimasíðum ber nú til at síggja sjónbandað brot frá ítróttahendingum, umframt samrøður og annað viðkomandi.

Henda avtala staðfestir, at vit í hesum samskiftistíðin hava førkað okkum burtur frá, at tað bert er ein loftmiðil, ið hevur avtalu um sendingar frá ítróttatiltøkum. Ikki er heldur óhugsandi, at aðrir líknandi sáttmálar verða gjørdir í komandi tíðum, tí av øðrum fyrispurningum hava vit fingið ta fatan, at onnur eisini hava hug at senda ljóð og livandi myndir frá føroyskum ítróttahendingum. 

Oyggjaleikir

Sum vant var Ítróttasamband Føroya við á ársaðalfundinum hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IGA. Fundurin verður annaðhvørt ár hildin undir Oyggjaleikunum, og annaðhvørt ár verður vitjað á tí staði, har komandi leikirnir skulu verða. Í fjør var fundurin á Rhodos og samstundis varð skipað fyri
vitjanum á teimum ítróttaøkjum, ið verða nýtt til leikirnar í summar. 

Størsti spenningur á fundinum hesa ferð stóðst av atkvøðugreiðsluni um, hvør skuldi vinna sær rættin at skipa fyri leikunum í 2011. Umsøkjararnir hava seinnu árini gjørt nógv burturúr, tá teir hava roynt at sannført limaoyggjarnar um, at júst teirra umsókn er tann besta. Við sera teprum meiriluta fekk Isle of Wight leikirnar í harðari kapping við Bermuda. Longu frammanundan er greitt, at
leikirnir í 2009 verða á Álandi.

Samanumtikið sær út til, at fyrireikingarnar longu síðsta summar vóru komnar væl ávegis. Størsta vandamálið hjá okkara ítróttafólkum verður ivaleyst nógvi hitin á Rhodos, og einki er at ivast í, at stórur munur verður á leikunum hesa ferð og síðstu leikunum í Hetlandi í 2005. Tað frættist, at sera nógvir føroyingar ætla sær við til Rhodos at stuðla føroysku ítróttafólkunum. Hetta eru hugalig
tíðindi, so ivaleyst kunnu vit enn eina ferð gleða okkum til einar hugaligir og spennandi leikir í summar.

Ítróttasamband Føroya hevur fundast við Mentamálaráðið um møguleikan at skipa fyri leikunum í Føroyum aftur. Tó er greitt, at nógv er broytt, síðan vit skipaðu fyri leikunum í 1989. Millum annað eru íðkandi ítróttafólkini nógv fleiri í tali, og størsta avbjóðingin verður tí ivaleyst at veita teimum umleið 2.500 fólkunum innivist, ið kunnu væntast higar í sambandi við Oyggjaleikir. Nú kappingin millum limaoyggjarnar um at hýsa leikunum er herd, er alneyðugt, at Føroyar hava eina greiða og haldgóða ætlan fyri, hvussu leikirnir skulu skipast
viðvíkjandi flutningi, innivisti og ítróttagreinum, áðrenn vit søkja um at fáa leikirnar.

Ein arbeiðsbólkur undir Ítróttasambandi Føroya er farin undir at kanna, hvat krevst av fyrireikingum og umstøðum annars, so vit aftur kunnu bjóða okkum fram at skipa fyri leikunum.

Olympiskur limaskapur

Framvegis arbeiðir Ítróttasamband Føroya við at útvega Føroyum olympiskan limaskap. Hetta arbeiði fer fram á fleiri mótum, tí greitt er, at við tungu málsgongdini øll hesi mongu árini, er neyðugt nýta øll hugsandi høvi at gera vart við umsókn okkara og at vinna allan vælvilja, har hann kann fáast.

Føroyar vórðu eins og síðsta ár aftur bodnar við til aðalfundin hjá Europeisku Olympisku Nevndini, EOC. Ítróttasamband Føroya sendi tvey umboð til aðalfundin, sum var í Bruxelles. Hóast føroysku umboðini bert vóru við sum eygleiðarar, gav fundurin høvi til at greiða frá føroyskari ítrótt og okkara ynski um at gerast partur av olympisku rørsluni. Hóast europeisku londini í stóran mun
skilja støðu okkara, er lógin hjá IOC í løtuni ein forðing fyri føroyskum limaskapi. Tað tykist tí, sum olympiska rørslan er í eini bíðistøðu, hvat Føroyum viðvíkur.

Eftir galdandi treytum kunnu bert sjálvstøðug ST-limalond fáa limaskap í IOC, men bíðað verður enn eftir avgerðini í sakarmálinum hjá olympisku nevndini á Gibraltar mótvegis IOC. Um Gibraltar fær viðhald, hevur tað ivaleyst við sær, at bæði Gibraltar og Føroyar fáa IOC-limaskap.

Ætlanin er annars at fáa fund í lag við Altjóða Olympisku Nevndina, so Føroyar har kunnu fáa høvi at greiða frá málinum, sæð frá føroyskari síðu, og hví Føroyar halda fast við, at upptøkutreytirnar verða uppfyltar. Í løtuni eru tingingar við føroyska og danska mentamálaráðið um at fáa fund í lag sum skjótast, so skundast kann undir, at hetta mál verður avgreitt.

ENGSO

ENGSO er europeiskur felagsskapur fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir í europeiskum londum. Í løtuni eru 40 limalond, og Føroyar hava verið limur síðani 1976, tá felagsskapurin nevndist The NGO Club. Í mun til europeisku og altjóða olympisku rørsluna, ið mest fæst við viðurskifti, sum hava beinleiðis samband við olympisku leikirnar, snýr samstarvið í ENGSO seg um øll yvirskipað
ítróttalig viðurskifti.

Í høvuðsheitum hevur felagsskapurin tvey árlig afturvendandi tiltøk, ein aðalfund um várið og eina ráðstevnu um heystið, og Ítróttasamband Føroya var við á ENGSO-aðalfundinum á Malta í mai og ráðstevnuni hjá felagsskapinum í Budapest í oktober.

Ítróttasamband Føroya bjóðaði eisini starvsnevndini hjá felagsskapinum til Føroya at hava fund í september, og nevndin fegnaðist um umstøðurnar her. Fundurin varð hildin tvørtur um eitt vikuskifti, og vórðu tey eisini boðin til borðhald hjá løgmanni og Tórshavnar kommunu. Í heyst verður Ítróttasamband Føroya vertur fyri árligu ráðstevnuni hjá felagsskapinum, og í tí sambandi koma væntandi eini 70 fólk til Føroya.

Ítróttasamband Føroya hevur havt umboð við í einum víðkaðum menningarbólki hjá ENGSO, sum síðani 2005 hevur arbeitt við framtíðar bygnaðinum hjá felagsskapinum. Fyri okkum hevur tað stóran týdning at vera við, har høvi er at tosa um felags yvirskipað viðurskifti innan ítróttina. Aftrat hesum eru limafelagsskapirnir í stóran mun olympisku nevndirnar í europeisku londunum, og týðandi fólk í olympisku rørsluni eru javnan við til tiltøkni hjá ENGSO.

Norðurlendskt samstarv
Ítróttasamband Føroya var eins og vanligt við á árliga norðurlendska felagsfundinum, sum hesa ferð var á Bornholm í august mánaði. Á hesum fundi
var olympiska umsóknin hjá Føroyum tikin upp til viðgerðar, og síðani eisini á serstøkum fundi við danska ítróttasambandið, ið enn eina ferð lovaði at gera sítt ítarsta fyri at hjálpa føroyingum.

Skipað varð samstundis fyri norðurlendska ungdómsskeiðinum Team Norden, har føroyingar eisini vóru við. Komandi árligi norðurlendski felagsfundurin verður í Grønlandi. 

Dopingroyndir

Føroyska dopingeftirlitið hevur tikið tilsamans 12 royndir av føroyskum ítróttafólkum í 2006. Átta av hesum royndum vóru frá fótbólti, tríggjar frá
kappróðri og ein frá svimjing. Í 11 av førunum var talan um mannfólk og í einum føri um konufólk, og allar royndirnar vóru negativar.

Roynt verður at spreiða royndirnar, uttan at nakað mynstur er í teimum, so tær koma so óvart á sum gjørligt, tá tær verða tiknar. Aðalmálið er, at ítróttafólk ongantíð skulu kenna seg trygg fyri at royndir verða tiknar, so ikki skal bera til at leggja til rættis doping, skuldi onkur havt hug til tess.

Upplýsast kann eisini, at arbeitt verður við at fáa nevndarformannin í Anti Doping Danmark, Jens Evald, at koma til Føroya í september at hava fyrilestur fyri stjórnarlimum og nevndarlimum í sersambondunum. 

Ítróttabreyt á miðnámsskúla

Komandi skúlaár fer eitt royndarsamstarv millum Føroya Handilsskúla á Kambsdali, Ítróttasamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya at geva ungum
føroyingum møguleika at ganga á eini serligari ítróttabreyt á Kambsdali. Tveir fyrrapartar um vikuna verður venjing og ein fyrrapart er ástøðilig kunning á skránni, men annars er talan um vanliga skúlagongd sum hjá hinum næmingunum.

Tá freistin at melda seg til nýggju breytina var úti, høvdu 14 ungfólk meldað seg, og tí kann henda royndarverkætlan fara av bakkastokki í august, tá nýtt skúlaár byrjar. Verkætlanin er nýbrot og ein varði í bæði ítrótta- og skúlahøpi, og vónandi fer í framtíðini at bera til at víðka hana til eisini at umfata fleiri ítróttagreinir og miðnámsskúlar.

Royndarverkætlanin byggir á somu skipan, sum feløg í hinum norðurlondunum nýta í samstarvi við miðnámsskúlarnar fyri at menna evnarík ítróttafólk enn meira. Tað eru fólk við dyggum royndum og kunnleika, ið eru sett at standa fyri verkætlanini, ið vit vænta okkum nógv av. 

Visjón 2015

Ítróttasamband Føroya hevur havt umboð í tveimum av bólkunum, sum arbeiða við Visjón 2015 hjá landsstýrinum. Sølvi Reinert Hansen, ítróttaráðgevi, hevur verið í bólkinum, ið arbeiðir við mentanarpartinum av Visjón 2015, meðan Petur
Elias Petersen, varaforseti, hevur verið í bólkinum, ið arbeiðir við vælferð og heilsu.

Endamálið hjá Ítróttasambandi Føroya við luttøku í hesum visjónsbólkum hevur partvís verið at víst á, hvønn týdning ítróttin hevur fyri mentan og fólkaheilsu, og partvíst at styrkt um leiklutin hesum viðvíkjandi. 

Karmar um ítrótt

Hóast Føroyar eru eitt lítið land, munnu karmarnir at íðka ítrótt vera fult á hædd við teir, vit kenna frá øðrum londum. Tó er umráðandi, at karmarnir ikki bert verða skaptir, men eisini verða røktir og hildnir viðlíka, so teir framvegis kunnu vera til gleði og gagn.

Neyðugt er, at bæði land og kommunur ásanna tann ovurhonds stóra týdning, frítíðarvirksemi hevur í Føroyum, og tí eisini seta pening av, so bøtast kann um verandi umstøður, bæði við viðlíkahaldi og nýbygging, har tørvur er á tí. Karmarnir mugu regluliga verða dagførdir, skal full nytta fáast burtur úr teimum.

Samstundis kunnu vit fegnast um, at nýggj róðrarneyst verða bygd, at nýggj badmintonhøll verður bygd í Klaksvík, at fræls ítrótt fær sín egna leikvøll í Havn, at fimleikurin í høvuðsstaðnum fær betri umstøður og so framvegis. Eisini eru aðrar áhugaverdar verkætlanir í umbúna, so sum fótbóltshøll í Eysturoynni og ítróttahøll á Sandoynni, og ikki minst hava teir mongu sparkivallirnir kring landið munað væl.

Eisini, nú arbeitt verður við einari ítøkiligari ætlan um aftur at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, er av alstórum týdningi, at ítróttin í Føroyum fær politiskan stuðul, bæði frá landi og kommunum, so vit kunnu vera vís í, at allir kravdir karmar eru í so mikið góðum og dagførdum standi, at tann parturin ikki gerst ein forðing fyri, at Føroyar kunnu koma á tal sum vertur fyri leikunum enn eina ferð.

Eru land og kommunur sinnaðar at geva sítt íkast til karmarnar, so ítróttin og frítíðarvirksemið fáa bestu umstøður, eru hetta pengar, ið samfelagið fær fleirfalt aftur. Ein íløga av hesum slagnum er ein íløga í framtíðina, ungdómin og eitt stórt sjálvboðið arbeiði, hvørs virði ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

Merkisdagar og heiður

At enda kunnu nevnast nakrir merkisdagar og fólk, sum farna skeiði eru blivin heiðrað. Í fjør kundi Judosamband Føroya hátíðarhalda sín 25 ára stovningardag. Judosamband Føroya hevur havt altjóða viðurkenning síðani 1983, og gjørdist í 1986 limur í bæði europeiska judosambandinum, EJU, og
altjóða judosambandinum, IJF. Eisini aðrir rundir dagar hava verið. Sandavágs Ítróttafelag kundi í fjør hátíðarhalda sín 100 ára stovningardag, og í ár eru 50 ár, síðani Nes Sóknar Ítróttafelag var sett á stovn.

Mogens Egholm, sum var stovnari av Bogaskjótifelagnum Tambar í 1988 og høvuðsfyrireikari í sambandi við Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989, er heiðraður við gullnál ÍSF’s. Hann var virkin skjútti og drívmegi í Tambum øll árini til í fjør, tá hann vegna aldur og sjúku legði frá sær. Eisini hevur Mogens Egholm verið venjari hjá yngru og nýggju skjúttunum, umframt hjá rørslutarnaðum, sum hava viljað roynt bogaskjóting. 

Í apríl mánaði vóru umboð fyri Ítróttasamband Føroya til staðar og handaðu gávu, tá formaðurin í danska ítróttasambandinum síðstu 24 árini, Kai Holm, legði frá sær. Hesi árini hevur Kai Holm roynst føroyingum væl, altíð staðið við okkara lið og fleiri ferðir hjálpt føroyskari ítrótt at fingið alheims viðurkenningar av ymsum slagi. Hann hevur eisini verið hollur stuðul í teimum málum, føroyingar hava reist í norðurlendskum høpi. Kai Holm var fyri trimum árum síðani heiðraður við gullmerki ÍSF’s, sum viðurkenning fyri hansara arbeiði føroyskari ítrótt at frama.

Endi

Sum nevnt at byrja við, er einki ítróttaár líka og ongar avbjóðingar tær somu.
So hevur eisini verið við hesum farna ítróttaárinum, ið eg tó samanumtikið
haldi hava roynst bara væl. Men av okkum, ið hava evstu ábyrgd av føroyskari
ítrótt krevst, at vit alla tíðina dagføra okkum og fylgja við, so vit á besta
hátt kunnu tæna feløgunum og teimum íðkandi. Hetta vil eisini vera málið
í komandi skeiði.

Vegna starvsnevnd og stjórn í Ítróttasambandi Føroya vil eg at takka øllum
feløgum og leiðarum fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði. Somuleiðis vil eg
takka politiskum myndugleikum, bæði landi og kommunum, Strandferðsluni,
vinnulívi, handilslívi, fjølmiðlum og øðrum, sum hvør á sín hátt eru við til
at skapa føroyskari ítrótt umstøður og fyritreytir at virka undir.

Síðst, men ikki minst, vil eg fegin takka tykkum mongu, sum kring alt
landið leggja lív og sál í tað stóra og sjálvbodna ítróttaarbeiði, vit eiga. Tit
eru hjartað í føroyskari ítrótt, og uttan íkastið frá hvørjum einstøkum av tykkum, náddu vit ikki teimum
málum og úrslitum, vit gera í dag!

Heðin Mortensen
ÍSF-forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.