Enn eitt ítróttaár er farið og enn eina ferð er løtan komin at taka saman um eitt sindur av tí, sum er farið, samstundis sum nortið verður eitt sindur við tað, ið stendur fyri framman. Avbjóðingar eru alla tíðina, og vit kunnu á summum umráðum fegnast um framstig, á øðrum harmast um at standa í stað ella ganga aftur. Men samanumtikið hevur roynst væl í hesum farna skeiðinum. 

Viðvíkjandi fíggjarliga grundarlagnum undir føroyskari ítrótt vildu vit ynskt, at landsins politisku myndugleikar góvu ítróttini størri ans og ikki minst løgdu sær í geyma tað stóra og sjálvbodna arbeiði, ið verður gjørt kring alt landið. Her sparir tað almenna nógvar milliónir av krónum, samstundis sum ítróttin er við at menna og mynda okkara unga fólk, heilt frá børnum av, og tað hevði einki gjørt, um hetta eisini sást aftur í játtan okkara á løgtingsins fíggjarlóg. 

Samstundis er at frøast um, at eitt nú fólkaheilsan er vorðin ein alsamt størri partur av rikna politikkinum, tí tað er hóast alt ein staðfesting og viðurkenning av tí gagnligu ávirkan, ítróttin hevur í okkara lítla samfelag. Øll, ið á ein ella annan hátt eru virkin innan ítrótt í Føroyum, hava uppiborið tøkkina og heiðurin fyri, at virksemið er so stórt og umfatandi, sum tað er. Og øll skulu vita, at alt tað stóra og sjálvbodna arbeiði, ið liggur sum botnur undir føroyskari ítrótt, ikki er til fánýtis. Tvørturímóti.


Landskassastuðul

Hóast Ítróttasamband Føroya ferð eftir ferð hevur heitt á landsins myndugleikar um at geva ítróttini størri ans ítøkiliga, tað vil siga við eini størri játtan, ið samsvarar til tað stóra virksemi, ið fer fram innan føroyska ítrótt, hevur hetta ikki givið úrslit. Játtanin er tann sama, tíanverri, og heldur ikki røkist nakað fyri, at játtanin til ítróttaarbeiði í Føroyum verður nakað størri í bræði. 

Umberingin hjá myndugleikunum er enn sum áður, at ítróttin jú fær veddingarpengar, og at tørvur tí ikki er á størri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Hetta er púra burturvið, tí ikki eigur at verða gloymt, at tað var av neyð, at vit í síni tíð leitaðu okkum til Dansk Tipstjeneste fyri at fáa eina skipan, har veddingarpengarnir kundu koma føroyskari ítrótt til góðar. 

Hetta hendi, samstundis sum landsins myndugleikar tá skerdu játtanina til ítróttina, og tíverri má staðfestast, at Ítróttasamband Føroya hevur saknað ta virðing fyri ítrótti og mentan, ið átti at verið. Ikki minst, tá havt verður í huga, at vit sjálv megna at fíggja verandi virksemi, men samstundis høvdu havt óendaliga nógv fleiri møguleikar, um okkara partur á løgtingsfíggjarlógini var í tráð við tær mongu milliónir, ítróttin í veruleikanum sparir samfelagnum fyri. 

Sjálvt ikki veddingarpengarnir kundu fáa frið, tí har skipaði løgtingið so fyri, at Mentamálaráðið skuldi fáa 20 prosent burturav, í staðin fyri at lata Ítróttasamband Føroya og Føroya Ungdómsráð, sum fáa ávikavist 60 og 20 prosent, hava hesar pengar í friði. Tað er alt annað enn politisku myndugleikunum fyri at takka, at hesir pengar eru komnir til landið, so tí tykist tað margháttligt, at Mentamálaráðið skal hava burtur av pengunum, samstundis sum politiskur vilji ikki annrs er til at stuðla ítróttini. 

Við verandi skipan er vandi fyri, at ein mentanarumsiting etur stóran part av hesum pengum upp, so alt ov lítið av teimum kemur til gagns og nyttu. Hetta vísir bert vantandi viljan hjá løgtinginum at stuðla og stimbra ítróttini, og hetta skal ikki liggja Mentamálaráðnum til last, tí tey hava vit gott samstarv við í allar mátar. 

Men harmiligt er tað, at politiski myndugleikin ikki ásannar og viðurkennir tað stóra ítróttaarbeiði, ið verður gjørt, og at vit enn eina ferð hava eina játtan, ið er tann sama sum árið fyri, samstundis sum ein ávís uppgongd í samfelagnum annars átti at gjørt tað møguligt at vaksið um játtanina, tá ráð eru til tað.


Landskassastuðul
 

Býtið av Landskassastuðlinum 2005
Sersamband
Upphædd
Fótbóltssamband Føroya
1.052.381
Hondbóltssamband Føroya
211.254
Flogbóltssamband Føroya
211.254
Róðrasamband Føroya
115.127
Føroya Fimleikasamband
115.127
Ítróttasamband Fyri Brekað
109.095
Svimjisamband Føroya
159.190
Judosamband Føroya
109.095
Badmintonsamband Føroya
115.127
Borðtennissamband Føroya
109.095
Sambandi Fyri Súkkling og Triathlon
56.587
Frælsur Ítróttur Føroya
56.587
Deilds. nýstovnaður ítróttur
96.587
Ríðisambandið
61.587
Skjótisambandið
61.587
Íalt
2.639.680

 

Ítróttavedding
Enn eina ferð kann sostatt staðfestast, at dyggasta fíggjarliga íkastið, føroysk ítrótt hevur, kemur frá veddingarpengunum. Og hóast stuðulin frá ítróttaveddingini støðugt er í minking, tí spælt verður alsamt minni hjá Dansk Tipstjeneste í Føroyum, eru veddingarpengarnir álitið. 

Ein trupulleiki við ítróttaveddingini hevur alla tíðina verið, at ikki hevur borið til at lýst og kunngjørt í Kringvarpi Føroya, soleiðis sum vit vildu ynskt, tí øll marknaðarføring skal ganga ígjøgnum Dansk Tipstjeneste, sum higartil ikki hevur hildið tørv verið á beinleiðis føroyskari marknaðarføring, so føroyingar fóru at vedda meira. 

Men nú er líkt til, at vend kann koma í á hesum umráði, tí eftir eitt sindur av skrivligum samskifti og fundarvirksemi við Dansk Tipstjeneste, tykist størri forstáilsi vera fyri, at veddingin krevur at hava sína egnu marknaðarføring í Føroyum, skal tað eydnast at fáa føroyingar at taka tey ymsu spølini til sín.

Ítróttavedding hevur heitt á Dansk Tipstjeneste um at fáa loyvi at lýsa við veddingini í Føroyum, so gongd kann fáast á. Eitt nú hava vit fingið. Sansir at gjørt eina professionella meting av tí marknaðarføring, ið er neyðug, og hetta upplegg hava vit lagt fyri Dansk Tipstjeneste. 

Reyði tráðurin í tilmælinum frá Sansum er, at tað ræður um at gera føroyingar tilvitaðar um, at gjøgnum spølini hjá Dansk Tipstjeneste eru teir beinleiðis við til at stuðla føroyskt ítrótta- og ungdómsarbeiði. Fyrst og fremst kappast veddingin við V4 og Gekkin hjá Kringvarpi Føroya, sum fíggjar sítt egna virksemi við hesum spølum, so tí átti veddingin at havt greiðar fyrimunir, tá havt verður í huga, hvussu ágóðin av spølunum hjá Dansk Tipstjeneste verður brúktur og kemur til gagns. 

Hvussu verður við inntøkunum frá ítróttaveddingini í framtíðini er óvist, tí sáttmálin við Dansk Tipstjeneste gongur út um ikki so langa tíð, og tá skal so samráðast av nýggjum. Ikki fyrr enn tá fæst at síggja, um Dansk Tipstjeneste framvegis er sinnað at vísa okkum vælvild, so haldast kann fram við veddingini í Føroyum sum nú.

Býtið av veddingarpeninginum til sersambondini 2005
Sersamband  
Upphædd
Fótbóltssamband Føroya  
932.571
Hondbóltssamband Føroya  
621.714
Flogbóltssamband Føroya  
621.714
Svimjisamband Føroya  
466.286
Róðrarsamband Føroya  
310.857
Fimleikasamband Føroya  
310.857
Ítróttarsamband fyri Brekað  
233.143
Badmintonsamband Føroya  
310.857
Judosamband Føroya  
233.143
Borðtennissamband Føroya  
233.143
Skjótisamband Føroya  
213.714
Frælsur Ítróttur Føroya  
213.714
Sambandið Fyri Súkkling
og Triathlon
 
213.714
Deilds. nýstovnaður ítróttur  
213.714
Ríðisamband Føroya  
213.714
Íalt  
5.342.855

Norðurlendskur stuðul
Eitt annað fíggjarligt ískoyti til ítróttavirksemi kemur frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum á hvørjum ári letur Íslandi, Grønlandi og Føroyum stuðul eftir einum býtislykli, sum nú er soleiðis, at Ísland fær 50 prosent og Føroyar og Grønland 25 prosent í part. 

Henda upphædd minkaði í fjør, tí frammanundan var lutfallið 28 prosent til Føroyar og 22 prosent til Grønlands, og framvegis er norðurlendski stuðulin ikki vaksin. Her er ikki talan um nakra stóra upphædd, men kortini munar hetta eitt sindur. 

Tað serliga við norðurlendska stuðlinum er, at hann er oyramerktur til norðurlendskt samstarv. Sersambondini skulu søkja um stuðul, alt eftir hvat virksemi tey hava í norðurlendskum høpi, tí treytirnar fyri stuðli eru, at minst trý norðurlond eru við í teimum tiltøkum, søkt verður um stuðul til.

Býtið av stuðlinum frá Norðurlendska Ráðharraráðnum 2005
Sersamband
Upphædd
Hondbóltssamband Føroya
40.000
Flogbóltssamband Føroya
34.000
Fimleikasamband Føroya
35.000
Ítróttarsamband fyri Brekað
20.000
Borðtennissamband Føroya
16.000
Svimjisamband Føroya
20.000
Judosamband Føroya
12.000
Sambandið fyri Súkkling og Triathlon
10.000
Frælsur Ítróttur Føroya
17.000
Oyggjaleikanevndin
35.000
Skjótisamband Føroya
13.000
ÍSF
15.000
Íalt
267.000

 

Ferðing
Játtanin til ítróttaferðir innanlands er tann sama sum síðsta ár, 3,25 milliónir krónur, og er so bert at vóna, at játtanin heldur, tí tað er ein sannroynd, at ítróttavirksemið kring landið er økt munandi, við tað bæði fleiri feløg og fleiri kappingar eru, so umráðandi er, at henda játtan er nøktandi. 

Skipanin við ferðakortum riggar væl og ger tað lættari hjá bæði ítróttaleiðarum og einstaklingum at ferðast til ítróttatiltøk kring landið. Somuleiðis tryggjar henda skipan, at játtanin ikki verður brúkt til aðra ferðing enn í sambandi við ítrótt. 

Nú umstøðurnar í sambandi við ferðing eru nógv broyttar, tí bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hava loyst ferjurnar um Vestmannasund og Leirvíksfjørð av, verður helst neyðugt at endurskoða skipanina í síni heild. 

Seinnu árini hevur Ítróttasamband Føroya havt avtalu við Atlantsflog um ferðing uttanlands, so sersambondini fáa avsláttur í kostnaðinum, tá ferðast verður í ítróttaørindum uttanlands. Henda avtala er enn eina ferð endurnýggjað, og vit kunnu við gleði staðfesta, at hetta framhaldandi er ein avtala, ið er gagnlig fyri føroyskt ítróttaarbeiði. 

Avtalan betrar møguleikarnar hjá landsliðum at ferðast úr Føroyum og til Føroya í sambandi við tiltøk og kappingar, so høgligari verður at ferðast undir skipaðum viðurskiftum fyri fastan og sámiligan prís. Avtalan við Atlantsflog betrar møguleikarnar hjá føroyskum ítróttarfólkum at umboða og marknaðarføra Føroyar úti í heimi. 

Útvarps- og sjónvarpsrættindi
Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya hava í vár undirskrivað nýggjan sáttmála um sendirættindi til ítrótt, og avloysir hesin sáttmáli avtalurnar við Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum Ítróttasamband Føroya segði upp seinasta heyst. 

Talan er um ein royndarsáttmála, ið fevnir um ítróttaárið 2006, men í seinasta lagi 31. oktober skulu partarnir taka upp nýggjar samráðingar um framhaldandi samstarv. Í sáttmálanum verður miðað eftir, at Kringvarp Føroya skal umrøða allar ítróttagreinar í sínum sendingum og at ansa eftir, at eingin ítróttagrein verður fyri mismuni. 

Stóri stríðsspurningurin í sambandi við samráðingarnar, ið gjørdust rættiliga drúgvar og tungar, var spurningurin um, at Kringvarp Føroya skuldi viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum. 

Síðani hava vit bæði hoyrt og sæð, at henda viðurkenning liggur á sera lítlum stað, tí fyri tað mesta verða deildir við ískoytisveitaranøvnum bert nevndar “besta deild” ella “fremsta deild”. Soleiðis verða nøvnini hjá ískoytisveitarunum miðvíst og eftir øllum at døma tilvitað hildin uttanfyri og mestsum ongantíð nevnd. Í sjónvarpinum hevur hetta verið knívsskorið, meðan útvarpið av og á hevur brúkt tey nøvn, sersambondini sjálv hava givið sínum deildum og kappingum.

Annar stríðsspurningur, ið síðani hevur tikið seg upp, hevur nakað við tað sama at gera, tí ikki er líkt til, at Kringvarp Føroya í øllum førum er sinnað at viðurkenna, at fyriskiparar, feløg ella sersambond hava ræðisrætt á sínum ítróttarhúsum ella leikvøllum, har Kringvarp Føroya ætlar at taka upp ella senda frá. Hóast sersambond, feløg og onnur avvarðandi av ítróttini hava syrgt fyri, at umstøðurnar við og á ítróttarøkjunum eru soleiðis háttaðar, at Kringvarp
Føroya fær tikið upp ella sent frá tiltøkum og kappingum, hevur virðingin fyri nevnda ræðisrætti ikki altíð verið til staðar. 

Serliga viðvíkjandi fótbóltinum og sjónvarpssendingini 3-2 hevur støðan verið spent, og fyribils er líkt til, at ongar leikarasamrøður verða gjørdar, so leingi feløgini ikki sleppa at brúka sponsorveggir, ið síggjast aftur á sjónvarpaðu myndunum. Einki røkist fyri, at feløgini og sjónvarpið tosa sama mál, so hetta er ein spurningur, Ítróttasamband Føroya fer at leggja stóra orku í at fáa loystan sum skjótast. 

Hvussu er og ikki, so tykist greitt, at hugurin hjá Kringvarpi Føroya at viðurkenna og virða innihaldið og andan í tí sáttmála, sum er gjørdur millum partarnar, ikki er serliga stórur. Hetta er ein trupulleiki, ið ikki er gagnligur fyri tað samstarv, ið ynskiligt hevði verið at havt millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya. 

Hetta er í øllum førum ein spurningur, sum í síni breiðastu merking verður tikin upp, tá galdandi royndarsáttmáli er úti. Men av tí at støðan í summum førum er komin í ein spíss, verður helst neyðugt at taka alt málið upp av nýggjum áðrenn ta tíð. 

Evsti møguleiki er at leggja ósemjur og ymsar tulkingar av sáttmálainnihaldinum fyri ein gerðarrætt, og ikki er óhugsandi, at neyðugt verður at fara tann vegin, hóast hetta er lítið sømiligt og hartil tíðar- og kostnaðarkrevjandi. Tað átti at verið óneyðugt, men tíðin fer at vísa, hvussu leikur fer. 

Fráboðanar- og úrslitatænasta
Ein annar partur av sáttmálanum við Kringvarp Føroya, ið snýr seg um fráboðan av dystum, kappingum og tiltøkum er nakað, meira átti at verið gjørt við frá okkara síðu, so ein samskipað fráboðan kundi verið skipað. Hetta hevði verið bæði ítróttafeløgum, ítróttafólkum, áskoðarum og fjølmiðlum til mikla nyttu.

Spurningurin er, hvussu ein skipan skuldi verið røkt, og ein møguleiki kundi verið ein sentralur dátugrunnur til allar fráboðanir, har hvørt sersambandið sær ella møguliga hvørt felag sær kundi lagt sínar heimadystir og kappingar, so alt fanst á einum og sama stað – lætt atkomiligt hjá øllum, ið hava áhuga og brúk fyri tí. 

Annar møguleiki kundi eisini verið at sett fólk burturav at samskipað ein álmanakka við øllum ítróttahendingum í Føroyum, har ein sentralur dátugrunnur framvegis kundi verið høvuðsamboðið, men at setta fólkið tók sær av at dagføra, rætta og viðlíkahalda eitt samlað yvirlit yvir alt tað nógva kappingarvirksemi, sum dag og dagliga er í landinum. 

Báðir hesir møguleikar kosta, so hetta er ikki nakað, farast kann undir, fyrr enn greiða er fingin á fíggingini. Ein møguleiki kundi verið, at ein slík skipan partvíst varð fíggjað av tí, ein møguligur komandi sáttmáli við Kringvarp Føroya kastar av sær.

Seinni kundi ein slík skipan verið útbygd við einari samlaðari úrslitatænastu, ið fevndi um allar ítróttagreinar og harvið kom øllum til góða. Størru ítróttagreinarnar hava neyvan teir stóru trupulleikarnar við at fáa úrslit síni út, men hetta kann ofta vera tungt hjá smærru ítróttagreinunum, ið tá høvdu havt sama møguleika sum tær størru. 

Fótbólturin á vegamóti
Á eykaaðalfundi fyrst í hesum mánaðinum samtykti eykaaðalfundur í Fótbóltssambandi Føroya nýggjar lógir. Atkvøtt var um samlaða lógarverkið undir einum og ikki grein fyri grein, tí uppskotið um nýggjar lógir er eitt samlað lógarverk, har greinarnar eru tengdar saman og partar av samlaðu heildini.

Nýggja lógarverkið fær gildi frá 1. januar 2007, og tá er greitt, at hesar lógir í fleiri førum ikki eru í samsvari ella sambæri við lógirnar hjá Ítróttasambandi Føroya. Tí slepst ikki undan, at henda broyting í Fótbóltssambandi Føroya eisini
fær avleiðingar fyri ta lógarskipan, vit hava í Ítróttasambandi Føroya í dag.

Millum annað er greitt, at frá 1. januar 2007 eru limafeløgini hjá Fótbóltssambandi Føroya ikki longur limir í Ítróttasambandi Føroya, sum tey eru
tað nú. Í staðin eru tey bert limir í Fótbóltssambandi Føroya, sum so aftur er limur vegna tey øll í Ítróttasambandi Føroya. 

Av tí at fleiri av hesum feløgum eisini hava aðrar ítróttagreinar enn fótbólt í sínum virksemi, ber tó ikki til hjá hesum feløgum “at kvetta á stokkinum”, so her er ein stór framtíðar avbjóðing at finna útav, hvussu ábyrgdarøkið skal skipast, so greiða fæst á limaskapinum hjá hesum feløgum. 

Ein spurningur er, hvussu peningur skal býtast millum sersambondini, tá Fótbóltssamband Føroya ikki longur verður limur í Ítróttasambandi Føroya sum sersamband, men sum felag. 

Aðrir spurningar eru, hvussu verður við trygging, tí tað bara eru øll feløg og allir limir í Ítróttasambandi Føroya, ið eru umfevnd av núverandi ítróttatrygging. Eisini skal støða takast til spurningin um fríferðir kring oyggjarnar, ið jú bara eru galdandi fyri feløg, sum eru limir í Ítróttasambandi Føroya. 

Ítróttasamband Føroya hevur í vár sett ein arbeiðsbólk at endurskoða bygnaðin og býtislykilin í Ítróttasambandi Føroya. Ætlanin var, at arbeiðið hjá hesum bólki skuldi verða liðugt til henda aðalfundin, so lógin kundi broytast, men av tí at omanfyri nevndu broytingar í Fótbóltssambandi Føroya síðani eru framdar, ber ikki til hjá arbeiðsbólkinum at leggja nakran úrskurð fyri henda aðalfundin. 

Endamálsorðingin hjá arbeiðsbólkinum verður verandi tann sama, men tó verður nú neyðugt at arbeiða undir broyttum fyritreytum. Ikki minst er tað átroðkandi at fáa framt neyðugar broytingar innan árslok, so hædd verður tikin fyri nýggju limaviðurskiftunum hjá fótbóltsfeløgunum og Fótbóltssambandi Føroya. 

Greitt er, at neyðugt verður við eykaaðalfundi í Ítróttasambandi Føroya seinni í ár, so tær neyðugu broytingarnar kunnu verða samtyktar. Hetta verður kunnað nærri um, so skjótt arbeiðsbólkurin er komin til eina niðurstøðu og hevur lógarbroytingar, nýggjan býtislykil og annað viðkomandi tilfar klárt, ið støða kann takast til. 

Arbeiðsbólkar
Umframt nevnda arbeiðsbólk eru eisini aðrir bólkar settir, ið hvør sær skulu arbeiða við málum, ið viðkoma framtíðini hjá Ítróttasambandi Føroya, umframt øðrum málum. 

Ein bólkur er settur at viðgera Ítróttaálitið í samráð við Mentamálaráðið. Eitt er at gera eitt álit, men stóri spurningurin er, hvussu best verður komið víðari, so nytta kann fáast burtur úr føgru orðunum, ið fest eru á blað. Her er talan um bæði fíggjarligar spurningar, men eisini, hvussu Ítróttasamband Føroya, Mentamálaráðið og ítróttin í síni heild kann fáa framt tað í verki, sum lagt verður upp til í Ítróttaálitinum. 

Ásannandi, at útlendingamálið hevur verið ein stórur trupulleiki hjá bæði føroysku feløgunum og einstaklingum innan føroyska ítrótt, er ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða burturav við hesum máli, ið enn ikki tykist hava funnið eina endaliga og virðiliga loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Hesin arbeiðsbólkurin skal viðgera viðurskiftini hjá útlendskum ítróttafólkum í Føroyum í samráð við Innlendismálaráðið, ið er politiski myndugleikin á økinum. 

Hølisviðurskiftini hjá Ítróttasambandi Føroya hava í mong ár verið ein afturvendandi spurningur, tí umstøðurnar eru ikki nøktandi. Ynskiligt er, at alt verður samlað undir einum taki, men til tað endamálið eru núverandi hús ov smá og heldur ikki tíðarhóskandi longur. Tí er ein arbeiðsbólkur settur at kanna, um nýtt ÍSF-hús skal byggjast, ið kann hýsa øllum tí alsamt vaksandi umsitingarliga virksemi, Ítróttasamband Føroya og sersambondini hava. 

Líka síðani 1989, tá Føroyar hýstu Oyggjaleikunum, hevur verið vent aftur til spurningin, um Føroyar enn eina ferð skulu taka á seg leiklutin sum vertir fyri Oyggjaleikunum. Ein varislig roynd varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, tá ætlanin var at bjóða seg fram at hýsa leikunum í 2005, men ikki vísti seg tá, at almenni áhugin var nóg stórur, og tí varð tann ætlanin slept. Nú er hon tó komin fram av nýggjum, og fyribils verður kannað, um líkindi eru at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2013 ella 2015. Tað velst nógv um, hvør fær leikirnar í 2011, men undir øllum umstøðum mugu vit vera fyrireikað og klár, tá kjansurin kanska kemur. Tí er eisini ein arbeiðsbólkur settur at kanna, um Føroyar skulu vera vertir fyri Oyggjaleikunum aftur. 

Síðsti arbeiðsbólkurin er settur at kanna skattaviðurskiftini hjá ítróttafeløgunum, sum framvegis ikki eru nóg skipað, um hugsað verður um tey viðurskifti, vit kenna frá grannalondum okkara. Á ávísum umráðum, har ítróttafeløg rinda samsýningar, er tað vanligt í hinum norðurlondum, at talan er um skattafríar samsýningar. Her verður hugsað um eitt nú samsýningar til dómarar, ungdómsvenjarar og onnur, ið eitt nú hava við klædnavask, koyring og annað, ið myndar gerandisdagin í flestøllum ítróttafeløgum. Arbeitt hevur verið við hesum máli í fleiri ár, men ásannandi, at tað tykist trupult at koma víðari við samráðingum við embætisfólk í politisku skipanini, ið hava við skattaviðurskifti at gera, samskiftir hesin arbeiðsbólkur beinleiðis við fíggjarmálaráðharran.

Havandi í huga, at nevndu arbeiðsbólkar hava rættiliga ymiskar setningar at arbeiða eftir, umframt at summi av arbeiðsevnunum eru átroðkandi og onnur kanska ikki so átroðkandi, er rættiliga ymiskt, nær bólkarnir skulu vera lidnir við sítt arbeiði. Men væntandi eru teir klárir við sínum úrskurðum eina ferð í summar. 

Dopingroyndir
Føroyska dopingeftirlitið tók tilsamans 41 royndir av føroyskum ítróttafólkum í 2005, og allar royndirnar vóru negativar. 

Tilsamans vóru 33 royndir tiknar undir venjingum og átta undir kappingum. Býtið millum kynini var tað, at 29 menn og 12 kvinnur vóru kannað. 

Ítróttaliga býtið var, at 22 royndir vóru innan fótbólt, seks innan hondbólt, fýra innan róður, tvær innan frælsan ítrótt, tvær innan súkkling, tvær innan flogbólt, tvær innan skjóting og ein roynd varð tikin av bogaskjútta. 

Royndirnar vóru gjørdar í trimum umførum og í tí eina umfarinum vóru royndirnar serliga vendar ímóti ítróttafólkum, sum skuldu á Oyggjaleikirnar í Hetlandi. 

Í tí eina førinum, tá ein maður varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005, vísti royndin høgt testosteronvirði. Men eftir at royndin var kannað á serligari starvsstovu í Týsklandi, var greitt, at í hesum føri var talan um náttúrliga høga framleiðslu av testosteron og ikki doping. Maðurin var tí fríkendur fyri doping, men skal hava eina serliga sokallaða TUE-váttan. 

Oyggjaleikir í Hetlandi
Í døgunum 9. til 15. juli 2005 vóru oyggjaleikir í Hetlandi, og hugaligt var at síggja, at úr Føroyum var luttøkan fjølment, bæði so og so. Tilsamans vóru um
130 ítróttafólk við, umframt venjarar og hjálparfólk, og hartil kom so ein rúgva av føroyingum, ið vóru við sum áskoðarar og fjepparar. 

Føroyar kappaðust hesa ferð í ítróttagreinunum badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleiki, flogbólti, fótbólti, frælsari ítrótt, skjóting, súkkling og svimjing. Og ikki kann sigast annað, enn at heiðursmerkjaúrtøkan var góð, tí vit endaðu samanlagt á einum fimta plássi við 14 gullmerkjum, 11 silvurmerkjum og 20 bronsumerkjum. 

Undan leikunum var greitt, at ikki fór at bera til at hýsa øllum teimum mongum ítróttagestunum, ið vóru við, tí ov fá gistingarplásss eru á landi, so tí høvdu hetlendingar leiga tvey ferðamannaskip, ið lógu við bryggju í Lerwick undir leikunum. Føroysku ítróttafólkini búðu umborð á ferðamannaskipinum MV Athena, og hetta vísti seg at rigga sera væl. 

Óivað er hetta ein gongd leið, tá oyggjaleikir aftur verða í Føroyum, tí vit eru heldur ikki alt ov væl fyri, tá um gistingarpláss ræður. Her sóu vit, at hetta avgjørt er ein møguleiki, ið er verdur at royna aftur, og helst er hetta eisini nakað, vit eiga at arbeiða miðvíst við, nú tað kanska røkist fyri, at Føroyar aftur fara at bjóða seg fram sum vertur fyri Oyggjaleikunum. 

Næstu leikirnir verða í 2007 á Rhodos, har kappast verður í bogaskjóting, borðtennis, flogbólti, fótbólti, frælsari ítrótt, golf, judo, kurvabólti, sigling, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triathlon. Saknur er í fimleikinum og badminton, ið hava roynst okkum væl seinnu árini, men stig eru tikin til eina serliga kapping fyri fimleikin, ið Føroyar skulu verða vertir fyri, og tað gleða vit okkum til. Hinvegin er hugaligt at síggja, at judo aftur sleppur upp í part á Rhodos. 

Í 2009 verða leikirnir so aftur á Álandi, har teir eisini vóru í 1991, meðan kappingin um leikirnar í 2011 stendur millum Isle of Wight og Bermuda. Her hevur IGA-nevndin givið Isle of Wight sítt tilmæli, men fyri tað er ikki givið, at limaoyggjarnar fara at atkvøða eftir tilmælinum kortini. 

Altjóða Olympiska Nevndin
Ítróttasamband Føroya hevði í sambandi við HMlandsdystin Føroyar-Írland í juni mánaði vitjan av Patrick Hickey, aðalskrivara í Europeisku Olympisku Nevndini og formanni í Írsku Olympisku Nevndini. Vitjanin var komin í lag í sambandi við eina ENGSO-ráðstevnu, har Hickey hevði víst Føroyum stóran áhuga. 

Ítróttasamband Føroya fundaðist við Hickey, og vildi hesin royna at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í IOC. Ítøkiliga hevði hetta við sær, at Ítróttasamband Føroya var boðið við sum eygleiðari á aðalfundi hjá Europeisku Olympisku Nevndini í Dublin í desember mánaði. Har nýttu føroysku umboðini høvi til at heilsa uppá IOC-forsetan Jacques Rogge, samstundis sum hetta var fyrstu ferð, at Føroyar hava havt møguleika at vera við á fundum hjá olympiskum nevndum.

Í sambandi við olympisku vetrarleikirnar í Torino 2006 kom sambandið millum Donsku Olympisku Nevndina og ítróttasambondini í Føroyum og Grønlandi ovast á breddan. Grønland ynskti at senda skíðarar til OL á danska landsliðinum, men hóast grønlendsku ítróttafólkini luku luttøkukrøvini hjá IOC, sluppu tey ikki við, tí tey ikki luku herdu luttøkukrøvini hjá Danmark, sum hevur hert síni krøv og nú setur sum treyt, at donsku luttakararnir skulu hava møguleika fyri at vinna heiðursmerki. 

Mikil orðadráttur stóðst av hesum, serliga millum grønlendskar og danskar politikarar og Donsku Olympisku Nevndina. Í hesum sambandi hevði Ítróttasamband Føroya fund við danska mentamálaráðharran Brian Mikkelsen, har avtalað varð, at hann á fundi undir olympisku vetrarleikunum skuldi handa IOC-forsetanum bræv frá okkum, ið lýsti støðuna viðvíkjandi føroysku
umsóknini. Samstundis varð í brævinum biðið um fund við IOC. 

Svar kom frá Rogge í apríl mánaði í ár, har víst verður til treytirnar fyri upptøku, ið eru galdandi nú, og eftir teimum kunnu Føroyar ikki upptakast, tí bert sjálvstøðugar tjóðir kunnu gerast limir. Ítróttasamband Føroya arbeiðir tó víðari við málinum. 

Tað hevur avgerandi týdning at halda fast við, at Føroyar søktu um limaskap, áðrenn reglurnar fyri upptøku vórðu broyttar í 1996. Tá Føroyar
upprunaliga søktu um limaskap í 1984, uppfyltu vit allar treytir fyri upptøku.

Samstundis sum Ítróttasamband Føroya roynir at gera síni sjónarmið galdandi í beinleiðis samskifti við IOC, er møguleiki fyri, at eitt sakarmál, ið Gibraltar hevur reist mótegis IOC, kann hjálpa Føroyum. Gibraltar søkti um limaskap um somu tíð sum Føroyar og uppfylti somuleiðis allar treytir. Gibraltar vil nú hava IOC at viðurkenna, at mismunur varð gjørdur, og at umsóknin tí eigur at verða viðgjørd av nýggjum eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá umsóknin varð latin IOC. Frá keldum í IOC hava vit frætt, at um Gibraltar fær viðhald í hesum sakarmáli, verða bæði Gibraltar og Føroyar upptikin sum limir. 

ENGSO-ráðstevna í Føroyum
Á aðalfundinum hjá europeiska felagsskapinum fyri ítróttasambond, ENGSO, varð herfyri tikin avgerð um, at árliga ráðstevnan hjá felagsskapinum skal vera í Føroyum á heysti 2007. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík europeisk ráðstevna verður hildin her heima. 

Ítróttasamband Føroya hevur seinnu árini miðvíst arbeitt við at gera vart við Føroyar í hesum felagsskapi, ið fevnir um ítróttasambond og olympiskar nevndir úr øllum Europa. Hetta hevur m.a. havt við sær, at Føroyar vóru við í einum pallborði um ítrótt í oyggjasamfeløgum á ráðstevnuni síðsta heyst, at Ítróttasamband Føroya er við í einum fylgibólki hjá menningarbólkinum hjá felagsskapinum, og at nevndin hjá felagsskapinum kemur til Føroya at hava nevndarfund í september 2006. 

Nú er so greitt, at limalondini við vælvild hava viðgjørt føroyska tilboðið um at skipa fyri ráðstevnuni í 2007. Formaðurin Bengt Sevelius legði uppskotið at leggja ráðstevnuna í Føroyum í 2007 fyri aðalfundin, og limalondini stuðlaðu einmælt tilmælinum hjá nevndini. 

Sum meginfelagsskapur fyri ítróttasambond í Europa arbeiðir ENGSO eitt nú sum lobbyfelagsskapur fyri ítrótt mótvegis nationalum og europeiskum politiskum myndugleikum. Samstundis miðjar felagsskapurin eftir at menna førleikan hjá limafelagsskapunum, og triði tátturin er at skapa karmar fyri opnum kjaki um yvirskipað ítróttaviðurskifti í Europa. 

Ítróttasamband Føroya hevur verið limur í ENGSO síðani 1976, og ásanna vit stóra týdningin av, at Føroyar átaka sær virknan leiklut í altjóða ítróttafelagsskapum, bæði fyri at fáa ávirkan og fyri at styrkja um altjóða profilin hjá Føroyum. Ítróttasamband Føroya vónar, at sersambondini fara at taka hendan tráðin upp og í øktan mun fara at taka á seg ábyrgd í altjóða ítróttasamstarvi. 

Á aðalfundinum hjá ENGSO, sum var í lettiska høvuðsstaðnum Riga í apríl, var eisini eitt føroyskt umboð við á ungdómsaðalfundinum, sum var samstundis. Ítróttasambond í Europa hava seinnu árini lagt dent á at skipað nevndir ella bólkar við ungum ítróttaleiðarum og íðkarum. Hesir bólkar kunnu ráðgeva starvsnevndunum í málum, sum snúgva seg um ung og ítrótt. ENGSO hevur skipað eina europeiska ungdómsnevnd, sum varð vald á aðalfundinum hjá ENGSO Youth. 

Eisini hevði Ítróttasamband Føroya umboð við á ráðstevnuni hjá ENGSO í heyst, har Føroyar vóru við í einum panelborðsorðaskifti um ítrótt og oyggjasamfeløg saman við Íslandi, Írlandi og Malta. Serligur dentur varð lagdur á støðuna hjá Føroyum í altjóða ítróttaheiminum. Flestu limafelagsskapirnir í ENGSO eru olympiskar nevndir, og tí metir ÍSF tað hava stóran týdning, at vit gera vart við føroyska ítrótt í felagsskapinum. 

Norðurlendskur felagsfundur
Árligi norðurlendski felagsfundurin varð í 2005 hildin í Oslo. Millum evnini, ið vóru til viðgerðar, var framtíðin hjá norðurlendska samstarvinum, Norðurlond í mun til baltisku londini og spurningurin um málið á norðurlendska fundinum
framhaldandi skal vera norðurlendskt ella um tað skal vera enskt. 

Samstundis varð Team Norden á skránni, hóast talan annars vanliga er um tvey ymisk tiltøk. Men í sambandi við umrøðuna av framtíðar norðurlendska samstarvinum á fundinum í Reykjavík 2004 varð valt at leggja tiltøkini bæði somu tíð og sama stað. 

Úr Føroyum luttóku ung frá Ítróttasambandi Føroya, Fótbóltssambandi Føroya og Róðrarsambandi Føroya á Team Norden. Skeiðið snúði seg í høvuðsheitum um altjóða samstarv og framløguteknikk. Endamálið var at geva teimum ungu førleikar, so tey kunnu átaka sær leiklut í norðurlendskum og altjóða samstarvi framyvir. Hetta skeið var á enskum máli. 

Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani eg tók við sum forseti í Ítróttasambandi Føroya, og eg kann framvegis bert ásanna, at hetta hevur verið ein stak góð og rík tíð, sum bæði hevur verið mennandi og spennandi. Hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi. Tá eg av fyrstan tíð tók við hesum álitisstarvi, hevði Ítróttasamband Føroya ein heilt annan leiklut og bygnað, enn tað hevur í dag. 

Tá var Ítróttasamband Føroya fyriskipari av øllum kappingum og stóð fyri øllum tí ítróttavirksemi, ið var, og tær ymsu ítróttagreinarnar vóru skipaðar sum deildir. Hetta var í 1979 broytt, tá farið varð frá deildum til sersambond, og henda skipan hevur verið síðani. Men nú er aftur greitt, at Ítróttasamband Føroya stendur á einum vegamóti, tí neyðugt verður hjá okkum at broyta og tillaga ítróttasambandið, so vit fylgja alheims og norðurlendska rákinum. 

Broytingartíðir, má sigast. Og so er eisini hjá mær sjálvum, tí tíðin hjá mær stendur heldur ikki í stað. Við stórum takksemi kann eg líta aftur á hesi mongu árini, har talan hevur verið um vítt og breitt samstarv við mong menniskju, ið øll hava havt eitt bankandi hjarta fyri ítróttini. Hetta hevur verið bæði spennandi og mennandi, ikki minst fyri meg persónliga. 

Sjálvur haldi eg tað vera rættast at siga frá í góðari tíð, nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at hetta verður mín seinasta seta sum ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við afturvali um tvey ár. 

Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey árini framhaldandi at leggja stóra orku í at røkja hetta álit eftir míni bestu sannføring. Ikki minst, tá havt verður í huga nógv av tí, ið nevnt er omanfyri í hesi frágreiðing. 

Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar og stórar, og tær skulu ikki bíða í tvey ár, tí nógvar av teimum krevja, at brotið verður upp um armar her og nú. Tað verður eisini gjørt, men við hesi fráboðan vóni eg, at høvi verður givið til umhugsni og ta fyrireiking, ið krevst, tá nýggj leiðsla skal finnast. 

Fyri tað um eg ikki haldi fram sum forseti í Ítróttasambandi Føroya, tá hetta tvey ára skeiðið er farið, merkir tað alt annað, enn at eg fari at sleppa ítróttini. Tvørturímóti eri eg sannførdur um, at brúk verður fyri mær á øðrum umráðum, ið kunnu vera ítróttini at gagni, og sjálvur haldi eg meg hava evni og orku til at virka fyri føroyskari ítrótt í mong ár aftrat. Tíðin kann sleppa at vísa, hvar eg kann gera bestu nyttuna. 

At enda fari eg vegna starvsnevnd og stjórn í Ítróttasambandi Føroya at takka øllum feløgum og leiðarum fyri enn eitt ár við góðum samstarvi og dygdargóðum arbeiði. Og eisini skal ljóða ein tøkk til politiskar myndugleikar, bæði land og kommunur, Strandfaraskip Landsins, vinnulív, handilslív, fjølmiðlar og onnur, sum á ymsan hátt eru við til at skapa føroyskari ítrótt umstøður og fyritreytir at virka undir. Síðst, men ikki minst, fer tøkkin til tykkum mongu kring landið, ið sjálvboðin leggja lív og sál í ítróttaarbeiði. Uttan tykkum bar lítið til av tí nógv, ið hendir í føroyska ítróttaheiminum í dag!

Heðin Mortensen 
ÍSF-forseti