+298 312606 - isf@isf.fo

Føroyskir svimjarar við í Baku

baku
Ítróttasamband Føroya fegnast um, ampoule at tað loksins eydnaðist at fáa føroyskar svimjarar við til teir fyrstu Evropeisku Leikirnar í Baku í summar.

Tilgongdin hevur verið long og trupul, av tí at Evropeisku Leikinir bæði eru ein olympisk kapping og samstundis Evropeisku Meistaraskapini í svimjing fyri ung. Føroyar eru sum kunnugt ikki olympiskt limaland og hava tí ikki atgongd til olympiskar kappingar. Hinvegin hava Føroyar fullan limaskap í Altjóða Svimjisambandinum FINA og Evropeiska Svimjisambandinum LEN og hava tí atgongd til allar kappingar, sum tey skipa fyri.

Svimjingin á leikunum í Baku í summar er tí ein “bæði og” kapping, har Føroyar bæði kunnu luttaka og ikki kunnu luttaka – alt í somu kapping.

Nógv samskifti hevur verið millum partarnar fyri at finna eina loysn, sum øll kundu liva við.

Ítróttasamband Føroya sær tað sum eina týðandi uppgávu at stuðla sersambondunum, tá tey verja altjóða rættindi síni, og samstundis at vera við til finna loysnir, sum geva føroyskum ítróttafólkum møguleika at taka lut í altjóða kappingum á hægsta stigi.

So leingi, sum Føroyar ikki hava olympiskan limaskap, mugu vit fegnast um lítlu sigrarnar, sum vit vinna av og á.

Eitt slíkt dømi var í samband við OL í London 2012, tá tað eydnaðist at fáa Pál Joensen við til OL undir fremmandum flaggi, samstundis sum hann í øllum øðrum kappingum kundi umboða Føroyar uttan at fáa karantenu frá FINA fyri at skifta tjóðskap.

Í samband við kappingina í Baku eru vit komin eitt stig víðari. Føroysku svimjararnir umboða nú ikki nakað annað land, men eru har undir uttanveltaða LEN flagginum.

Á leikunum í Baku koma føroysku svimjararnir sostatt at svimja undir flagginum hjá Evropeiska Svimjisambandinum LEN, men á øllum úrslitalistum frá kappingini hjá LEN umboða føroysku svimjararnir Føroyar.

Ítróttasamband Føroya ynskir at takka øllum teimum, sum hava arbeitt fyri eini loysn, Svimjisambandi Føroya, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og verja hjá ítróttinum, og Bjørn Kalsø, mentamálaráðhara. Serliga vil ÍSF nevna formannin í Evropeisku Olympisku nevndini, Pat Hickey, og ítróttarstjóran í leikunum í Baku, Pierce O’Callaghan, sum í tilgongdini áhaldandi hava leitað eftir pragmatiskum loysnum.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.