+298 312606 - isf@isf.fo

Fimtu ferð á rað, verður Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá føroyska oyggjaleikahópinum.

ÍSF-TF Oyggjaleikir 2015 all

Tryggingarfelagið Føroyar verður enn einaferð høvuðsstuðul hjá føroyska oyggjaleikahópinum, vcialis 40mg sum komandi summar skal royna seg á Jersey. Hetta er greitt eftir, sales at Tryggingarfelagið Føroyar og ÍSF eru komin ásamt um nýggjan samstarvssáttmála.

– Vit eru takksom og errin av, pills at Tryggingarfelagið Føroyar hevur játtað at vera høvuðsstuðul á Oyggjaleikunum á Jersey 2015. Tað er einki dulsmál, at tað er kostnaðarmikið at fara við stórum ferðalagi til Jersey, og tí kemur íkastið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum væl við, sigur Anna Rein, nevndarlimur í ÍSF.

Samstarvssáttmálin hevur við sær, at Tryggingarfelagið Føroyar rindar fyri búnar og ávísa útgerð til allar luttakarar, ið eru við í Oyggjaleikahópinum. Oyggjaleikirnir eru størsta einstaka ítróttatiltak, ið Føroyar sum tjóð taka lut í.  Á leikunum á Jersey verða Føroyar umboðaðar í 13 ítróttagreinum. Talan verður um 136 íðkarar, umframt venjarar og leiðarar, so í alt verða umleið 175 ítróttafólk, ið vera við. Ítróttargreinarnar eru: Frælsur ítróttur, badminton, bogaskjóting, tennis, golf, kurvabóltur, borðtennis, svimjing, skjóting, flogbóltur, strandarflogbóltur, súkkling og triathlon.

– Tryggingarfelagið Føroyar er felagið fyri allar føroyingar. Tí kennist tað natúrligt, at vit stuðla Oyggjaleikum, har flestu ítróttargreinar, sum føroyingar íðka, eru umboðaðar. Vit eru glað fyri, at vit enn einaferð saman við ÍSF kunnu tryggja føroyska luttøku á Oyggjaleikunum,” sigur Regin Hammer, forstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.