+298 312606 - isf@isf.fo

Farandi og komandi – tíðir eru tengdar at hvør aðrari.

Heðin Mortensen, pill ÍSF-forseti:

Føroysk ítrótt hevur enn einaferð nátt óførum úrslitum. Gott og støðugt arbeiði er grundarlag fyri hesum. Góð úrslit hava eisini avbjóðingar við sær.

Tá vit nærkast ársenda nýta vit mangan høvi at støðga á eina løtu, pills minnast tað sum er farið og royna samstundis at ímynda okkum hvussu komandi tíðir fara at roynast. Í huganum leita vit aftur til ymisk avrik, ið á einhvønn hátt hava merktárið, meðan vit samtíðis leggja ætlanir fyri árið, ið stendur fyri framman.

Gott er av og á at støðga á – bæði fyri at draga andan og fyri at njóta tað ein kann líta aftur á. Men neyðugt er at ansa sær, tí um steðgurin gerst ov langur, er sera torført at koma víðari. Ein kann tøva í turrum uttan at koma av fetinum; halda at alt er, sum tað eigur, meðan neyðuga framfýsni er druknað í berari afturlítan.

So eigur ikki at vera um ein framhaldandi vil seta sær og náa mál. Tá skal fortíðin og tær royndir ein gjørdi sær, nýtast at byggja víðari á. Bæði brøgd og mistøk koma einum tá til góða – brøgdini sum íblástur og mistøkini sum lærupengi.

Ítróttasamband Føroya er felagsskapur, ið er komin í tann aldur har tað vanliga verður tosað um at gevast við at arbeiða og um pensión. Hetta er tó ikki galdandi fyri ÍSF, tí hesin felagsskapur, ið er meginfelag fyri alla ítrótt í Føroyum, roynir alla tíðina at endurnýggja seg, so at til ber at laga seg til støðugt broyttu samfelagskrøvini. Og krefturnar eru enn til at gera seg galdandi. Felagsskapurin hevur meira enn seksti ár á baki og nógvar eru broytingarnar, ið hendar eru tað tíðarskeið ÍSF hevur verið til, men aðalmálið er og hevur altíð verið tað sama – nevnliga at vera meginfelag fyri alla ítrótt í Føroyum og birta upp undir, stuðla og umboða føroyska ítrótt og føroysk ítróttafólk – í Føroyum eins væl og uttanlanda.

Samfelagsliga hevur felagsskapurin altíð havt stóran týdning. Ítróttsamband Føroya er sum meginfelagsskapur hjá allari ítrótt í Føroyum av størstu einstøku samgongum, ið finnast. Í felagsskapinum eru 24 ítróttagreinar umboðaðar av 14 ser- og deildarsambondum, ið aftur umboða 15.000 ítróttafólk í meira enn 100 feløgum.

Øll hesi eru sera aktiv innan nógv øki og hetta merkist eisini. Í gerandisdegnum frættist nógv frá ymsum kappingum og tiltøkum. Onkrum kann tykjast, at fjølmiðlarnir umrøða og siga alt ov nógv frá ítrótti og at hvør hending og hvørt úrslit verður tugt og tanla á slíkan hátt at eingin biti er eftir. Veruleikin er tó ein annar, tí í roynd og veru er tað bert lítil partur av ítróttini, ið fær nakra umrøðu. Føroyski ítróttaheimurin er eins og ísfjallið – bert tað ovasta kemur undan, meðan nógv tann størri parturin liggur fjaldur og sæst ikki, hóast ein hvør veit, at hesin fjaldi partur hevur avbera stóran týdning. Tað er nevnliga so, at ítrótt og ítróttarrørsla í virki sínum dagliga røkja týðandi samfelagsligar uppgávur – uppgávur sum kanska ikki fáa nógvu umrøðuna, men sum einki samfelag kann vera fyri uttan.

Týðandi partur av uppgávuni hjá ítróttarørsluni er uppaling av ungdómi. Gjøgnum spæl og álvara mennist tann einstaki, og gerst tí betri førur fyri at røkja skúla og arbeiði. Ítrótt hevur eisini sera stóra týdning fyri heilsuna – bæði ta likamligu og ta sálarligu. Jú fleiri, ið íðka einhvørja ítrótt, jú betri eru møguleikarnir fyri einum heilsugóðum lívi og samstundis betrast møguleikarnir fyri einum virknum lívi á ellisárum. Gjøgnum fleiri ár tóktist vanliga hugsanin at vera, at fólk skuldu gevast at íðka ítrótt tá tey komu upp móti teimum tríati, men her er tíbetur komin vend í. Seinnu árini eru fleiri ítróttagreinar komnar, ið geva fólki tilboð, og møguleikar, at vera við í ítrótti líka mikið hvør aldurin so er. Fyribyrgjan er jú altíð betri enn viðgerð. Ítróttin hevur her stóra uppgávu, sum hon roynir at loysa á besta hátt.

Ítróttarørslan arbeiðir ímóti rúsevnanýtslu í samband við ítrótt. Øll, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk annars skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur. Arbeitt verður fyri, at áskoðaramentanin í so stóran mun sum til ber skal vera trygg og familjuvinarlig og øll, ið eru við í ÍSF, skulu fylgja landsins lógum um rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum skulu fylgja somu reglum.

Allir limir í ítróttafeløgum verða kunnaðir um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaravrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina. Ítróttin skal hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part av sínum virksemi knýtt at rúsdrekka. Bannað er øllum ítróttafólki undir átjan ár at nýta lýsingar frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum – eisini um hetta ikki er í stríð við galdandi lógir. Ítróttasamband Føroya fylgir altjóða reglum tá talan er um rúsevnispolitikk og er í støðugum og tøttum samstarvi hesum viðvíkjandi við hini norðurlendsku ítróttasambondini.

Trivið kundi verið í nógv annað, tí á nógvum øðrum samfelagsøkjum ger ítróttin eitt stórt og gagnligt arbeiði. Her skal tó ikki verða gjørt meira burtur úr.

Men úrslit spyrjast eisini burtur úr arbeiðinum, ið nógvu fólkini innan føroyska ítrótt leggja í. Í hesum árinum eru fleiri góð úrslit nádd – bæði á leikvølli og uftanfyri. Gerandisligu úrslitini eru ikki tey, ið fáa nógvu umrøðuna, men hesi eru tó tey, ið eru grundarlag undir øllum tí framburði, ið hevur verið okkum fyri. Og framburð hava vit merkt; framburð, ið hevur havt við sær avbera góð úrslit. Rúgvan er stór, nógv er at tríva í og ikki er møguligt at taka alt við. Vit kundu tó nevnt svimjararnir hjá ÍSB, ið eru í heimsflokki, fótbóltslandsliðini, ið enn einaferð fingu hampulig úrslit, øll oyggjaleikaítróttafólkini, ið umboðaðu okkum á framúrskarandi hátt, hondbóltin, ið roynir at finna vegin inn á altjóða pallin aftur, spennandi róðrarnir á stevnunum í ár, ymsu kappingarnar, ið hava verið í Føroyum, róðurin, ið nú er um at vinna sær altjóða viðurkenning, einstaklingarnir í fimleiki……

Men vit velja at lata vera við at nevna nakran einstakan ella nakra einstaka hending, tí ikki vilja vit taka nakran fram um annan. Á nærum øllum økjum er nógv komið burtur úr og tí er alt virðismikið. Og hetta hevur bert borið til tí at fólk hava verið til reiðar at taka við teimum avbjóðingum, ið hava verið. Hava arbeitt í álvara og miðvíst – í felagi ella sum einstaklingar.

Okkara uppgáva hevur verið at fáa til vega teir karmar, ið neyðugir eru um tað skal bera til. Væl vita vit, at enn er ikki alt fullfíggja – og tað so langt í frá eisini. Men hvørt fet vit vinna fram gevur okkum enn betri møguleikar at víðka karmarnir og hjá okkum, ið virka innan ítróttarørsluna er eingin ivi um, at hvørt felag og hvør einstakur limur hevur týdningarmiklan leiklut í samlaða úrslitinum. Tí vil ÍSF í komandi árinum leggja nógva orku í at betra um møguleikarnar at virka undir. Í altjóða høpi verður enn størri orka løgd í at vinna okkum limaskap í olympiska felagsskapinum, luttøka okkara í altjóða og millumtjóða nevndum og ráðum verður styrkt og verða m.a. millumtjóða fundir hildnir í Føroyum. Í heimligum høpi verður dentur lagdur á at geva øllum, ið virka innan ítróttarørsluna, betri møguleika at røkja sjálvbodnu arbeiði síni. Skeiðtænasta ÍSF leggur til rættis ymisk skeið – bæði innan grundítrótt, leiðslu og fyrisiting – ið vil økja førleikan hjá tí einstaka at leggja til rættis og seta í verk tað, ið krevst fyri at reka eitt nútíðar felag.

Avbjóðingarnar eru nógvar, men grundarlagið er gott. Innan ítróttarørsluna er jú hópur av fólki, ið hvønn dag ger avbera stórt og gott arbeiði. Eitt arbeiði, ið mangan ikki verður virðismett og sum tað als ikki ber til at gera upp í krónum ella oyrum. Hesin hópur er í veruleikanum møna og mergur í føroysku ítróttarørsluni, ein hópur, ið ger tað møguligt hjá føroyskari ítrótt at halda fram í ymsu arbeiðunum.

Øllum hesum sjálvbodnu, ítróttafólkunum og annars øllum hinum, ið varða av føroysku ítróttini – spornsorum, myndugleikum, politikarum o.ø. – verður ynskt gott nýggjár í vónini um at vit øll í felag kunnu samstarva um at varðveita og betra korini hjá føroyskari ítrótt – tí eingin ivi er um, at hetta verður okkum øllum at gagni.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.