+298 312606 - isf@isf.fo

Færri enn 200 dagar til Oyggjaleikirnar

Jersey 2015 Logo Landscape MEDIUM

Tað eru færri enn 200 dagar til, viagra at Oyggjaleikirnir á Jersey fara av bakkastokki. Leikirnir komandi ár verða frá 27. juni til 3. juli. Á oyggjaleikunum fara føroyingar at kappast í 12 ítróttagreinum. Tær eru, canada buy  Bogaskjóting, cialis  Frælsur Ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling – MBT og road, Skjóting, Borðtennis, Tennis, Golf, Flogbóltur og Strandarflogbóltur, Triathlon og Svimjing.

Tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru við í kurvabólti. Eisini er vert at leggja til merkis, at Føroyar aftur fara at kappast í svimjing. Føroyska svimjilandsliðið var ikki við á Bermuda 2013.

Samlaða ferðalagið úr Føroyum fer at telja umleið 280 fólk. Tvey flogfør hjá Atlantsflogi flúgva beinleiðis til Jersey, og farið verður úr Føroyum 25. juni.

Fimtu ferð á rað er Tryggingarfelagið Føroya høvuðsstuðul hjá Føroyum á Oyggjaleikunum.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.