Staddur uttanlands fekk eg seinnapartin týsdagin eina telefonsamrøðu, sum fekk alt at steðga upp og standa stilt, tá mær bórust tey sorgarboð, at mín góði ítróttavinur og eisini persónligi vinur, Torleif Sigurðsson, var farin. Hann var bert 61 ára gamal, so tí kendist tað sum ein skelkur at fáa at vita, at hann ikki longur var okkara millum.

Torleif og eg komu at kennast á ungum árum, tá vit báðir róðu kapp – hann við Klaksvíkingi og eg við Havnarbátinum – og har byrjaði okkara vinskapur, og síðani hava vit havt nokk so nógv saman í fyrst og fremst ítróttahøpi. Vit sótu saman í Róðrardeild ÍSF’s miðskeiðis í 70-unum, tá vit millum annað settu í verk ta stigaskipan, sum enn í dag verður brúkt til FM-róðrarnar.

Tað var eyðsæð, at her var talan um ein mann við serligum evnum og góðum hegni, og tí var einki løgið í, at fótbólturin sendi boð eftir honum. Torleif tók við avbjóðingini og kom skjótt at standa á odda fyri føroyskum fótbólti. Saman hava vit fylgst í Ítróttasambandi Føroya frá 1980 og mong ár fram, og har fekst sjón fyri søgn, at sum stjórnarlimur og formaður í Fótbóltssambandi Føroya var Torleif altíð klárur at taka tey stóru tøkini. Hollur var hann eisini altíð í ráðum, tá á stóð.

Alla okkara tíð í ÍSF hevur felagsskapurin ment seg á øllum økjum, og leikluturin hjá Torleifi var altíð at vera tann, ið heldur vildi byggja upp, enn bróta niður. Hetta merktu ikki bara vit, sum javnan sótu á stjórnarfundum saman við honum, men hetta skoðsmál fekk hann eisini fyri sítt arbeiði í bæði norðurlendskum og alheims høpi, har Torleif var álitismaðurin burturav, ið lurtað var eftir.

Ein hin størsti eginleikin hjá Torleifi var at duga at lesa framtíðina og at hyggja frameftir. Hann tordi at hugsa stórt og dugdi væl at fáa onnur við sær. Eftir hann standa eisini stórir varðar, tí tað var ikki bara sum at siga tað, tá limaskapur skuldi vinnast í bæði UEFA og FIFA. Men við hepnari hond og stuðli frá øðrum góðum fólki fekk Torleif altjóða limaskap í lag, og tað var kanska eisini í síðstu løtu, tí nú tykjast dyrnar afturlatnar fyri øðrum smátjóðum, ið vildu nýtt Føroyar sum fyrimynd.

Trúfesti var eisini ein av styrkjunum hjá Torleifi, hvørs partur ongantíð lá eftir, tá tað ráddi um at menna ÍSF sum felagsskap – eisini eftir at skipanin við sersambondum kom. Tað var ikki altíð, at stjórnarlimir sóu stóra týdningin av at halda saman og at standa saman um tað, okkara undanfólk høvdu arbeitt so hart fyri. Hetta gav seg mangan til kennar, tá Torleif tók orðið á stjórnarfundi, tí hann vildi altíð tað besta fyri felagsskapin – bæði ítróttaliga og fíggjarliga.

Hesi gott og væl 30 árini, vit høvdu saman innan ítróttina, drógu vit altíð somu línu. Vit vóru saman um at stovna Ítróttavedding, sum í dag gevur ítróttini veldugan fíggjarligan styrk, og í olympisku nevndini royndu vit í felag at røkka hægri málum. Parturin hjá Torleifi hevur heldur ikki ligið eftir, tá talan hevur verið um Nordisk Fælleskomité, Team Norden og aðrar felagsskapir, ið hava givið føroysku ítróttini møguleika at koma út um landoddarnar.

Tá Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 var sera gott samstarv okkara millum, so hesir leikir kundu vera við til at menna ítróttaarbeiðið og skapa teimum ungu nýggjar avbjóðingar. Eg kundi eisini nevnt C-HM í hondbólti, sum var í Føroyum í 1980, fyrsta uppleggið til Tórsvøll, sum ætlanin var at byggja, og nógv aftrat. Nógvar vóru ætlanirnar og nógv var eisini framt, ið metist sum sjálvfylgja í dag.

Mín góði vinur, Torleif! Eg fari at takka tær fyri alt títt arbeiði føroyskum ítrótti at frama. Mangan hevur staðið nógv á, men altíð vísti tú títt trúfesti og tína styrki, tá mest var brúk fyri tí. Nógvar eru felags upplivingarnar millum ár og dag, og tað allarbesta eftirmæli skalt tú eiga frá mær og mínum!

Tað kennist sárt, tá ein føroysk ítrótt missir eina av sínum kempum í bestu árum. Ásannast má, at tað tynnist í tí ítróttarskara, ið var kendur fyri at leggja alt sítt lív í hetta arbeiði. Menn og kvinnur falla frá og nýggj koma til, tí soleiðis er lívið. Mín vón og mítt ynski skal vera, at øll tey, sum hava virkað fyri at vinna føroyskari ítrótt bestu karmar og møguleikar, ongantíð verða gloymd, tí hetta arbeiði kann hvørki gerast upp í løtum ella døgum, so rúgvusmikið og dýrabært er tað.

Føroyskur fótbóltur hevur nú innan fyri gott og væl eitt ár mist tveir av sínum undangongumonnum í alt ov ungum árum. Fyri góðum ári síðani fór Christian Olsen, bert 60 ára gamal, og nú fór so Torleif, bert 61 ára gamal. Saknur verður í teimum, tí teir gingu á odda og vóru við til at leggja lunnar undir FSF, soleiðis sum vit kenna tað í dag.

Christian var sum fyrsti formaðurin tann, ið setti gongd á FSF, og síðani bar Torleif arvin virðiliga víðari, til hann í 2002 valdi at takka fyri seg sum oddamaður í føroyskum fótbólti. Tvey ár seinni var Torleif útnevndur sum heiðurslimur í Fótbóltssambandinum, og eisini fekk hann í 2000 heiðurskross ÍSF’s sum viðurkenning fyri sítt stóra arbeiði, føroyskari ítrótt at frama. Somuleiðis fekk hann stóran heiður frá europeisku fótbóltssamgonguni UEFA, ið eisini virðismetti gerning hansara hesi mongu árini í fótbóltsins tænastu.

Torleif var eitt samfelagsmenniskja burturav. Nú hann fór, sat hann á sekstanda ári í Klaksvíkar býráð, umframt at hann eisini var stýrislimur í SEV. Í mong ár var hann leiðari hjá Føroya Keypssamtøku í Klaksvík, og somuleiðis vísti hann hegni sum bæði reiðari og útgerðarmaður. Ei heldur slepti hann fótbóltinum heilt, tí nú at enda untist honum at sita sum formaður í Klaksvíkar Ítróttafelag í tvey ár.

Við hesum orðum drýpa vit høvur og minnast ítróttavinin Torleif Sigurðsson, ið verður saknaður av mongum, ið høvdu ta gleði onkursvegna at møta honum á lívsleið síni. Vit í Ítróttasambandi Føroya vilja sýna Elsu Mariu, Sofíu, Margrethu, Ernu og familjuni annars okkara djúpastu samkenslu. Hjá tykkum eru sorgin og saknurin størstur, men má Harrin signa og styrkja tykkum øll í komandi døgum!

Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen
forseti