Fyri eini 7 árum síðni heitti Ítróttasamband Føroya á landsins myndugleikar um at skipa fyri einum árið, har dentur varð lagdur á rørslu. Hóast samskift varð um ætlanina, var tíðin nokk ikki búgvin tá.

Heilsumálaráðharrin hevur nevnt árið 2009 fyri “Føroyar í rørslu”, og tað fegnast vit um innan ítróttin.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum í ár, frá evnisdøgum til rørslutiltøk. Onkur av hesum tiltøkunum eru nýggj, meðan onnur hava verið í fleiri ár.

Okkara vón er, at ítróttafeløgini kring landið fara at varpa ljós á rørslu sum náttúrligan part av virkseminum hjá føroyska ítróttinum. Vit, sum kenna til gleðina og vælveruna, sum ítróttur gevur okkum, fara vónandi eisini at hjálpa øðrum at uppliva ítrótt. Hvør ítróttagrein á sín hátt.