+298 312606 - isf@isf.fo

Føroyum tørva eina golfbreyt

– Eg haldi avgjørt, ed pills at tit skulu fara undir at byggja eina golfbreyt í Føroyum. Nú havi eg vitjað her ofta, medstore og fylgt við útbyggingunum, sum eru framdar innan ítróttaøkið, og tær eru góðar og væl útgivnar. Men eg sakni golfbreytina.
Soleiðis tók Jesper Frigast Larsen OL- og úrvalsstjóri hjá danska ítróttasambandinum DIF, til, undir røðu síni, sum hann helt á almenna fundinum um golf, sum ÍSF saman við Tórshavnar Golfklubba skipaði fyri í Norðurlandahúsiinum hósdagin 10. september.
Áhugin fyr fundinum var stórur. Um 80 fólk vórðu møtt. Flest hesi vóru fólk við  áhuga fyri golfítróttini, og umframt limir í Tórshavnar Golfklubba, var talan um umboð fyri kommunur, aðalráð, ferðavinnuna og og onnur vinnulívsfólk við áhuga fyri ítróttini.
Á fundinum upplýsti Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, at ÍSF hevur sett sær fyri at søkja um vertskap fyri oyggjaleikirnar aftur, kanska longu í 2017. Men ÍSF ásannar eisini í sama viðfangi, at neyðugt er at kunna bjóða golf sum ítróttagrein fyri at verða góðtikin sum vertur fyri oyggjaleikunum. Hetta tí, at golf er tann ítróttin, sum hevur størsta áhugan millum limalondini í oyggjaleikahøpi.
– Áhugin fyri golf í oyggjaleikahøpi er so stórur, at vit neyvan klára at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar, um vit ikki kunnu bjóða golf. Hetta av tí einfaldu orsøk, at vit annars ikki fáa nóg mikið av atkvøðum, tá atkvøðast skal um vertsskapin, staðfesti ÍSF-forsetin.
Fundurin í Norðurlandahúsinum byrjaði annars við, at Torben Kastrup Pedersen, sum er vallarstjóri í danska golfsambandinum DGU, greiddi generelt frá golfítróttini og um hvussu golfklubbar og golfbreytir aðrastaðni eru skipaðar.
Golf hevur verið ein vaksandi ítróttagrein í Danmark og øllum Evropa í nógv ár. Golf er tann næststørsta ítróttagreinin í Danmark nú, tað er bert fótbólturin, ið hevur fleiri íðkarar.
Vallarstjórin hjá DGU greiddi frá, at í rundum tølum verður roknað við, at tað kostar áleið 20 milliónir krónur – ella kanska gott og væl tað – at gera eina golfbreyt. 1 millión krónur fyri hvørt hol umframt útreiðslur til lendi, felagshús og aðrir fasilitetir.
Torben Kastrup Pedersen vísti eisini á, at rakstrarumsetningurin hjá eini miðal golfbreyt liggur millum 5 og 6 milliónir krónur árliga. Nógv tann størsti parturin av útreiðslunum fer til at halda vøllin viðlíka, meðan størsti parturin av inntøkum kemur frá limgjaldi, sum í Danmark vanliga liggur um 5000 krónur árliga. Donsku golfklubbarnir hava um 900 limir í meðal.
Teir elstu golfklubbarnir eru skipaðir soleiðis, at tað er ítróttafelagið, ið eigur og rekur golfbreytina. Men í teimum nýggjaru projektunum sæst, at tað nú í størri mun eru partafeløg ella smápartafeløg, sum reka breytina, sum golfklubbin so leigar seg inn á.
Eftir áhugaverda fyrilesturin hjá Torben Kastrup Pedersen, fekk OL- og úrvalsstjórin í DGU, Jesper Frigast Larsen orðið. Hann er sjálvur íðin golfleikari, hevur verið aðalskrivari í golfsambandinum, og enntá eisini liðskipari á danska golflandsliðnum.
Hann vísti á tann týdningarmikla leiklutin, sum golfítróttin hevur í tí samlaðu ítróttamyndini.
Í innlegginum frammanundan hevði Torben Kastrup Pedersen víst á, at meðalaldurin á íðkandi golfarum er heldur høgur – tyngdarpunktið liggur um 60 ára aldur – meðan golfklubbarnir hava havt trupulleikar at fingið fatur á yngra ættarliðnum.
Jesper Frigast Larsen sá henda trupulleika øðrvísi:
– Vís mær á eina aðra ítróttagrein, har íðkarar byrja tá tey eru vorðin 40 ella 50. Kunnu tit ímynda tykkum nakran, sum byrjar at spæla til dømis hondbólt sum 50 ára gamal? Nei, ha?
– Tað er hetta, sum er nakað heilt serligt við golfítróttini. Hon er við til at hækka trivnaðar- og heilsustøðið, tí golf aktiverar fólk í øllum aldri uttan mun til kyn og í øllum sosialum bólkum. Hetta er styrkin hjá golfítróttini. Eisini tí at hon kann íðkast bæði á úrvalsstøði og bara sum sálarbót fyri heilsuna.
Jesper Frigast Larsen vísti eisini á fyrimunirnir, sum ferðafólkaídnaðurin kann hava av eini golfbreyt. Tað er ein sannroynd, at ferðafólkaídnaður fyri golfspælarar er í vøkstri og hevur verið tað leingi.
Sama dag sum fundurin var hildin í Norðurlandahúsinum, lá risastóra ferðamannaskipið Crown Princess á redini í Havn.
– Um har eru 4000 fólk umborð, so trúgvi eg, at man lættliga hevði kunnað funnið 200, sum vildu sloppið at spælt golf, meðan tey eru í Føroyum. 200 gestaspælarar upp á ein dag, hevði gjørt góðan mun í pengakassanum hjá einum og hvørjum golfklubba, staðfesti Jesper Frigast Larsen.
Sjálvur hevur hann sæð økið á Glyvursnesi, har Tórshavnar Golfklubbi arbeiðir við at fáa eina golfbreyt. Jesper Frigast Larsen ivaðist ikki í, at økið er vælegnað. Í fyrstu atløgu tí, at ein slík breyt eigur at vera nærhendis við har fólkagrundarlagið er størst, tí tað krevur eitt trygd grundarlag av limum at fáa ein golfklubba at rigga. Men eisini tí, at møguleikar er fyri at gera alt økið til eitt rekreativt øki.
– Eitt golføki kann nýtast til annað enn at spæla golf. Vit kunnu ímynda okkum aðrar fríluftsaktivitetir, sum kundu havt gleði at teimum fasilitetum, sum er í einum felagshúsi við golfbreytina, bæði hvat viðvíkur umklæðingarmøguleikum og kanska eisini møguleikum fyri at fáa okkurt at eta og drekka, segði Jesper Frigast Larsen.
Golfítróttin í Føroyum er skipað undir Deildini fyri Nýstovnaðan Ítrótt undir ÍSF. Tórshavnar Golfklubbi varð stovnaður fyri júst 20 árum síðan, og er einasti klubbi av slíkum slag í Føroyum. Í felagnum eru umleið 150 limir. Á oyggjaleikunum í summar vóru Føroyar umboðaðar av fimm golfleikarum, fýra monnum og eini kvinnu. Tilsamans hava føroyskir golfspælarar verið við á oyggjaleikum tríggjar ferðir.

– Eg haldi avgjørt, at tit skulu fara undir at byggja eina golfbreyt í Føroyum. Nú havi eg vitjað her ofta, og fylgt við útbyggingunum, sum eru framdar innan ítróttaøkið, og tær eru góðar og væl útgivnar. Men eg sakni golfbreytina.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.