Leygardagin 10. november kl 10 til 18 fer Ítróttasamband Føroya at halda ein evnisdag á Hotel Føroyum. Ætlanin við hesum degi er at seta føroyskan ítrótt í brennidepilin, og saman finna útav hvørjum málum vit skulu arbeiða framímóti.

 

Skrá:

09.30-10.00 Kaffi

10.00-12.30 Støðan í ítróttinum í dag

Upplegg, bólkaarbeiði, niðurstøður lagdar fram og kjak

12.30-13.30 Døgurði

13.30-15.30 Ítróttur í 2020

Stutt upplegg: við 5 fólkum sum fáa 5 min hvør

Bólkaarbeiði har funnið verður fram til 3 týdningarmikil mál at arbeiða við. Niðurstøður lagdar fram og kjak

Hvør persónur fær 1 prikk at seta við tað málið sum hann heldur hava stórstan týdning

15.30-16.00 Kaffi

16.00-18.00 Hvussu røkka vit málunum?

Hvør bólkur fær eitt mál at arbeiða við. Gera nøkur deilmál við tíðarfesting og ábyrgd

 

 

Luttakarar á evnisdegnum vera 3 frá hvørjum sersambandi, tó kan DSNÍ luttaka við einum frá hvørji ítróttagrein umframt formanninum, og starvsnevnd ÍSF.

 

 

Tilmelding við navni, teldupostadressu og ítróttagrein 
verður at senda til nro@isf.fo
innan 25. oktober klokkan 12