+298 312606 - isf@isf.fo

Jan Hentze

Ingi Samuelsen: Góður atburður hjá dómarum og hjálparfólki

Jan Hentze: Tú skalt vita – ikki halda teg vita

“Lær teg reglubókina fyri tína itróttagrein, cialis og skil hana.”

Tá vit spyrja Jan Hentze um hvat hevur størsta týdning hjá einum dómara, therapy kemur hann við einum svari, ið er óvæntað, tí tað nærum er ein sjálvfylgja.

“Eg kann ikki koma í tankar um nakað, ið hevur størri týdning fyri ein dómara, enn at duga lógir og reglur til fulnar. Tað skal ongantíð vera ivi um, at ein dómaraavgerð er røtt sambært reglunum. Tey allarflestu íðkandi ítróttafólkini í Føroyum hava ongantíð lisið reglurnar, men hava bara tillært seg tær gjøgnum spæl og venjing. Ert tú dómari skalt tú vita – ikki halda teg vita – hvat eru galdandi reglur, og tú skalt vera kunnugur við allar nýggjar dagføringar”.

“Teir professionellu leikararnir hava lisið reglurnar. Tað upplivi eg tá eg dømi uttanlands, tí tey spæla heilt upp móti markinum til tað, ið er loyvt. Fyri at kunna tað, má ein kenna reglurnar út og inn”.

Flogbóltur er ítrótturin hjá 44 ára gamla Jan Hentze. Eftir eitt langt lív sum íðkandi flogbóltsspælari á hægsta føroyska støði, fór Jan undir dómaragerningin, og í 2004 gjørdist hann altjóða flogbóltsdómari. Higartil hevur hann dømt 57 altjóða dystir, og er sostatt millum royndastu altjóða ítróttadómarar yvirhøvur í Føroyum.
“Men tað er sjálvandi ikki nóg mikið at duga reglurnar. Tað hevur týdning, at ein ikki bara gongur eftir reglubókini. Døming má ikki gerast mekanisk – menniskjakunnleiki er ein neyðugur eginleiki hjá dómarum. Dómarin eigur at kunna seta seg so mikið inn í spælið, at hann skilir hví ítróttafólk reagera, sum tey gera, og ein av góðu eginleikunum hjá einum dómara er at hava selektiva hoyrn – tað vil siga – ikki hoyra alt, ið verður sagt, meðan dysturin er upp á tað harðasta”, sigur Jan Hentze.

“Dómarin skal eisini hava skil fyri, hvat ítrótturin vil. Innan flogbóltsdøming hava vit eina siðvenju, sum loyvir smærri brot á reglurnar, um tær til dømis verða gjørdar í eini spetakulerari roynd at bjarga einum bólti, sum hækkar um undirhaldsvirðið í dystinum. Til dømis um ein flogbóltsspælari blakar seg í eini roynd at bjarga, men kemur at føra bóltin eitt sindur, so lata vit tað ganga, tí hesin spælarin hevur givið áskoðaranum nakað eyka fyri pengarnar. Hetta er ein siðvenja, sum mær dámar væl”.

“Sum dómari er tað eisini týdningarmikið, at hava virðing fyri spælinum og ansa eftir, at tað ikki verður dómarin og dømingin, sum kemur í fokus. Allarbest er, um leikarar og áskoðarar ikki leggja til merkis dómaran”.

Dómarin sum uppalari er eisini ein týdningarmikil leiklutur:
“Tá tú dømir – serliga tær yngru deildirnar – er tað av stórum týdningi, at leikararnir skilja dømingina, og vita hvat dømt verður. Dómarar eiga at tryggja sær, at øll hava skilt, hvat dømt er, og dómarar eiga tí at taka sær stundir til at greiða óroyndum leikarum frá, hvussu rætt verður atborið á vøllinum”.

Dómarar eru javnan undir trýsti frá umhvørvinum, bæði leikarum, viðskiftafólki og øðrum, sum hava áhuga í at tað gongur felag teirra væl.
“Dómarar mugu aldri lata seg ávirka av áskoðarum og fólkunum, rundan um liðini. At halda høvdið kalt undir dystinum er tí ein treyt.”

“Enn havi eg ikki uppliva “freistingar” tá eg havi verið í altjóða dómaraørindum, men á øllum skeiðum, sum vit eru á, verða vit ávarað ímóti at tað kunnu vera pengasterk fólk við tilknýti til feløgini, sum eru áhugað í at geva okkurt afturfyri eitt gott úrslit. Fremsta uppgáva hjá dómaraunum innan allar ítróttagreinar er at forða fyri, at slíkt sleppur at henda”, sigur Jan Hentze at enda.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.