+298 312606 - isf@isf.fo

Erla Mikkelsen


Ingi Samuelsen:
Góður atburður hjá leiðarum

Erla Mikkelsen: Leiðarar skulu møta limunum við jaligum hugburði

– Vit ynskja, drugs at okkara venjarar og samskiparar ganga á odda og eru fyrimyndir fyri teir ungu íðkararnar. Tí gera vit nógv burtur úr at gera greitt hvørji virði okkara felag stendur fyri og raðfestir.

Erla Mikkelsen er formaður í størsta ítróttafelag í landinum, prescription Havnar Fimleikarfelag. Við upp móti 1400 íðkandi limum og hálvtannaðhundrað leiðarum, samskiparum, venjarum og limum í arbeiðsbólkum av ymsum slag, er tað av stórum týdningi, at ymsu viðurskiftini í felagnum verða væl skipað.

– Vit leggja okkum eftir at taka spurningin um góðan atburð upp á hvørjum felagsfundi vit hava við venjarar og samskiparar. Slíkir fundir verða hildnir minst tvær ferðir um árið.

– Okkara venjarar – ofta rættiliga ung fólk – fáa eina mappu við upplýsingum um flestu viðurskifti, sum teimum tørva fyri at skipa venjingina so væl sum gjørligt. Í hesum tilfari er verður eisini upplýst, hvat Havnar Fimleikafelag væntar av sínum limum.

Erla Mikkelsen greiðir frá, at Havnar Fimleikafelag hevur lagt seg eftir, at fáa venjarar og leiðarar við í tilgongdina og at orða leiðreglurnar, soleiðis at tær endaligu orðingarnar eru góðkendar og fult í tráð við tey ynski og hugskot, sum tey upprunaliga komu við.

– Vit hava reglur fyri, hvussu HF’arar skulu bera seg at tá tey eru úti til kappingar og framsýningar, eitt nú viðvíkjandi atburði mótvegis hinum feløgunum og kappingarneytum. Tað eru slíkar reglur sum til dømis, at tað er í lagi at vísa kenslur tá ein hevur vunnið ella tapt, men tað er ikki í lagi at lata sínar kenslur ganga út yvir mótstøðufólk ella dómarar. Vit seta eisini krøv til okkara limir um hvussu tey skulu uppføra seg í gerandisdegnum, og leggja teimum eina við heldur ikki tá, til dømis tosa niðursetandi um hini fimleikafeløgini, greiðir Erla Mikkelsen frá.

Fimleikaforkvinnan vísir eisini á, at leiðslan í Havnar Fimleikafelag setir rættilgia strong krøv til samskiparar og venjarar um, at hesi eisini skulu fylgja hesum leiðreglum.

– Vit hava til dømis reglur um málburð, royking og brúk av tyggigummi. Sjálvandi skulu vit vaksnu ganga á odda við hesum og altíð vísa okkum sum fyrimyndir, tá vit eru saman við yngri íðkarum.

– Vit leggja eisini okkara leiðarum eina við at hava ein jaligan hugburð. Vit øll – líka frá ovastu leiðslu og allan vegin gjøgnum felagið – royna at møta hvørjum øðrum í einum positivum anda. Felagið bjóðar sínum venjarum eina rættiliga umfatandi útbúgving, og vit skipa eisini fyri skeiðum fyri leiðarar. Eitt av málunum er at læra tey at taka ábyrgd í jaligum anda og at duga at møta fólki á teirra egna støði.

Tá tað ræður um at stýra og skipa felagið, er Erla Mikkelsen og restin av nevndini rættiliga tilvitað um ta uppalandi uppgávuna, sum eitt ítróttafelag hevur.

– Vit royna í øllum lutum at vera fyrimyndarlig. Útdelegering av uppgávum hevur nógv at siga fyri okkum, og vit stremba okkum eftir, at vegurin frá einstaka liminum til leiðsluna í felagnum skal vera so stutt sum møguligt, skilt á tann hátt, at tað altíð er greitt, hvønn ein limur skal venda sær til, um hann hevur okkurt upp á hjartað.

– Tað kemur meira enn so fyri í einum so stórum felag sum okkara, at tað uppstanda ósemjur innanhýsis á okkara liðum. Vit royna at læra okkara venjarar og samskiparar at takla og loysa slíkar støður, men tað kemur eisini fyri, at nevndin verður inndrigin.

– Tað hevur týdning at tann einstaki limurin kennir á sær, at lurtað verður eftir honum. Tað ger einki, um okkara ungu kenna hvussu fólkaræði virkar í praksis tá tey gerast limir í okkara felag, sigur Erla Mikkelsen.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her

?

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.