+298 312606 - isf@isf.fo

Bill Mc. Leod Jacobsen


Bill Mc. Leod Jacobsen

Tíverri koma úrslitini í fyrstu røð

At vera venjari hjá einum fótbóltsliði er at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi tú hevur – at eggja leikarunum til at geva sítt besta og at hjálpa teimum til at blíva betri.

Bill Mc. Leod Jacobsen er ein av royndu fótbóltsvenjarunum í Føroyum. Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum hjá B68 á Toftum – ársins venjari í 2009, discount er hann eisini annar av venjarunum hjá framburðarríka U21-landsliðnum.

– Sum fótbóltsvenjari á hægsta støði kemur tú ofta í eina tvístøðu, tí tað er úrslitini sum telja mest av øllum. Tað at B68 fær stig í Vodafonedeildini kemur framum menningina hjá tí einstaka leikaranum – tíverri, soleiðis er tað bara. Tí er tað munur á at vera venjari á hægsta støði og so at vera ungdómsvenjari, har denturin í størri mun eigur at vera lagdur á menningina av einstaklinginum, greiðir Bill Mc. Leod frá.

– Tá pengar koma upp í leikin, verður venjarin noyddur til at taka liðið og úrslitini hjá liðnum framum, so mugu einstaklingarnir tillagast hareftir, skilt á tann hátt, at um ein persónur er orsøk til at tað kemur ójavnvág á liðið, so má venjarin viga um tað er liðið, ið skal laga seg til tann eina persónin, ella at viðkomandi skal skiftast út við ein annan. Tá er tað seinna oftani tann rætta loysnin.

Tað er ein javnvág á eggini at vera venjari. Men sambært Bill Mc. Leod er tað sjálvandi ikki so, at øll knep verða brúkt fyri at vinna.

– Sum venjari mást tú vera trygd fyri, at heilsan hjá leikara ikki verður offrað til frama fyri úrslitini. Eg havi aldri verið nærhendis doping, og kenni tí ikki til slíkt í føroyskum fótbólti. Men sjálvandi skal tað ikki góðtakast. Eg eri eisini ímóti at ítróttafólk taka pínulinnandi heilivág fyri at kunna spæla. Her er man ofta undir trýsti frá leikarunum sjálvum, sum vil sleppa at spæla. Men sum venjari eigur ein at duga at síggja longur fram enn til tann komandi dystin.

Tá tað kemur til tað, ið verður sagt við síðulinjuna og eftir dyst, og kanska ikki burdi verið sagt, hava tey rættiliga greiðar linjur í B68.

– Vit hava ein talsmann, ið úttalar seg til fjølmiðlarnar. Vit ynskja ikki, at umdømi hjá ungum leikarum verður skalað orsaka av onkrum teir kunnu finna upp á at siga í sinnisrørslu eftir ein dyst, til dømis. Undir dysti er tað eisini bara eg, ið sleppi at gera viðmerkingar til dómaran. Leikararnir hava fingið boð um at góðtaka og virða avgerðirnar hjá dómaranum. At teir so ikki altíð gera tað, er so ein onnur søk, sum vit mugu arbeiða við.

– Eg havi arbeitt miðvíst við mær sjálvum seinastu árini – royni at læra meg at tiga og heldur seta meg niður á beinkin enn at rópa tað, ið eg kanska kundi hugsa mær eftir til dømis dómaranum, um eg haldi, at okkara lið hevur verið fyri órættvísi. Sum venjari geri eg mær ómak við at fyrireika meg og liðið sum best til dystirnar. Tá eg so møti onkrum, ið ikki ger sær ómak, kenni eg meg órættvíst viðfarnan, og kann gerast firtin.

– Sum venjarar og ítróttafyrimyndir mugu vit taka atlit til, at tað eru børn og ung kring vøllin, ið hoyra okkum. Venjarin skal tí vera tilvitaður um hvat orðaval hann brúkar í dysti og venjing, tí tað vil altíð vera onkur, ið kann hoyra tað, ið verður sagt.

Sum venjari í bestu fótbóltsdeildini upplivir Bill eisini ein ávísan óvilja móti fremmandum fólki.

– Útlendingar, sum koma til Føroya at spæla bólt, mugu vera betri enn miðal fyri at blíva virdir sum leikarar, annars verða teir sæddir sum nakrir, ið taka plássið frá føroyingunum. Í B68 hava vit tveir afrikanar, men fyri báðar er galdandi, at teir teljast millum allar bestu bóltspælararnar í Vodafonedeildini, og tí verða teir respekteraðir.

– Men vit uppliva eisini rasistisk tilróp, og tað eigur at revsast, tí slíkt skal ikki góðtakast á leikvøllinum. Hinvegin skulu vit eisini vara okkum fyri, at tey øðrvísi littu fáa fyrimunir vegna sín húðarlit. Tað skal heldur ikki henda, tí tað er eisini rasisma av onkrum slag, um ein myrkur leikari kann brúka sín húðarlit fyri at skapa sær fyrimunir hjá dómaranum, sigur Bill Mc. Leod Jacobsen.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.