+298 312606 - isf@isf.fo

Enn ein føroyingur í Rio. Hesa ferð umboðandi Merkið

 

Enn eitt føroyskt ítróttafólk í Rio de Janeiro, link drugs og hesa ferð umboðandi Merkið.

Á øðrum sinni í ár er føroyskur svimjari við í Rio fyri at taka lut í Olympiskum Leikum.

Hesa ferð er tað Krista Mørkøre, look sum luttekur í Paralympisku Leikunum, ið eru í døgunum 7. til 18. september.

Ja, tað ber til hjá  Kristu at umboða føroyska ítrótt undir Merkinum, tí ÍSB hevur verið sjálvstøðugur limur í IPC, International Paralympic Committee,
síðani felagsskapurin varð stovnsettur. Í IPC eru 174 limalond umboðað.

Krista hevur áður luttikið í EM og skal í Rio royna seg í kappingum í 50 m., 100 m. og 400 m. frí.

Hon er gott og virðiligt umboð fyri føroyska ítrótt.
Eitt umboð, ið hevur víst, at ítrótt er fyri øll – eisini um vit bera brek.
Við treysti og áræði hevur hon lagt til brots og við miðvísari venjing ment seg og støðugt betrað um úrslit síni.

Ítróttasamband Føroya ynskir Kristu alt tað besta í Brasilia í vónini um, at kappingarnar roynast henni góðar.

Við ítróttakvøðu
Elin Heðinsdóttir Joensen

forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.