+298 312606 - isf@isf.fo

Ein virkin ítróttarmaður farin

Sunnudagin 13. apríl 2003 andaðist Robert Brockie, ed  
millum manna nevndur Bobby.

Bobby varð føddur í Edinburgh tann 12.09.1926. Familjan flutti til Føroyar í 1933, generic og vaks Bobby upp her í Havn. Komin til mans fór hann at starvast í fyritøkuni hjá Charles Mauritsen, har pápi hansara var leiðari. Í 1974 yvirtók familjan Brockie fyritøkuna og rekur hana enn í dag.

Bobby hevði altíð stóran áhuga fyri ítrótti, og hvør minnist ikki Bobby úr svimjihylinum.

Havnar Svimjifelag lá stilt í nógv ár, millum annað tí ongin svimjihylur var tá í Havnini.
Í 1959 kom so nýggjur uttandura svimjihylur í Gundadali, har Badmintonhøllin í dag stendur. Hetta kveikti lív í aftur svimjingina, og var Bobby ein av teimum, sum endurstovnaðu Havnar Svimjifelag. Hann var nevndarlimur har frá 1959 – 60 og formaður í felagnum frá 1960 til 1972.
Bobby var heiðurslimur í Havnar Svimjifelag.

Hann var ein sera góður svimjari, og í síni tíð í Havnar Svimjufelag gjørdi hann eitt sera stórt arbeið at læra børn og ungdómar í Havn at svimja. Hann var í svimjihylinum kvøld eftir kvøld, har hann ótroyttiliga vandi ungar svimjarar við góðum úrsliti. Nevnast kann, at í 1964 fóru føroyskir svimjarar uttanlands at kappast á fyrsta sinni. Hetta var elituliðið hjá Havnar Svimjifelag við Bobby sum leiðara.

Hesir elitusvimjarar og øll onnur svimjiáhugað hava nógv gott at minnast afturá og takka Bobby fyri tann stuðul, sum hann veitti teimum.

Bobby var ungur í sinni og dugdi so sera væl at umgangast fólk. Sjálvur havi eg havt ta gleði at arbeitt saman við Bobby innan ítróttin. Vit vóru saman til tiltøk í svimjihylinum. Minnist, hvussu glaður hann var, tá ið nýggja svimmjihøllin bleiv tikin í brúk. Nú hevði svimjiítrótturin í Havn endiliga fingið góðar karmar at virka í, segði hann.

Bobby var nevndarlimur í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1966 til 1979. Har sótu vit saman í nevnd nøkur ár. Bobby var altíð góður í ráðum, serliga tá talan var um at skaffa ítróttinum pening. Millum annað var tá avgjørt at hava Tivoli á Ólavsøku. Hetta tiltak er enn og hevur upp í gjøgnum árini givið ítróttinum nógvan pening.

Bobby kom í stjórnina hjá Ítróttarsambandi Føroya, og sat hann sum stjórnarlimur frá 1973 til 1977. Hann var formaður í svimjideildini og skipaði fyri kappingum av ymiskum slag. Ítróttasamband Føroya hevði øll árini sera gott samstarv við Bobby. Serliga ta tíðina, tá arbeitt var við avgerandi broytingum í bygnaðinum, har deildir vóru lagdar saman til sersambond, var Bobby góður í ráðum.

Til tað síðsta var Bobby ítróttavinur burturav, og nú hann er farin, hava vit mist ein góðan ítróttarmann og vin. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði innan føroyskan ítrótt, og minnast vit hann við virðing og takksemi.

Í djúpari samkenslu við familjuni, lýsa vit frið yvir minnið um Robert Brockie.

Ítróttarsamband Føroya
Heðin Mortensen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.