+298 312606 - isf@isf.fo

Eg veit ikki, hvar tíðin bleiv av….

IMG_3071
Um vikuskiftið var aftur skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum. Hetta er sætta skeiði av hesum slag, pill sum ÍSF skipar fyri. Sigast má, at skeiðini eru sera væl umtókt, og soleiðis var eisini í Klaksvik um vikuskiftið.

Luttakararnir tóku m.a. soleiðis til eftir skeiðið í Klaksvík:

“Tað besta við skeiðnum var, at undirvísarin alla tíð aktiveraði okkum á ein stuttligan hátt, samstundis sum allur lærdómurin sivaði inn.”

“Tað besta við skeiðnum var, at tað var eitt aktivt skeið. Vit sótu ikki bara, men sloppu eisini at røra okkum.”

“Ógvuliga professionellur undirvísari – hann veit eina rúgvu um ítrótt”

“Eg veit ikki hvar tíðin bleiv av….”

“Fantastiskt skeið – ótrúligur undirvísari.”

Sama skeið verður aftur 23. og 24. oktober í Suðuroy og 30. og 31. oktober í Vágum. Eisini fara vit 15. og 16. januar 2010 at hava skeið nr. 2, sum er um venjing og ítróttarskaðar.

Til ber at tekna seg til skeiðini við at venda sær til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf. 312606 ella teldupost ahl@isf.fo.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.