Í døgunum 14. til 16. september 2002 vórðu fyrstu dopingroyndirnar tiknar í Føroyum.
Føroyska dopingeftirlitsnevndin stóð fyri royndunum í samstarvi við dopingeftirlitsfólki frá 
Anti Doping Danmark. 

Tiknar vórðu 10 royndir, 6 frá kappignum og 4 frá venjingum. Royndirnar vórðu tiknar í hesum
ítróttagreinum: Svimjing 2, súkkling 3, fótbólti 3 og hondbólti 2.

Allar royndirnar vóru negativar.
Ein av royndunum var tó testað positiv við evninum terbutalin. Íðkarin hevur uppgivið nýtslu av Bricanyl (sum inniheldur terbutalin) – eitt astmaevni, sum eftir reglunum hjá IOC einans er loyvt at nýta, um man hevur Heilivágloyvi (Medical Certificate).

Í Føroyum eru reglurnar tær, at um man hevur atsma og nýtir astmamedisin, er bert neyðugt at hava Heilivágloyvi í samband við kappingar uttanlands ella altjóða kappingar, sum verða hildnar í Føroyum.
Nærri er greitt frá hesum reglunum í bóklinginum “Anti-doping og eg”, sum ÍSF gav út í summar.

Vinarliga
Ítróttasamband Føroya
Dopingeftirlitsnevndin
Sofus Johannesen, formaður