Í september tók føroyska dopingeftirlitið 10 royndir.

Royndirnar vórðu tiknar í Tórshavn og Klaksvík og umfataðu leikarar frá tennis, fótbólti, fimleiki og badminton.

Allar royndirnar vórðu tiknar undir venjing, og allar vórðu negativar! 

Síðani fyrstu dopingroyndirnar vórðu tiknar fyri tveimum árum síðani eru tilsamans 53 royndir tiknar av 31 monnum og 22 kvinnum, og allar hava verið negativar.