+298 312606 - isf@isf.fo

Nevndir

OLYMPISKA NEVND FØROYA

Starvsnevnd ÍSF:
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti
Jon Hestoy, varaforseti
John Kjær, nevndarlimur
Sigurd Rasmussen, nevndarlimur,

Schndorff Vang, nevndarlimur

Teldupostur ÍSF’s: isf@isf.fo

Endamálið er at vinna føroyskum ítrótti olympiska viðurkenning, so føroyingar kunnu taka lut í olympiskum leikum, sum eru millum hægst virdu kappingar í heiminum.

FÍGGJARNEVNDIN

 

UNGDÓMS- OG MENNINGARNEVNDIN

Schandorff Vang, Formaður
John Petersen, nevndarlimur
Jarvin Feilberg Hansen, nevndarlimur

Spf. ÍTRÓTTARVEDDING

Nevndin:
Sigmund Poulsen, varaformaður
Rói Poulsen, nevndarlimur
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, nevndarlimur
Anna Rein, nevndarlimur
Petur Elias Petersen, nevndarlimur
Petur Ove Petersen, nevndarlimur

Stjóri í Spf. Ítróttarvedding er: Petur Elias Petersen

Ítróttasamband Føroya, Føroya Landstýri og Føroya Ungdómsráð eru partaeigarar í Spf. Ítróttarvedding.

Uppgávan hjá Ítróttarvedding er millum annað at býta peningin, sum koma til Føroya frá Dansk Tipstjeneste. Peningurin verður býttur soleiðis, eftir at peningur er avsettur til umsiting:

60% til ÍSF, 20% til FUR, 5% til MBF og 15 % Landsstýrismannin í mentamálum. Hesin peningur skal sambært reglugerð nýtast til barna- og ungdómsendamál.

ÍTRÓTTADÓMSTÓLUR

Nevndin:
Anna Dam, formaður
Eyðhild Skaalum, næstformaður
Poul Hansen
Jóhan Lamhauge
Børge B. Hansen

Varalimir:
Andrass Thomsen, (játtað at taka sæti til 2018)

Anja Kristina Øster (játtað at taka sæti til 2018)

Teldupostur ÍSF’s: isf@isf.fo

Grein 15
Stjórnin velur 5 limir og 3 varalimir í Ítróttadómstólin. Minst 3 ítróttadómarar og 2 varadómarar skulu vera lógkønir. Ítróttadómarar og varadómarar verða valdir, tá skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt 2-ára skeið, soleiðis at tveir ítróttadómarar og tveir varadómarar verða valdir annaðhvørt ár og tríggir dómarar og ein varadómari annaðhvørt. At fáa skeiðið at passa, kann ítróttadómari ella varadómari verða valdur fyri styttri skeið.

Ítróttardómari ella varalimur kann ikki samstundis verða limur í nøkrum meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya.

Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

Stjórnin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Hvørt sersamband hevur skyldu at seta dómsnevnd at viðgerða kærur frá landsstevnum, FM-kappingum og mál, sum viðvíkja sergreinum.

DOPINGNEVND

Dopingnevndin
Jónfinn Thomsen, form.
Jóhanna Arge
Pál Weihe
Anna Rein, varalimur

Teldupostur ÍSF’s: isf@isf.fo

Grein 24 B
Dóping merkir, at í mannakroppinum eru evni til staðar, ið eru bannað sambært Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) og/ella sambært altjóða listanum hjá altjóða sersambondum yvir óløglig evni.

Dópingnevndin verður vald av stjórn ÍSF og er mannað við formanni og tveimum nevndarlimum, og einum varalimi.

Formaðurin og ein av nevndarliminum skulu hava løgfrøðisliga ella tilsvarandi útbúgving. Hin nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.

Nevnarlimirnir og varalimurin verða valdir eftir tørni fyri eitt 3-ára skeið og varalimurin verður valdur fyri eitt 1-ára skeið.

Nevndar- og varalimirmir í Dopingnevndini kunnu ikki verða stjórnarlimir og/ella nevndarlimir í sersambandi/deildarsambandi innan Ítróttasamband Føroya.

Dopingnevnding tekur sær av øllum málum har Dopingreglugerðin hjá Ítróttasambandi Føroya ikki verður hildin v.m.

ANTIDOPINGNEVNDIN

Jarvin Feilberg Hansen, form.
Sølvi Winther Olsen
Sofus Debess Johannesen
Dopingeftirlitsarbeiðið hjá ÍSF ger Dopingeftirlitsnevndin sum telur 6 limir, sum verða valdir av stjórn ÍSF’s, har av skulu verða ein lækni og ein farmaceutuer.

Dopingeftirlitsnevndin ásetir, nær og hvar eftirlitið verður gjørt. Innkalling til eftirlit kann verða annaðhvørt skrivligt ella munnlig.

Ítróttagrunnur Føroya

Nevndin
Niels Nattestad, formaður
Álvur Hansen, skrivari
Tóra Øre Hansen
Petur Ove Petersen
Annika H. Lindenskov

Føroya Ítróttasavn

Nevndin
Johannes Joensen, form.
Palli Ziskason, kassam.
Andrass Sólstein, skr.
Petur Ove Petersen
Katrin Abrahamsen

Poul Kragesten, varalimur
Sofus Johannesen, varalimur

Teldupostur: savn@isf.fo



ÚRVAL

Ragnar Joensen, Formaður
Teitur Samuelsen, Næstformaður
Jóhanna á Bergi
Katrin Olsen
Kári Purkhús
Annika H. Lindenskov, skr.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.